Í ár fer Amnesty International í Føroyum at seta kikaran á spurningin um flóttafólkaspurningin.
Ætlanin við tí er at gera eina roynd at fáa almennu myndugleikarnir í Føroyum til eisini at taka málið upp.
Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty í Føroyum, sigur, at nógv umrødda kanningin, tey gjørdu herfyri, hevði til endamáls at fáa innlit í hugburðin hjá føroyingum til flóttafólk
Les meiri um úrslitið av kanningini: Ynskja flóttafólki vælkomnum til Føroya
Les atfinningar ímóti kanningini HER
– Endamálið er ikki at villleiða ella at grava skotgrøvir, men at skapa eitt felags innlit í evnið, sigur hon
Hon staðfestir nevniliga, at tað hevur týdning, alt fólkið er við í hesi tilgongd, men at tað eru nógvir stórir spurningar, sum framvegis eru ósvaraðir.
– Sum land eiga vit at tosa um evnið, so at føroyingar betri kunnu taka støðu til spurningin í einum føroyskum samanhangi og á einum upplýstum grundarlagi.
Hon sigur, at í hesum sambandi fer Amnesty at bjóða umboðum frá Íslandi til Føroya at greiða frá teirra royndum, og geva okkum eina mynd av, hvussu fólkið er tikið við í tilgongdini.
Eisini fara tey at fáa serfrøðingin, Thomas Gammeltoft-Hansen, sum er kanningarleiðari á Raoul Wallenberg stovninum fyri Mannarættindi, og adjunktur við Árhus Universitet, hendavegin at greiða frá altjóða flóttafólkakreppuni.
Hann hevur nýliga skrivað eina bók um evnið, har hann eisini hevur eitt uppá, hvussu kreppan kann loysast. Tað er eitt svar, hann heldur, at bæði høgri- og vinstri vongurin kunnu taka til sín, sigur aðalskrivarin.
Hon sigur, at tað eru nógvir spurningar, almenningurin í Føroyum ikki hevur fingið svar uppá frá almennu myndugleikunum.
Spurningar, vit eiga at taka upp, er hugburðurin til flóttafólk, hvat siga vit til at fáa flóttafólk til Føroya, ella hvussu nógv flóttafólk, tosa vit um, nær eru vit til reiðar at taka ímóti flóttafólki, og hvussu kann ein tilbúgving skipast?
Tað er eisini ein spurningur um, hvat fólk halda um grundleggjandi rættin til friðskjól, og um vit, sum land skulu gera meira fyri at hjálpa
Hvørja ábyrgd hava vit at hjálpa, og kunnu vit varðveita eitt trygt og ríkt vælferðarsamfelag og samstundis taka ímóti menniskjum, sum skulu integrerast bæði mentanarliga og búskaparliga?
– Tíðin er komin til, at vit seta hol á eitt fyrireikandi arbeiði, so vit koma nærri eini ætlan fyri, hvat Føroyar kunnu og eiga at gera, heldur aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum.
– Hetta hevur verið boðskapurin hjá Amnesty í fleiri ár, ikki minst í sambandi við, at tað hevur staðið í fleiri samgonguskjølum, at útlendingamál skulu yvirtakast.
Amnesty heldur eisini, at spurningurin um friðskjól er viðkomandi áðrenn eina yvirtøku, tí almennir myndugleikar hava fyrr verið ógreiðir, tá vit hava spurt, hvør ábyrgdin hjá Føroyum er í løtuni.
– Og vit kunnu ikki renna undan ábyrgdini, tá eitt menniskja stendur í Føroyum og søkir um friðskjól, sigur Katrin á Neystabø.
Trýst HER og les meiri um, hvørjar tankar, Amnesty í Føroyum hevur um spurningin um flóttafólk og Føroyar, og les eisini, hvat tey halda um atfinningarnar ímóti kanningini, tey gjørdu herfyri.