stinga seg upp. Vit eru noyddar at klára okkum sjálvar, sigur Durita, sum, hóast langt vekk, hevur havt gott samband við familjuna heima við at brúka fríu teldurnar á skúlanum til at senda mail við. Treyðugt [...] Hetta sigur 17 ára gamla Miðvágsgentan Guðrið Johansen, sum saman við tveimun øðrum føroyskum gentum, Duritu Høgnesen, 17 ár, úr Vestmanna og Herfríð Niclasen, 17 ár, Miðvági hevur gingið á Linieskolen [...] kann klára seg sjálvan, og torir at royna nakað, ein helt seg vera ósikran í«, sigur Guðrið, og tekur sum eitt dømi, at tær ikki fyrr høvdu ferðast við toki, og hildu tað fara at verða torført, men hetta er
Nógv ungfólk eru við Nærabergi, og hjá teimum kemur helst væl við at fáa nakrar dagar eyka heima. Við Nærabergi eru um 80 fólk, harav eru einar 20 kvinnur. Fleiri pør eru millum manningina, so ikki allir [...] nøktandi hjá Nærabergi, men at tað nú sær heldur ljósari út. - Vit hava fingið ísetta eina fiskapumpu, sum fer at geva okkum eina javnari tilgongd av rávøru og fer at hækka góðskuna av framleiðsluni, sigur [...] ES-sjógvi, og tað árið royndist heldur frægari enn árið í fjør. Mannbjørn í Grund førir Næraberg, sum fer undir Føroyar at royna.
og onkrir aðrir við, eru dreingir, sum brúka nógva tíð undir opnum himmali. Í alt heyst hava teir havt eitt heilt serligt spæl, sum sanniliga hevur avspeglað tað, sum tey vaksnu hava fingist við í Hvalba [...] hornasýningar heima hjá hvørjum øðrum og so endaði alt við eini stórari finalu, har tey allarvakrastu hornini vórðu kosin. Til hvørja sýning høvdu teir steyp, sum teir sjálvir gjørdu so kynstriga, sum hugsast [...] sigast annað, enn at tað, sum Allan spælir, vísur, hvønn áhuga hann hevur. Hann er dúgligur sum fáur at fáast við seyð, er ofta burtur í haga og kennir hvørja kleyv í Innaru Homrum, sum er hagin, tey eiga í
einaferð í 1920-unum, sum ongantíð kom út. William Heinesen nevndi skaldsøguna »Den yderste tid«, og handritið er 358 síður til longdar. Sostatt er talan um ta fyrstu skaldsøguna, sum William Heinesen yvirhøvur [...] kundi ikki droymt um at givið skaldsøguna út í bók ? einans sum endurprentað handrit. ? Tað hevði verið órættvíst ímóti høvundanum at givið tað út sum skaldsøgu, tí hann fær av góðum grundum ikki lisið tað [...] skaldskapin hjá William Heinesen, og tað er ongin trilvandi roynd, sum spillir navnið hjá honum. Tvørturímóti, siga tey fólkini mær, sum hava lisið tað ígjøgnum og hava innlit í skaldskapin hjá høvundanum
Upplýsingarnar eru komnar fram í einum sakarmáli ímóti Dell'Utri, sum fyrr hevur verið stjóri í einari reklamufyritøku, sum Silvio Berlusconi, forsætisráðharri eigur. Fyrrverandi stjórin er ákærdur fyri [...] Um hetta sama mundið fór Berlusconi undir at skipa sín egna flokk, Forza Italia, sum skuldi fáa fatur á veljarunum, sum teir kristiligu demokratarnir høvdu havt. Tað eydnaðist eisini. [...] Berlusconi hevði havt ein fund við teir fremstu mafialeiðararnar á Sisilia í áttatiárunum. Fundurin var heima hjá Berlusconi í Milano. Sambært Giuffri endaði hetta við, at mafian fór í hernað ímóti teimum kristiligu
man og sigur, at man væntar sær meir. Smádreingjalótir sum at siga, at um vit ikki fáa alt beinanvegin, so skulu vit einki hava, hoyra ikki heima uttanfyri kommunalar bøgarðar. Diplomati er ein kunstur [...] Danski statsministarin hevur sum skilt tó ikki givið nøkur lyfti um verju- og trygdarpolitikk, og er tað kanska ikki betur enn næstbest. Tó er umráðandi hjá føroyskum politikarum at gevast við smáligum [...] smáligum grenji og briksli og ístaðin vísa seg sum statsmenn og smíða, meðan jarnið er heitt og syrgja fyri, at nakað hendir í hesum málinum. Vit føroyingar hava nógv áhugamál at røkja uttanríkispolitiskt viðvíkjandi
tað sita fólk í Fólkayvirlitinum, sum eru sett til tað sama arbeiðið og hava ta røttu útgerðina, sum skal til. - Kirkjan sjálv hevur ikki teir neyðugu pengarnar heldur sum ein tílík skipan kostar. Lat okkum [...] borgarligu skrásetingunum. Niels Pauli sigur, at fyrr var kirkjan tann, sum náddi út til hvønn krók í landinum við tað at kirkja var í so gott sum hvørjari bygd. Men í dag er tøknin so framkomin, at tað ger næstan [...] at eg havi verið noyddur at ringja til Fólkayvirlitið og spyrja tey, um upplýsningar, sum tey í veruleikanum, sum skipanin er í dag, áttu at ringt til mín at fingið, sigur Niels Pauli. Náa ikki alt Niels
aftur at "spæla soldátur", sum ein annars skal. Djóni býr á kassernuni við Rosenborg, tí har er drotningin júst nú, og tá hon er har, so er parada hvønn dag. Annars er lívið sum gardi ella tónleikari merkt [...] og ein túrur er hvønn dag klokkan 10.00, sigur Djóni, sum tó má upp við morginum at venja nýggj løg. Og verður so kongaligt brúdleyp í næstum, sum útlit eru til, so verður ein føroyingur millum kongaligu [...] stóð vakt, sum ein av eyðkendu vaktarmonnunum í stóru lodnu húgvunum. Og hesar kenna øll og mong hava helst roynt at fáa onkran teirra at flenna ella at smílast, hóast teir eiga at láta sum einki. - Serliga
Honum dámar best at sita heima í teknistovu síni á Skála og tekna føroysku politikararnar. Hann er sera sjáldsamur gestur "heima" hjá tingmonnunum - í løgtinginum. Fyri ikki at siga ongantíð. Seinastu [...] Seinastu jólini gjørdust tó eitt undantak. Tá Óli Petersen vildi handa sjálvum tingformanninum, sum mangan hevur staðið fyri skotum á baksíðuni í Sosialinum, ta nýggjastu Skemt-bókina, helt Edmund Joensen fyri:
vikuna, sum er 8 - 10 síður. Annars hava næstan øll hini fakini uppgávur sum skulu latast inn fýra ferðir hvørt semestur. Hesar uppgávur eru eisini rættiliga stórar. Harumframt er tað lesingin, sum kemur [...] gloyma mínir »room-mates«, sum eru fýra amerikanarar, sigur Hans, tá vit hava fingið ein kaffimunn í kalda kavaveðrinum norðuri á Eiði. Hans býr á einum studentabústaði, sum er á skúlanum. Fyrsta árs [...] elstu bygningunum, sum eru einaferð frá 1600 talinum. Smáir bólkar - Eg hevði altso væntað, at har fóru at vera stórir fyrilestrar, men tað er tað lítið og onki av, sigur Hans, sum lesur búskaparfrøði