Manningin á Nærabergi fekk longda jólafrítíð

Tá verkfallið var av leygardagin, løgdu flestu skipini frá landi aftur. Men Næraberg má liggja nakrar dagar enn, orsaka av umvælingum í maskinuni. Skipið verður væntandi klárt at fara avstað aftur leygardagin

Nógv ungfólk eru við Nærabergi, og hjá teimum kemur helst væl við at fáa nakrar dagar eyka heima.
          Við Nærabergi eru um 80 fólk, harav eru einar 20 kvinnur. Fleiri pør eru millum manningina, so ikki allir kunnu syngja við sanginum, ?Nú má eg aftur fara... sig mær farvæl mín kæra?.
Tá verkfallið var av, fóru flestu skipini avstað aftur, men Næraberg hevði fingið maskinskaða og mátti tískil liggja nakrar dagar.
 

 
Hanus Hansen, stjóri hjá JFK-Trol, sigur, at árið í fjør ikki var nøktandi hjá Nærabergi, men at tað nú sær heldur ljósari út.
-         Vit hava fingið ísetta eina fiskapumpu, sum fer at geva okkum eina
javnari tilgongd av rávøru  og fer at hækka góðskuna av framleiðsluni, sigur hann.
          Hann sigur eisini, at teir aftur í ár hava fingið loyvi at royna í ES-sjógvi. Fyrrárið hevði Næraberg loyvi at royna í ES-sjógvi, og tað árið royndist heldur frægari enn árið í fjør.
          Mannbjørn í Grund førir Næraberg, sum fer undir Føroyar at royna.