Stendur ikki á at fáa tíðina at ganga

Í Hvalba eru nakrir dreingir, sum brúka tað mesta av tíðini uttandura, har teir fáast við spæl, sum avspeglar gerandisdagin hjá teimum vaksnu

Barnaspæl

Hvalba: Ofta verður sagt, at nú á døgum spæla børn ikki sum fyrr. Fyrr spældu børn úti og ofta var spælið ein avspegling av arbeiðnum hjá teimum vaksnu.
Men gakk vekk við børnum nú á døgum, tí nú sita tey bara frammanfyri sjónvarpi og teldu og alt spæl nú á døgum er frammanfyri skíggjanum við einum joystikki í hondunum.
Uttan iva er nakað um hetta.
Men onkustaðni eru enn børn ið spæla, sum børn gjørdi fyrr.
Í Hvalba eru nakrir drongir, sum framvegis brúka tað mesta av síni frítíð uttandura.
Fróði, Allan, Ørvur, Pætur, Evald, Poul og Kenneth og onkrir aðrir við, eru dreingir, sum brúka nógva tíð undir opnum himmali.
Í alt heyst hava teir havt eitt heilt serligt spæl, sum sanniliga hevur avspeglað tað, sum tey vaksnu hava fingist við í Hvalba í alt heyst.
Hvalbingar eru vanir at hava seyðasýningar um heystið og tíðiliga hugkveiktir av tí, eru nakrir drongir í bygdini eisini farnir at sýna seyð.
Men sjálvsagt hava teir ikki ordiligan seyð at sýna. Tað, teir hava fingið sær til seyð, eru hornini á veðrum og lombum, sum vórðu flett í heyst.
Og í fyrireikingum standa hornasýningarnar hjá hesum drongjunum ikki ein tumma aftanfyri seyðasýningarnar hjá teimum vaksnu.
Teir hava skiftst um at hava hornasýningar heima hjá hvørjum øðrum og so endaði alt við eini stórari finalu, har tey allarvakrastu hornini vórðu kosin.
Til hvørja sýning høvdu teir steyp, sum teir sjálvir gjørdu so kynstriga, sum hugsast kundi, men til sjálva finaluna høvdu teir keypt steyp.
? Vit býttu hornini upp í tveir bólkar. Ein bólkur var við veðrahornum og ein var við lambshornum fortelur 12 ára gamli Allan Sveinbjørnnsson okkum.
Hóast hann er ein av undangongumonnunum í hesum spælinum var tað ein annar, Fróði Tausen, sum fann uppá, at teir skuldu fara at spæla hetta her.
Drongirnir hava í alt heyst roynt at savna tey vakrastu hornini saman.
Og tá ið so sýningarnar vóru, vórðu hornini máld og skoðað. Hornini vóru bæði máld í longd og ummáli og annars skoða at vita um lop var á teimum ella um onnur lýti vóru, sum drógu frá. Alt var nágreiniliga skrivað upp í eitt skema og so varð talt saman og drigið frá, áðrenn vakrastu hornini vórðu vald og tey fingu síðani steyp, fyrst vakrasta lambshornið og síðani vakrasta veðrahornið.
Á sjálvari finaluni vóru bara tey hornini við, sum høvdu vunnið í hinum undansýningunum.

Kastar kongar
Men áðrenn hvørja sýning, máttu teir fyrst i hagan at reka. Teir hava allir havt hornini ?gangandi? í haganum og áðrenn sýningarnar máttu teir at reka. Dreingirnir í Nesi hava havt síni horn ?gangandi? í einum hamara og har er so bratt, at teir noyðast at síga eftir teimum fyri at fáa tey aftur. Eftir sýningarnar, eru tey so slept aftur í hagan.
Hann sigur, at tað hevur verið stuttligt í ár og at teir ætla sær at taka táttin uppaftur næsta ár.
Hóast sýningarnar eru lidnar, stendur ikki á at fáa tíðina at ganga og enn eru teir av og á og reka eftir hornunum, sigur Allan.
Men annars hevur hann eisini eitt annað spæl, sum tað munnu vera ógvuliga fáir óvitar, sum spæla nú á døgum: Hann kastar kongar.
Við góðari hjálp frá abbanum í Nesi, Allanum, hevur hann útvegað sær bæði purkur, jallar, kongar og kast og nú spælir hann viðhvørt at kasta kongar við yngra bróðurinum, Bjørgvin.
Men ikki sigast annað, enn at tað, sum Allan spælir, vísur, hvønn áhuga hann hevur.
Hann er dúgligur sum fáur at fáast við seyð, er ofta burtur í haga og kennir hvørja kleyv í Innaru Homrum, sum er hagin, tey eiga í.
Og Tvær ferðir hevur abbin havt hann við í Lítlu Dímun eftir seyði.
Tað var ordiliga fínt, sigur hann, hóast hann eisini viðgongur, at tað eru strævnir dagar og at tað summastaðni er bratt og ringt at ganga.Men hann hevur stav og tá ið ansað verður eftir, bilar ikki.
Og hann hevur langt síðani gjørt av, at tá ið hann verður stórur, skal hann verða bóndi og so skal hann eisini smíða fyri fólk afturat so at eitt livibreyð fæst burturúr.
At spæla við teldu, tað dugur hann eisini. Men tað er nakað, teir fáast við heilidagar og tá ið illveður er og onki gerst úti....