Mafian hjálpti Berlusconi

Eitt sakarmál ímóti einum av næstu medarbeiðarunum hjá italska forsætisráðharranum hevur avdúkað, er stjórnarleiðarin eftir øllum at døma hevur havt gott samband við mafiuna.

Upplýsingarnar eru komnar fram í einum sakarmáli ímóti Dell'Utri, sum fyrr hevur verið stjóri í einari reklamufyritøku, sum Silvio Berlusconi, forsætisráðharri eigur. Fyrrverandi stjórin er ákærdur fyri at hava havt samband við mafiuna.
Í sambandi við málið avhoyrdi ein dómstólur á Sisilia fyrradagin fyrrverandi mafialeiðaran Antonino Giuffre, og í rættinum greiddi hann frá, at Berlusconi hevði havt ein fund við teir fremstu mafialeiðararnar á Sisilia í áttatiárunum. Fundurin var heima hjá Berlusconi í Milano.
Sambært Giuffri endaði hetta við, at mafian fór í hernað ímóti teimum kristiligu demokratunum, og endin var, at flokkurin fór í upploysn í 1993. Um hetta sama mundið fór Berlusconi undir at skipa sín egna flokk, Forza Italia, sum skuldi fáa fatur á veljarunum, sum teir kristiligu demokratarnir høvdu havt. Tað eydnaðist eisini.