Honum dámar best at sita heima í teknistovu síni á Skála og tekna føroysku politikararnar. Hann er sera sjáldsamur gestur "heima" hjá tingmonnunum - í løgtinginum. Fyri ikki at siga ongantíð. Seinastu jólini gjørdust tó eitt undantak. Tá Óli Petersen vildi handa sjálvum tingformanninum, sum mangan hevur staðið fyri skotum á baksíðuni í Sosialinum, ta nýggjastu Skemt-bókina, helt Edmund Joensen fyri: hví ikki støkka inn á gólvið hjá tingmonnum. So varð, tó at tingmenn tá vóru til døgurða. So teir báðir, tingformaðurin og teknarin dvaldust eina góða løtu í tí nýumvælda tinginum, har tingformaðurin vísti síni góðu evni at greiða frá teimum broytingum, har eru gjørdar. Tað er og skal altíð vera nakað hátíðarligt og tignarligt yvir tingformansstarvinum, og tí handaði teknarin Edmundi Joensen nýggjastu Skemtbókina, meðan hann sat í formanssessinum. Teknarin á Skála royndi seg so eisini í einum av tingsessunum, meðan tingformaðurin hevði orðið.
Skemt 2002 er framvegis at fáa um alt landið.









