at taka hesa uppgávu, sum ein og hvønn annan landsdyst. - Í útgangsstøðinum er talan jú um ein vanligan dyst. Vit fáa framvegis bara trý stig, um vit vinna, og tað er so tað, sum vit mugu fyrihalda okkum [...] okkara spæl at koyra, so halda vit litavum frá at skapa so øgiliga nógv. Teir fáa eitt láturliga bíligt brotsspark og so eitt mál, sum er tjúkt off-side. Umframt tað, so høvdu teir ikki so nógvar møguleikar [...] at halda fast við tann partin av spælinum, sum riggaði seinast, og fáa vit so eisini spælið hjá okkum at hanga saman frameftir vøllinum, so kann tað væl vera, at vit koma at geva týskarunum mótstøðu.
kommunubygnaðin. Men tað var bara ein flokkur sum møtti og tað var hennara egni flokkur, Fólkaflokkurin. Boykottaðu fundin Grundin til, at uppmøtingin var so vánalig er fyri ein part, at onkur misskiljing [...] kommunur skulu vera, hvørji málsøki tær skulu umseta og hvussu kommunurnar skulu klára at fíggja umsitingina. Men hon leggur dent á, at talan skal vera um ein samlaðan pakka. - Tað verður ikki so, sum ávísir tinglimir [...] Startskotið skuldi vera ein fundur, sum landsstýriskvinnan í innlendismálum hevði bjóðað umboðum fyri allar flokkar at koma á mikumorgunin at viðgerða spurningin. Tá hevði Annika Olsen ætlað, at ein politiskur
Mjølnir ein lítlan fyrimun fram um Drátt, sum eisini er við har frammi, tí tey bæði feløgini hava spælt ein dyst minni. Men allíkavæl er sera tætt millum tey fremstu, og sum tað sær út í løtuni, kann í ve [...] øll trý trunka seg saman, so bara eitt stig er millum nummar tvey og fýra. Tveir torførir dystir SÍ, sum alt kappingarárið hevur verið oddalið, tekur í Sørvági ímóti Mjølnir, sum fyri tað nógva hevur verið [...] gjørt nakað við SÍ, sum bara hevur tapt tann eina dystin, ið var á útivølli ímóti TB. Men trýstið liggur á Mjølnir, sum óivað fer at gera sítt besta, tí tvey óvæntað stig kunnu vera nógv verd, nú endaspurturin
gvingini, sum í dag er krumtappurin í virkseminum hjá Atlantsflogi. - Tað gevur jú øðrum sama møguleika at koma inn á okkara rutu, sum vit fáa hinvegin, og tað er sum so í tráð við tað, sum vit hava ynskt [...] tíðina sagt, at treytirnar mugu vera eins báðar vegir, og tað er í grundini tað, sum nú er hent. Hinvegin haldi eg ikki, at verandi skipan hevur verið nøkur forðing sum so, tí myndugleikarnir hava altíð [...] millum annað vera nakað av tí, sum kappingin í framtíðini kemur at snúgva seg um. Tá verða tað lutir sum marknaðarkunnleiki, heimstaður og annað, sum kemur at vera kappingarparametrini. Ikki nakar altjóða risi
men gjørt okkurt annað. Tí um so er, so havi eg kanska valt onkran á ting undir skeivum fortreytum. Hetta er tað, ið vit í dag kalla ”krógva endamál ”, og tað kann aldrin vera rætt Fólk gera onki uttan eitt [...] ”krógvaðum endamálum”, so gongur galið. Vit flenna øll eftir Afrika. Tí har gongur jú bara galið. Tey duga ikki. Sovorðið tvætl. Men hví gongur tað galið? Tí vit hava ov nógv fólk og feløg sum Samherji. Ov nógv [...] ikki so langari tí síðani, vóru fleiri faldarar sendir í hvørt hús í landinum. Mær er sagt, at tað kostaði fleiri enn 65.000 kr. pr. faldara at fáa út. Nógvur peningur í mínari verð. Kjakast kann um, um
yvirtikið málsøki, hava vit bara ein biskup. Vit skulu nú ikki bara fáa ein biskup at fyrihalda okkum til, vit fáa eisini ein biskup við stórum myndugleika. Bara tær kirkjulógir, sum eru samtyktar á Føroya [...] hvussu góður ein er, er ein vandi í sjálvur sær. Ein biskupur kann grógva fastur í sínum starvi, hella seg til tey somu og koma í fastlæstan vana. Hann kann gerasta ein bremsa heldur enn ein stuðul. 6. Við [...] báðir partar! – á ein góðan hátt luft fyri síni hugsan og rætt at koma til orðanna bæði so og so. Júst sum í biskupsvalinum, sum nú er fyri. 2. Sagt verður, at ”biskupsval við ármálseting kemur at krevja
okkum fyri, hvat ein kapping kann føra við sær?. Hugsast kann, at rásirnar verða so sundurpettaðar, at eingin hevur nøkulunda fíggjarligar umstøður, so eingin rás er nýtilig. Og okkara kann jú ikki nýtast [...] Aðrastaðir sigur ein, at ?Public Service? er ein sáttmáli við skyldum, har ein so fær nakað afturfyri, nevniliga brúkaragjald. Men trupulleikin hjá okkum er, at Føroyar eru so smáar, so fá húsarhald. Og [...] kostar tað sama at framleiða á føroyskum, sum á útlendskum, so er grundarlagið so lítið, so okkara fyrimunur er so lítil í mun til skyldurnar, sigur Tróndur Djurhuus, sum tó leggur dent á, at hann metir hvørki
óvanligt er, sum ein slík antenna kann skaða. Men tað hevur hann enn ongantíð verið úti fyri, sigur formðaurin í friðingarnevndini. Ein støð er sett upp Millum Fjarða, sum skuldi virka sum ein roynd at vita [...] einki samband er tað sama sum fullveldi, so hava tey fullveldi í Funningsfirði. Í øllum førum tey, sum ætla at nýta fartelefonina. Tí hon virkar ikki. Fólk í Funningsfirði, sum Sosialurin hevur hitt, siga [...] hava stungið seg upp. Tað ber ikki til bara at fara í hagan at seta støðir og antennur upp, sum einum lystir. Tað skulu fleiri ymisk loyvi til, og tað kann viðhvørt vera leingi at fáa tey til vega. Kári T
myndina, ið hugsast kann. Tað verður altíð ein onnur mynd, sum tekur metið frá teirri, tú helt vera vakrast. Myndin av kvøldarsólini, eg tók hendan seinnapartin í síðstu viku, fær okkum í ein ávísan mun at skilja [...] Føroyar eru vakrar - ikki bara um summarið, tá ið tær eru í summarbúna, men alt árið og eisini um háveturstíð í januar. Haldi, Rói Patursson hevur skrivað í fororðum til ein ferðamannafaldara, at tú nevniliga [...] tað er so vakurt at síggja úteftir Skálafjørðinum beint nú. Jú, tað havi eg sæð, og myndin er longu tikin... Vísi honum myndina á telduni. Hampiliga góð av einum amatøri. ... Veðrið hevur verið so frálíka
kunnu vera í stríð við altjóða sáttmálar. – Og eitt veit eg: Tá ein lóg verður dømd at vera í stríð við Europeiska Mannarættindasáttmálan, so má hon víkja, tí hann kemur framum vanligar lógir. So vit kunnu [...] fella. Tað hevði jú verið harmiligt, tí vit eru ein stórur meiriluti, sum eru samd um endamálið. Men tað kann vera sera ringt at fáa nakað á beint aftur, sum bæði er byrjað skeivt og á skeivan hátt. Tí hava [...] týdningarmestu ivaspurningunum, sum eg siti við, og sum mugu vera svaraðir, áðrenn eg kann umhugsa at trýsta á grøna knøttin. Eisini havi eg roynt at vísa á nakrar møguleikar aftrat, sum vit hava, nú vit tíverri