Boykottaðu fund hjá Anniku Olsen

Hvørki samgonga ella andstøða vildu taka av eini innbjóðing frá Anniku Olsen um at møta á fundi at viðgera framtíðar kommunubygnaðin í Føroyum. Sjálv ætlar landsstýriskvinnan sær at stríðast víðari

Mikudagin skuldi veruligt hol setast á politiska arbeiðið at finna eina semju um framtíðar kommunubygnaðin á fundi.
Startskotið skuldi vera ein fundur, sum landsstýriskvinnan í innlendismálum hevði bjóðað umboðum fyri allar flokkar at koma á mikumorgunin at viðgerða spurningin.
Tá hevði Annika Olsen ætlað, at ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum skuldi fara undir arbeiðið at finna eina semju um kommunubygnaðin.
Men tað var bara ein flokkur sum møtti og tað var hennara egni flokkur, Fólkaflokkurin.

Boykottaðu fundin
Grundin til, at uppmøtingin var so vánalig er fyri ein part, at onkur misskiljing var íkomin og onkur hevði ikki fingið boð, sigur Annika Olsen.
Men tað er í øllum førum heilt greitt, at ein orsøk er eisini tann, at politiskir flokkar bæði í andstøðu og í samgongu, beinleiðis boykotta arbeiðið.
Flokkarnir í andstøðu hava boðað frá, at eftir teirra tykki, er støðan í samgongu so ógreið, at tey fara ikki at møta í nøkrum politiskum fylgibólki at viðgera kommunubygnaðin, fyrrenn samgongan sjálv er greið yvir, hvat hon ætlar.
Og Javnaðarflokkurin í samgonguni hevur somu støðu.
Tá ið aðalorðaskiftið var í Løgtinginum um kommunubygnaðin, mælti Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður, beinleiðis Anniku Olsen til at blaka álitið um framtíðar kommunubygnaðin í ruskspannina.
Hann sipaði til, at Fólkaflokkurin er ósamdur innanfloks, at tað fæst hvørki høvd ella hali á nøkrum.
Og nú ger John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, greitt, at støðan í samgonguni er so ógreið, at Javnaðarflokkurin fer ikki í nakran politiskan fylgibólk, fyrrenn hann fær ein greiðan arbeiðssetning.

Rættiliga niðurbrótandi
Eftir at bara Fólkaflokkurin møtti á fundinum, ásannar landsstýriskvinnan, at hon hevur ein trupulleika.
Hon dylir ikki fyri, at hon er rættiliga vónbrotin at móttøkuni, sum ætlanin hevur fingið í løgtinginum.
Serliga er hon vónbrotin av fleiri av sínum egnu floksfeløgum í Fólkaflokkinum, sum hvørki tóku undir við endamálinum ella við mannagongdini.
- Hetta hevur verið rættiliga niðurbrótandi, sigur hon.
- Men trupulleikin er ikki størri enn so, enn at hann kann loysast, staðfestir hon í sama viðfangi og eg havi framvegis vón um, at tað ber til at loysa málið, leggur hon afturat.
Hon leggur afturat, at vil andstøðan ikki taka av eini innbjóðing at vera við í arbeiðnum, verður tað hennara sak.
Annars metir hon, at tað eru bara nakir fáir tinglimir í samgonguni, sum eru ímóti ætlanini.
- Men tað ber ikki til, at nakrir fáir tinglimir skulu sleppa at beina fyri eini so týðandi ætlan.

Leggja saman við lóg
Ein grundleggjandi ósemja er um kommunur skulu leggja saman við lóg ella ikki, men ta ósemjuna heldur hon, at tað ber til at loysa við samskifti ímillum flokkarnar.
Hon leggur dent á, at tí hevur hon á ongan hátt slept ætlanini.
Nú fer hon at reisa málið á einum samgongufundi fyri at finna út av, hvørja støðu, samgongan samanumtikið hevur til ætlanina.
- Málið er í grundini einfalt. Tað snýr seg um at áseta, hvussu nógvar kommunur skulu vera, hvørji málsøki tær skulu umseta og hvussu kommunurnar skulu klára at fíggja umsitingina.
Men hon leggur dent á, at talan skal vera um ein samlaðan pakka.
- Tað verður ikki so, sum ávísir tinglimir halda, at kommunurnar skulu fáa ávís málsøki at umsita, so finna tær sjálvar útav at leggja saman.
- Skúli og eldraøki eru so týðandi málsøki, at tað verður ikki lat undir kommunurnar, uttan at full vissa fæst fyri, at tær eru førar fyri at umsita tað á fult nøktandi hátt og tað verða tær bara um tær leggja saman.
Tað verður heldur ikki so, sum aðrir tinglimir halda, at kommunur skulu leggja saman fyrst og so fáa tær ávís málsøki at umsita aftan á.
- Leggja kommunur saman, mugu tær hava nakað at leggja saman til. Tað er onki endamál at leggja saman bara fyri at leggja saman og tí mugu kommunurnar vita, hvat tær fáa at umsita.
Annika Olsen leggur tískil dent á, at samanlegging, fíggingin og málsøkini skulu fylgjast í einum samlaðum pakka.
So fer politiska viðgerðin at vísa, hvussu stórur pakkin verður og tað dugir hon ikki at siga nakað um enn.
Og sjálv er hon ikki bangin fyri at leggja kommunur saman við lóg, verður tað neyðugt, tí hon er sannførd um, at okkurt má henda.
- Sum støðan er nú, er tað mín sannføring, at skal nakað henda á økinum, verður tað neyðugt at gera tað við lóg, leggur hon afturat.
- Men eg skal ikki gera hetta til ein avgerandi spurning, skoytir hon upp í.
Annika Olsen sigur, at hon miðjar eftir at kunna leggja uppskot fyri Løgtingið í heyst um, hvussu nóvir kommunur skulu vera, hvørji málsøki skulu vera og, hvussu tey skulu fíggjast.
Les eisini greinina: Hurlivasi í samgonguni um kommunubygnaðin