róndur Djurhuus, stjóri í Sjónvarpi Føroya, heldur kapping vera góða, men hann vónar, at tað alsamt verða skaptar fyritreytir, so fjølmiðlarnir í almennari tænastu kunnu røkja sínar uppgávur betri og betri.
Hann heldur, at politiska skipanin alla tíðina má vera medvitandi um, at tað, sum við tógvi stríð er bygt upp, skjótt kann fara fyri bakka.
- Nú sipi eg ikki til nakran ávísan umsøkjara her, men aðrastaðni hava vit sæð, at almennu rásirnar hava fingið kapping frá kappingarneytum, ið hava ráð og loyvi til at hava stórt hall í mong ár. T.d. hevur TV3 havt hall í mong ár, men TV3 hevur stóra fyritøku aftanfyri seg, sum vinnur sín pening aðrastaðir, sigur Tróndur Djurhuus.
- Almennu rásirnar kunnu hava trupult við at fylgja við. Ein kann hava sum grundsjónarmið, at kapping er sunn, men álíkavæl hugsa um, at ein livir í einum óvanliga lítlum samfelag. Mín pástandur er, at einki øki í heiminum, sum er so lítið sum Føroyar, hevur eina sjónvarpsrás t.d., sum økið sjálvt rindar fyri. Tað, ið líkist mest, er t.d. TV2 Bornholm. Og hana eru teir ikki einsamallir um at rinda fyri, sigur Tróndur Djurhuus, og leggur afturat, at støðin sendir minni enn SVF, men hevur væl størri fíggjarætlan.
Sjónvarpsstjórin heldur ikki, at SVF eftir 15 árum enn er komin upp á støðið, ið krevst, fyri at vera almenn sjónvarpsrás. Hvørki í sendingum ella fíggjarliga.
Veikt grundarlag
- Tá stendur ein við einum ítøkiligum spurningi, ið myndugleikarnir mugu hugsa um. Eru Føroyar so smáar, at vit veruliga mugu ansa okkum fyri, hvat ein kapping kann føra við sær?. Hugsast kann, at rásirnar verða so sundurpettaðar, at eingin hevur nøkulunda fíggjarligar umstøður, so eingin rás er nýtilig. Og okkara kann jú ikki nýtast enn, kann ein siga, heldur Tróndur Djurhuus.
Hann heldur spurningin um eitt ella fleiri sendiloyvi vera truplan, men heldur tað vera í lagi við fleiri loyvum. Men myndugleikarnir mugu gera sær greitt, hvat er neyðugt sum grundarlag undir almennu støðunum. Okkara er framvegis ov veikt. Men Tróndur Djurhuus minnir á, at myndugleikarnir hava sagt, at vit skulu hava eitt líkinda megin útvarp og tað sama við sjónvarpinum.
Tróndur Djurhuus heldur, at, at tað, at almennu rásirnar hava ávísar skyldur, er tyngjandi, men afturfyri hava tær møguleikan at verða fíggjaðar við sjónvarpsgjaldi, brúkaragjaldi.
Fyrimunurin er lítil
- Aðrastaðir sigur ein, at ?Public Service? er ein sáttmáli við skyldum, har ein so fær nakað afturfyri, nevniliga brúkaragjald. Men trupulleikin hjá okkum er, at Føroyar eru so smáar, so fá húsarhald. Og í eini verð, har tað kostar tað sama at framleiða á føroyskum, sum á útlendskum, so er grundarlagið so lítið, so okkara fyrimunur er so lítil í mun til skyldurnar, sigur Tróndur Djurhuus, sum tó leggur dent á, at hann metir hvørki seg ella útvarpsstjóran at hava nakað grundleggjandi ímóti, at onnur senda. Hinvegin sigur hann, at teir báðir hava sitið í nevndini, ið hevur gjørt lógartekniska arbeiðið fyri landstýrismannin. Tróndur Djurhuus metir, at teir báðir hava arbeitt fyri eini nútímans kringvarpslóg, og hava millum annað havt ta áskoðan, at møguligir kappingarneytar ikki skulu verða bundnir av at vera nærvarp, men skulu hava loyvi at virka í størri høpi.
- Vit renna okkum alla tíðina í, at Føroyar eru so smáar. Men skulu vit hava fleiri støðir og eisini hava líkinda almennar støðir, so mugu myndugleikarnir taka til eftirtektar, at so krevst haldgott grundarlag, tí hetta er ein kostnaðarmikil vinna og nógv skal til at halda bara eina rás gangandi, sigur sjónvarpsstjórin.
Peningur skal til
- Eg haldi myndugleikarnir skuldu gjørt sær greitt, hvat eitt føroyskt sjónvarp skal kosta árliga. Sjálvur meti eg, at talið skuldi verið okkurt um 10 milliónir hægri enn í dag. Um vit siga, at vit í dag liggja nærhendis 24 milliónum, sum vit fáa til vega so og so við brúkaragjaldi, so haldi eg, at fyri at liva upp til tað, ið væntast av okkum, so krevjast eini 10 milliónir afturat, sigur Tróndur Djurhuus, men leggur dent á, at hetta er ein politiskur spurningur, hvørt hetta skulu vera almennar krónur, ella pengarnir skulu koma inn aðrar vegir.
Sjálvur sigur hann seg vera við uppá at royna allar mátarnar at fáa peningin til vega.
Tróndur vil fegin bjóða teimum, ið søkja sendiloyvi, vælkomnum. Tó hevur hann merkt sær, at onkur umsøkjari hevur sagt alment, at hann ikki væntar at kunna forrenta íløgurnar tey fyrstu mongu árini.
- Aðrastaðir hava vit sæð, at støðir hava havt so stóra fígging aftanfyri seg, at tær hava kunnað koyrt við sera stórum halli í áravís. Nú veit eg ikki, um tað er galdandi her, men tílíkt kann koma at koppa myndini og kann vera eitt sindur vandamikið. Grundsjónarmiðini halda ikki altíð. Í Danmark, sum er 100 ferðir størri enn vit, hevur ein havt lokalsjónvørp. Tey eru burtur nú. Nú eru 4 stórar støðir. DR, TV2, TV3 (danski parturin), og TV Danmark, har allar tær týðandi nærstøðirnar eru lagdar saman, tí í Danmark ikki var grundarlag fyri lokalsjónvarpi. So kann ein spyrja, um tað ikki er niðurbrótandi, um fleiri koma, sigur Tróndur Djurhuus, ið minnir á, at hugsanin við smáu støðunum var at menna demokratiið, og tann hugsanin er jú burtur við samanleggingini.
Størri atgongd
Tróndur heldur hugsanina um eina sjónvarpsrás við størri atgongd vera á góðari leið. Tað er lætt at gera tilfar við nýggju tøknifrøðini, so SVF t.d. kundi fingið tilfar frá øðrum. Her hugsar hann bæði um sokallað bandverkstøð, har øll kunnu gera sendingar, og um serkønar fyritøkur, ið kunnu framleiða, og at alt verður sent á einari rás. Hetta metir Tróndur Djurhuus vera skilagóðan hátt at reka sjónvarp í so lítlum øki, sum Føroyar eru.
- Eini 10 milliónir afturat, størri atgongd frá almenninginum og ?kommersiella? umhvørvinum, meti eg hevði verið besti hátturin fyri sjónvarpsvirksemi í Føroyum, sigur Tróndur Djurhuus.