Flogferðsla
Á landsstýrisfundi tann 31. oktober varð avrátt, at Føroyar nú skulu knýtast at loftferðslupakkanum hjá ES, ella teirri sonevndu ECAA-avtaluni.
Hetta merkir, at frá 1. januar 2007 verður latið upp fyri fríari kapping á føroya-flúgvingini, samstundis sum føroysk feløg - t.e. Atlantic Airways - eisini fáa møguleika at flúgva upp á rutur innan ES-lond í javnbjóðis kapping við flogfeløg í ES.
Betri atkomuligheit
Tað føroyska virkið, sum fyrst og fremst kemur at merkja broytingarnar í hesum, er sjálvandi Atlantic Airways, sum í dag er einsamalt um Føroya-flúgvingina, men Magni Arge, stjóri, tykist á ongan hátt at vera ræddur um nýggju avbjóðingina.
- Alt hevur jú í minsta lagi tvær síður. Men her hjá okkum hava vit valt at síggja hetta sum eina nýggja avbjóðing, sum gevur okkum nýggjar møguleikar.
Spurdur, hvørjar ítøkiligar broytingar hetta kann geva hjá føroyska felagnum, sigur stjórin, at tað kanska er nakað trupult at siga her og nú.
- Tú kanst í øllum førum siga, at vit við hesum fáa betri møguleika at gera effektiva nýtslu av flotanum hjá okkum, sum nú telur fimm flogfør. Tí vit kunnu neyvan brúka øll hesi til bara at flúgva millum Føroyar og Danmark. Í dag gera vit sjálvandi eisini nýtslu av flogførunum til aðrar rutur, men í verandi støðu mugu vit hvørja ferð søkja um loyvi, um vit vilja víðka ferðslunetið hjá okkum. Eitt nú hava vit í summar flogið Føroyar-Aberdeen-Stansted, men tá hava vit ikki havt loyvi at taka ferðafólk millum Aberdeen og Stansted. Við nýggju avtaluni kunnu vit gera hetta, um vit hava hug. Ætlanirnar skulu tá bara fráboðast, so á tann hátt verður tað meira ómaksleyst hjá okkum at koma inn á ymsu ruturnar.
Frátekur politiskari stýring
Hinvegin, so ásannar Magni Arge eisini, at broytingin kann seta nýggj krøv á Føroya-flúgvingini, sum í dag er krumtappurin í virkseminum hjá Atlantsflogi.
- Tað gevur jú øðrum sama møguleika at koma inn á okkara rutu, sum vit fáa hinvegin, og tað er sum so í tráð við tað, sum vit hava ynskt. Tá vit hava tosað við myndugleikarnar um broytingar á Føroya-rutuni, hava vit alla tíðina sagt, at treytirnar mugu vera eins báðar vegir, og tað er í grundini tað, sum nú er hent. Hinvegin haldi eg ikki, at verandi skipan hevur verið nøkur forðing sum so, tí myndugleikarnir hava altíð givið tilsøgn, tá umsóknir eru lætnar inn. Men tað frátekur politisku skipanini møguleikan fyri at stýra útboði og prísseting á rutuni. Og tað vil náttúrligt vera nakað, sum vit eisini skulu tillaga okkum.
Men vil Atlantic Airways ikki altíð hava ein náttúrligan fyrimun í júst hesi kappingini, tá tit hava tykkara heimstað í Føroyum?
- Tað vil so millum annað vera nakað av tí, sum kappingin í framtíðini kemur at snúgva seg um. Tá verða tað lutir sum marknaðarkunnleiki, heimstaður og annað, sum kemur at vera kappingarparametrini.
Ikki nakar altjóða risi
Og ætlar Atlantic Airways sær nú í enn størri mun at gerast partur av hørðu kappingini á stóra europeiska marknaðinum?
- Sjálvandi gevur hetta okkum nakrar nýggjar møguleikar. Men tú skalt so ikki rokna við, at vit í næstum fara at operera kring alt Europa. Kappingin á marknaðinum er knallhørð, og vit eru alt ov veikir, tá talan er um málrættaða marknaðarføring í ymsu londunum. Og kunnleiki okkara til ymsu marknaðirnar er eisini rættiliga avmarkaður í so máta.
- Sum eg síggi tað, so verður tað framvegis okkara lutur at finna nakrar nisjur á marknaðinum, har vit kunnu útfylla nøkur tómrúm. Ella kanska at gerast liður í einum samstarvi hjá størri feløgum, sum onkursvegna hava tørv á okkara hjálp. Og so mugu vit bara síggja, hvussu tingini kunnu útvikla seg har og frá, heldur Magni Arge at enda.










