høvuðleyst runnu í ferð eftir ferð. Eftir 73 minuttir fingu teir sigursmálið, og tað var vorðið sum mál: eftir innlegg úr høgru heilfluktaði Rógvi Fossdalsá við drønandi ferð, og so vóru stigini eftir á Svangaskarði [...] var greitt, at Skála hevur vunnið gull og flytir upp í 2. deild. Teir fáa steyp og gullkrónur í Gundadali eftir dystin móti HB. GÍ liggur best fyri í kappingini um silvurmerkini. Teir kundu havt avgjørt [...] samstundis sum ÍF í 1. deild skal spæla um rættin at halda fram í deildini. Verður endin soleiðis, so fer endaspælið um eitt pláss í 2. deild at bíða til endaspælið um eitt pláss í 1. deild er avgreitt
hevur tikið í móti tí. Umframt hetta hevur løgmaður eisini vunnið sonevndu Ísafjarðarsúluna, sum er gamla løgmanssteypið tvær ferðir, so tilsamans hevur løgmaður verið steypavinnari í Føroyum seks ferðir [...] serliga psyka til at fara allan vegin. Og knallhart arbeiði. Leikarar skulu psykast upp og vera klárir, tí tú kanst ikki gera tað gott aftur í næsta dystinum. Landskappingin er øðrvísi, men í steypakappingini [...] liðunum vinnur í morgin, so hava flestu leikararnir roynt at vunnið steypið áður og tikið í hondina hjá løgmanni. Sjálvur náddi Kaj Leo at taka lógvatak við tríggjar ymsar løgmenn, eftir at hava vunnið
hesum síðum, so tykjast tey í VB framvegis ikki vilja gera nýtslu av útlendsku leikarunum, sum óviljað endaðu í sentrum av útlendingamálinum í føroysku hondbóltskappingini. Í ítróttartíðindunum leygarkvøldið [...] boðini, sum formaðurin í hondbóltsdeildini hjá VB hevði at bera, tá hann varð spurdur um, hvørt tey framvegis ikki kundu gera nýtslu av leikarunum. Í hesum blaðnum skrivaðu vit annars í farnu vikuni, at nú [...] hava loyvi at vera í Føroyum. sigur Julian Olsen vegna kappingarnevndina. - Einastu ferð, at vit hava verið íblandaðir málinum, var tá leikloyvið varð útskrivað til VB. Tá kannaðu vit eftir, hvørt leikararnir
avmarkaðan grunn í familju við grunnin Nuuk - Reykjavík - Tórshavn. Undirtøka er ikki fyri filmsgrunninum hjá Sjúrði. Í staðin er semja - eitt breitt "forlig" - gjørd í mentanarnevndini, ið letur upp í hendurnar [...] mentanarráðharranum og landsstýrismonnunum í mentamálum í Føroyum og Grønlandi at finna leistin. Føroyavinurin og fólkatingsmaðurin, Eyvind Vesselbo, limur í mentanarnevndini, og sum vegna Vinstra hevur [...] mentafólkum í Føroyum at arbeiða. Hvat man hann billa sær inn? Skal DANMARK nú fíggja OKKARA list og mentan? DANSKIR pengar? Her er heilt galið. Tað reina fordærv. OKKARA mentan varð yvirtikin eftir fólkaatkvøðuna
móttakarar í sama øki Hann veit eisini, at tað er ein vanligur trupulleiki, at streymforsýningar í tólum fara. Og hann hevur í øllum førum staðfest, at dagin fyri eldsbrunan í Kvívík, var streymslit í bygdini [...] umfatandi kanningar settar í verk fyri at vita um móttakarar til sjónvarpssendingar frá Televarpinum hava eitt brek, sum ger, at eldur kemur í. Hesar kanningar eru settar í verk eftir at tað tvær ferðir hetta [...] herjað av eldi og tað hendi aftur í Kvívík sunnudagin 18. juli í ár, men ta ferðina fingu húsini ikki so stóran skaða. Í báðum førum er tað staðfest, at eldurin kyknaði í einum móttakara frá Televarpinum
veruliga er ogn Føroya fólks. Sjálvur eri eg ikki í iva um, at Føroya fólk eigur onki í veiðurættindum eftir rækjum og øðrum ið føroysk skip og feløg hava útvega í altjóða sjógvi, uttan mun til at lógin um vinnuligan [...] gagnnýta í altjóða sjógvi er blivi til ogn Føroya fólks. Tað er ikki Føroya Landsstýrið, Føroya fólk, politiskar flokkar ella búskaparfrøðingar ið hava útvega veiðurættindi eftir t.d. búrfiski í Atlantshavinum [...] felag og skip hava av teim søguligu rættindum sum eru fallin Føroyum í lut, og nøkur av teim feløgum sum vóru við frá byrjan av eru framvegis við í rækjuvinnuni. Tað stendur rimmarfast, at Føroyar fingu ikki
toftamonnum, síðani hann í summarsteðginum kom til landið, og tað er heldur einki at ivast í, at toftafólk hava tikið hann til sín. Hóast áskoðararnir kring Svangaskarð ikki rúgva so nógv upp í løtuni, so var taktfasta [...] Fram eftir vøllinum vildi lítið og einki bera til, og heldur ikki í verjupartinum tóktist liðið vera serliga sannførandi. Fuglfirðingar hinvegin tóktust uppsettir uppá, at niðurflytingarstríðið í øllum [...] smáskaddur Øssur Hansen mátti fara av vøllinum, tóktist broyta nakað um leikgongdina í spælinum, og tá Anderson so gandaði fyri aðru ferð, var leyst og liðugt. Staddur uttarliga í høgra borðið - einar 25-30
tveir berarar fáa børn er størri enn í flestu øðum londum. Hans Atli Dahl sigur, at tað er rættiliga einfalt at kanna og granska í sjúkuni, tí hon finst í Føroyum bara í einari útgávu, so vítt hann veit 25 [...] innihaldið av carnitine í blóði kostar, sambært Ulriku Steuerwald, 2.500 kr., meðan genkanning á Ríkissjúkrahúsinum kostar einar 3.500 kr.. Men er hetta besta loysnin? Í Odense í Danmark býr føroyski m [...] hvussu sjúkan er komin til landið. Einki land í heiminum hevur so stóran títtleika av CTD sum Føroyar, og tað kemur av inngiftu. Fara vit fimm ættarlið aftur í tíðina, eru øll meira ella minni skyld við hvørt
Landsverk hevur í dag 27 veðurstøðir, sum alt samdøgrið dagføra og upplýsa um vind, hita, ætt, vætu, lufttrýst og annað. Upplýsingarnar frá Landsverki um veðrið á heimasíðuni, appini og í útvarpinum stava [...] soleiðis at til ber at síggja vegirnar á heimasíðuni hjá Landsverki ella í fartelefonini. Forsagnirnar eitt samdøgur fram fáast við at fara inn á veðurkortið á forsíðuni á landsverk.fo. Har sæst nú tíma fyri [...] sær kring landið, skrivar Landsverk á heimasíðuni í dag. - Vit fegnast um at kunna bjóða føroyingum hesa nýggju tænastuna. Tað er eitt stórt framstig, tí í ivaveðri ert tú oftani ótryggur at koyra frá A til
hevur í veruleikanum ikki ein livandi kjans at vera í Danmark, áðrenn fríggjadagsflogfarið fer avstað. Sjálvt ikki, um teir fóru av stað beint eftir dystin. - Tí kunnu teir ikki verða í Føroyum fyrr enn [...] Fótbóltur Sum nevnt í blaðnum í gjár, so var upp á tal at flyta landskappingardystin millum HB og NSÍ. Hóskvøldið staðfesti kappingarstjórin hjá FSF flytingina fyri Sosialinum, og grundgevingin fyri hesum [...] longu sunnudagin, sigur Børge B. Hansen, kappingarstjóri hjá FSF. Vita einki Sum vit eisini nevndu í blaðnum í gjár, so er málið endað hjá FSF, tí runavíkingar ikki vóru sinnaðir at flyta dystin, tá HB spurdi