Nú eru umfatandi kanningar settar í verk fyri at vita um móttakarar til sjónvarpssendingar frá Televarpinum hava eitt brek, sum ger, at eldur kemur í.
Hesar kanningar eru settar í verk eftir at tað tvær ferðir hetta seinasta árið er staðfest, at móttakarar frá Televarpinum hava verið orsøkin til, at eldur er komin í sethús.
Tað sigur Michael Gram, politistur, sum hevur kannað hesar báðar eldsbrunarnar.
Tvær ferðir í eitt ár
Fyrri eldsbrunin var á Stykkinum hósdagin 3. september í fjør, tá ið eini hús vórðu rættiliga herjað av eldi og tað hendi aftur í Kvívík sunnudagin 18. juli í ár, men ta ferðina fingu húsini ikki so stóran skaða.
Í báðum førum er tað staðfest, at eldurin kyknaði í einum móttakara frá Televarpinum.
Báðir móttakararnir eru av merkinum ”Force, men talan var um hvør sítt model.
Báðir móttakararnir vórðu sendir til serfrøðingar í Danmark til tekniskar kanningar og í báðum førum varð staðfest, at tað var í teimum, at eldurin var kyknaður.
Báðir stóðu í bíðistøðu, tá ið eldurin kyknaði.
Úrslitið frá Dansk Brand og sikringsteknisk Institutt, DBI, vísir pura greitt, at tað er skammlop í móttakarunum, sum er orsøkin.
Michael Gram sigur, at nú er eftir at staðfesta, hvat hevur elvt til skammlop í móttakarunum.
- Tað kann vera ein feilur í sjálvum móttakaranum. Orsøkin kann eisini vera, at toran er sligin niður, men orsøkin kann eisini vera, at streymviðurskiftini frá SEV ikki eru, sum tey skulu, eitt nú at spenningurin er óregluligur.
- Men tað reisir so aftur spurningin, hvussu tað ber til, at talan í báðum førum er um móttakarar av sama merki, sum eru orsøkin til skammlop.
Politisturin tekur málið í so stóran álvara, at hann hevur verið í samband við bæði Televarpið og Brunaumsjón Landsins um málið.
- Er talan um feil í móttakaranum er tað øll grund til at vera á varhaldi, leggur hann afrturat.
Hann fegnast bara um, at báðir eldsbrunarnir vóru mitt um dagin.
- Tað kundi akkurát tað sama verið hent um náttina og so hevði fólk ligið og sovið í húsunum og avleiðingin av tí, tori eg ikki at hugsa um, sigur Michael Gram.
Elektrisk tól skulu sløkkjast
Michael Gram, politistur sigur, at moralurin av eldsbrununum á Stykkinum og í Kvívík, má vera, at vit skulu læra okkum at ansa betri eftir teimum elektrisku tólunum.
Tummilsreglan má vera, at tá ið vit ikki brúka tólini, skulu vit sløkkja kontaktini á vegginum, so at ongin streymur sleppur til tey.
Tað ger eisini, at tólini halda longri og eru betri vard fyri brekum, sum standast av ójavnum spenningi.
Tað finnast eisini spariskinnarar, har tú kanst sløkkja streymin til øll tólini bara við at trýsta á eina kontakt.
Sjálvur hevur Michael Gram ein ”TV Control Socket” har hann bara skal sløkkja á fjarstýringina, so slóknar streymurin eisini til móttakaran og øll onnur tól, sum eru bundin í.
Men hjá tí, sum ikki hevur nakað slíkt eru hyggjuráðini: Tak stikkið úr kontaktini, tá ið sjónvarpið ikki verður brúkt.
Tað kann skjótt bjarga mannalívi!
Hetta eru eisini eini ráð, sum Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum tekur til sín.
- Eru fólk ikki trygg við støðuna, er at taka stikkið úr kontaktini, tí so er ongin streymur til tólini.
- Tað sparir eisini streym, umframt at tólini halda longri, sleggur hann afturat.
Kanna málið til botns
Brunaumsjón Landsins tekur tað í størsta álvara, at móttakarar frá Televarpinum tvær ferðir hetta síðsta árið hava verið orsøkin til eldsbrunar.
Petur á Lava Olsen, deildarstjóri, sigur, at hann hevur fingið frágreiðingina frá Løgregluni og nú hevur hann sett sínar egnu kanningar í verk.
- Eg havi nú vent mær til Sikkerhedsstyrelsen í Danmark, sum góðkennir el-lutir, fyri at vita, hvørjar royndir tey hava av hesum móttakarunum í Danmark.
- Tey eru nú farin at kanna sítt tilfar fyri at vita um tey kenna nakað til, at trupulleikar hava verið við hesum móttakarunum.
Tá ið svarið kemur haðani, verður støða tikin til, hvat so skal henda.
Men tað er ringt at siga, nær svarið kemur.
Undarligt samanfall
Petur á Lava Olsen sigur, at ein ivaspurningur kann vera, at í Danmark eru tað ikki so nógv, sum hava móttakarar longur til sjónvarp, tí tey flestu eru í antennufeløgum og hava kaðalsjónvarp.
Hann viðgongur kortini, at tað er undarligt, at sama slagið av móttakarum er orsøkin til tveir eldsbrunar, so hann tekur málið í tí álvara, tað skal.
Hann fer eisini at kanna eftir um ein útvegur er at leggja málið fyri Elnevndina at vita, um hetta er innanfyri teirra heimildarøki.
Hann leggur eisini afturat, at beint nú dugir hann heldur ikki at siga, hvussu farið verður fram, skuldi tað víst seg, at umrøddu móttakarar veruliga hava eitt brek, sum ger, at eldur kann koma í teir undir ávísum umstøðum og um tað er nóg mikið til at krevja, at Televarpið innkallar allar móttakarar aftur, ella ikki.
Øgiliga alvorligt
- Hetta er øgiliga alvorligt fyri okkum og vit vilja fegin koma til botns í hesum.
Tað staðfestir Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum.
Hann hevur eisini sæð frágreiðingarnar frá løgregluni og úrslitið av kanningunum, sum eru gjørdar.
Hann sigur, kortini, at tað er neyðugt at finna ein samanhang í tí, sum er hent.
Í hesum sambandi gevur Televarpið løgregluni so nógvar upplýsingar, sum til ber.
- Vit vita ikki, hví skammlop er í móttakarunum, men tað kanna vit í løtuni.
- Spurningurin er um orsøkin til hetta, er óreglusemi í streymveitingini frá Sev. Vit vita heldur ikki um orsøkin er, at toran hevur sligið niður ella um talan veruliga er um brek í móttakarunum.
Men stjórin í Televarpinum vísir á, at báðu ferðina er talan um móttakarar í sama øki Hann veit eisini, at tað er ein vanligur trupulleiki, at streymforsýningar í tólum fara.
Og hann hevur í øllum førum staðfest, at dagin fyri eldsbrunan í Kvívík, var streymslit í bygdini og tað kann elva til trupulleikar.
Ómøguligt at siga
Men kann talan vera um, at hetta slagið av móttakarum eru serliga viðbreknir?
- Tað er ómøguligt at siga. Vit hava yvir 9000 viðskiftafólk og nógv teir flestu móttakararnir eru av slagnum Force. Tí eru sannlíkindini rættiliga stór fyri, at tá ið nakað hendir, eru tað okkara viðskiftafólk, sum verða rakt. Men veruleikin er, at vit vita ikki, hvat er hent og tað royna vit at fáa greiði á.
- Sjálvandi hava vit ábyrgdina av teimum móttakarum, vit selja og tá ið vit hava fingið staðfest orsøkina til hesi skammlopini, taka vit støðu til málið og tá kann talan verða um at vit venda okkum til framleiðaran við trupulleikanum at vita, um nøkur brek kunnu staðfestast við móttakarunum.
Men hvat gera tit, skuldi tað víst seg, at móttakararnir hava brek, sum kann elva til skammlop? Fara tit so at kalla teir inn aftur?
- Tað veit eg ikki. Vit eru í ferð við at dagføra Televarpið so at myndagóðskan verður betri og í tí sambandinum skulu móttakararnir skiftast. Og vísir tað seg, at móttakararnir veruliga hava eitt brek, vænti eg heldur, at vit fara at geva okkara viðskiftafólki serliga góð tilboð upp á at skifta móttakararnar í samabandi við dagføringina, sigur Edvard í Skorini Joensen.