Ein staðfesting av styrki

Føroya løgmaður hevur sjálvur vunnið løgmanssteypið fýra ferðir. – At vinna tað fyrstu ferð er fantastiskt, men tað er tað sanniliga eisini triðju og fjórðu ferð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum heldur tað skal ein serlig styrki til steypakappingar

- HB-liðið tá var ikki ólíkt EB/Streymi í dag á tann hátt, at vit høvdu sterkar steypakappingartraditiónir. Tað sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sum leygardagin fer at handa løgmanssteypið fyri fjórðu ferð. Tá hevur hann handað løgmanssteypið líka so ofta, sum hann sjálvur hevur tikið í móti tí.

Umframt hetta hevur løgmaður eisini vunnið sonevndu Ísafjarðarsúluna, sum er gamla løgmanssteypið tvær ferðir, so tilsamans hevur løgmaður verið steypavinnari í Føroyum seks ferðir. Tí veit hann um nakar, hvat stendur upp á spæl, tá Víkingur og EB/Streymur bresta saman leygardagin.


Stórur spenningur

- Tað er fyrst og fremst spenningur, ið tað snýr seg um, tí at spæla um løgmanssteypið er øgiliga stórt. Og at vinna løgmanssteypið, tað er ein staðfesting av styrki. Tað skal ein heilt serliga psyka til at fara allan vegin. Og knallhart arbeiði. Leikarar skulu psykast upp og vera klárir, tí tú kanst ikki gera tað gott aftur í næsta dystinum. Landskappingin er øðrvísi, men í steypakappingini ert tú úti ella inni, greiðir Kaj Leo Holm Johannesen frá.

Líkamikið hvat av liðunum vinnur í morgin, so hava flestu leikararnir roynt at vunnið steypið áður og tikið í hondina hjá løgmanni. Sjálvur náddi Kaj Leo at taka lógvatak við tríggjar ymsar løgmenn, eftir at hava vunnið finaluna: Jógvan Sundstein, Marita Petersen, sála, og Anfinn Kallsberg.


Fylgir fótbóltinum

Kaj Leo hevur í yrki sínum sum løgmaður ov mikið at síggja til. Men hevur eisini fingurin á pulsinum, hvat fótbóltinum viðvíkur.

- Eg eri til allar heimadystirnar hjá HB, og so onkrar útidystir eisini. Mínir tríggir synir spæla eisini fótbólt, teimum fylgi eg eisini og merkiligt nokk, so spæla allir við HB, sigur Kaj Leo flennandi.

Løgmaður viðgongur eisini, at hann innast inni helst hevði sæð HB í finaluni, men hóast hetta gleðir hann seg ómetaliga nógv til leygardagin.

- Tað er ein heiður at sleppa at handa løgmanssteypið, og eg haldi, at tað er líka spennandi hvørja ferð, líka mikið hvør vinnur steypið. Tað er eisini stuttligt at vera í teirri støðu, at eg nú handi steypið, sum eg áður havi tikið ímóti.


--

CITAT

Tað er ein heiður at sleppa at handa løgmanssteypið. Tað er líka spennandi hvørja ferð

Kaj Leo Holm Johannesen

--

Kaj Leo Holm Johannesen hevur vunnið Ísafjarðarsúluna í 1984 og 1988, og løgmanssteypið í 1989, 1992, 1995 og 1998