Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Til Amerika Andras sigur, at hann bleiv øgiliga bilsin av viðurkenningini men sjálvandi ovurfegin. Hann hevur hugsað um at fara til USA at nema sær størri kunnleika innan [...] ymsar konsertir, sum hann skal spæla til í onkrum av úrmælisbólkunum, sum hann spælir við í niðri. Annars er Andras nógv heima í Føroyum og spælir. Bæði við Havnar Hornorkestri og Føroya Symfoniorkestri [...] av, at hann skuldi fáa Volker Behrens legatið. ? Eg visti av ongum. Trúði bara, at eg skuldi spæla til samkomuna og so onki meira, greiðir Andras frá í telefonini úr Keypmannahavn. Hann er í ferð við at
Hanus Vang Eitt tað sjónligasta slagorðið til býráðsvalið í Tórs-havnar Kommunu er: TÓRSHAVN - FYRST og FREMST! Hvør er sanna meiningin við hesum orðum? Man hon vera at tá Havnin hevur fingið øll síni [...] síni hugsandi ynskir uppfylt, fer kanska onkur moli at falla til bygdirnar í Tórshavnar Kommunu? Ein gomul søga er um tá stuttligir havnarmenn býttu fisk: Tú ein lítlan ? Eg ein stóran. Eg ein stóran og tú [...] meiningin við stórkommununi kann ikki vera at tær sekstan bygdirnar einans skullu gjalda kommunuskatt til at brúka í Havn. -------- Fleiri valevni skriva um hvussu Havnin skínur og framhaldandi skal skína
stuðli og atkvøðu fer hetta at verða eitt av mínum fremstu málum at fremja í Tórs-havnar kommunu. Tryggleiki og lívsvirði - til allar borgarar! [...] tað skal verða trygt og pláss fyri øllum borgarum í ferðsluni - í koyristóli, í barnavogni, á súklu, til gongu, motionistar, ella í einum hvørjum akfari. Veruleikin er tíverri ein heilt annar. Tað er eitt [...] fyri ferðslutrygd er títtleikin á óhappum við álvarsligum fylgjum, umleið tvífalt so stórur í mun til fólkatalið í hinum norðurlondini og nógvar ferðir størri enn í Svø-ríki. Hesin veruleiki eigur at takast
dreingir úr Gøtu, sum fóru um somu tíð til Havnar at læra til prentara.Esmar Jacobsen og Meinard Túvulið fóru eisini í prentaralæru, og seinni kom eisini ein prentsmiðja til Gøtu. Tíðin var ein onnur enn hon [...] tað liðin 60 ár, síðani Martin Thomsen fór til at arbeiðis á prentsmiðjuni hjá Gamla Bókahandli í Havn. Hann var 14 ára gamal, tá ið hann fór úr Gøtu og til Havnar at læra, og hóast tað var eitt sindur t [...] Martin Thomsen. Størsta uppgávan frá landslæknanum Lærutíðin til prentara var fýra ár, men um talan var um ungar mans, so kundi hon ásetast til fimm ár, og tað gingu fimm ár, áðrenn Martin Thomsen fór niður
Judith var fjórða í røðini av systkinaflokkinum í Múlheiðum. 9 mánaðar gomul var hon, tá hon kom til Havnar í 1925 at vera hjá Biritu og Edvard Lindenskov í Rættará, foreldrum okkara. Tummas í Leynum og [...] Mohr Dam, t. d. tá hann legði málið fram um stýrisskipan Føroya undir krígnum, lógartekstir til viðtøkur til tryggingarfeløgini, sum løgtingið stovnsetti, har Husted Andersen somuleiðis var juriski ráðgevin [...] realskúla og eftir lokið prógv beint fyri kríggið í 1939 var at finna sær arbeiði, tí hóast evnini til víðari lestur vóru hildin at vera har, varð einki gjørt við tað, tí hóttandi heimsstríð stóð fyri durum
fortreytum. Kommunu-samanleggingin skal ikki merkja, at alt verður drigið til Havnar, men at vit fáa høvi at samskipa miðstaðarøki til frama fyri alla kommununa. Heildarætlanin skal hjálpa politikarum og borgarum [...] býráð hevur lært okkum, at tað eisini ber til at handla ov skjótt. Heilir býlingar verða bygdir uttan fyrilit fyri trivnað, við lítlum og ongum uttanumøki til familjurnar. Hesa ferð vóni eg at tit velja [...] loysnirnar, og sum tora at kunna borgararnar og taka ímóti teirra viðmerkingum og ráðum til tær ætlanir sum eru fyri. Amboð til raðfestingar Heildarætlanin er tað amboðið sum vit brúka, at fáa yvirlit yvir menningina
ølini, umframt at eini 80 næmingar fáa tónleikafrálæru. Men bíðilistin er langur, bæði til venjingarhølini og til frálæruna. Og í løtuni røkist onki fyri at umstøðurnar fara at batna. Tað er ongin loyna [...] roynt at tikið stig til at bøta um umstøðurnar í húsinum við m.a. at bjóða politikarum inn fyri at vísa teimum á teir møguleikarnar, sum longu eru. Saman við limunum í ART er hann eisini til reiðar at bróta [...] armar og gera tað, sum skal til, fyri at Havnin kann fáa eitt rættiligt tónleikahús í miðbýnum. Hann er als ikki í iva um, at í løtuni er hetta tað best egnaða staðið í býnum til júst tónleikin, og hvør veit
onsdag í ólíkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Tilhaldið Hugnin í Sandoy er opið mánadag og mikudag frá kl. 14 til 17. Báðar dagarnar er drekkamuður [...] at ringja tlf. 322686. Umsóknarbløð til Heimavirkisleguna í Danmark í summar kunnu fáast við at venda sær til felagið. MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) heldur til í húsum Hans Andrias Djurhuusar undir [...] fundur kl. 15. Blái Krossur ? Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur ? Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld
valevnunum til kommunuvalið í Vági, í størsta útjaðaranum í Føroyum, Suðuroy, er eitt av málunum, at Suðuroyggin verður umsitin í Suðuroy, havi ongantíð meint tað vera rætt,at Suðringar skulu flyta til Havnar [...] Hvørjum betalir Havnin útjaðaranum stuðul frá? Hevur Tórshavnar býráð ein grunn, sum eitur stuðul til útjaðaran og hvør betalir inn í henda grunn? Nei, uttan útjaðaran var ongin Havn, so einkult er tað [...] Havnar fyri at kunna umsita Suðringar í Suðuroy. Vóni at Suðringar kunnu finna saman til eina felags umsiting av oynni,tað hevði givið nógvar stórar stjóralønir, fulltrúalønir, løgfrøðingarlønir og skrivstovulønir
akuttan tørv fyri hesum plássum. Listi H vil seta pinku og ansingargjaldi niður til krónur 300,- pr. barn um mánaðin. Í Havnar kommunu eru fleiri socialir trupulleikar, har ein patur er ógvuliga sjónligur [...] næmingar í fólkaskúlanum skulu fáa hjálp, ongantíð ov skjótt. Eykatímar til tey veiktlesandi máa fá-ast í rættlag. Eykajáttan til eykatímar vil eg arbeiða fyri so tað nøktar tørvin. Grundstykkjatørvurin [...] Sámal í Gong Valevni á lista H til býráðsvalið Ellis, røktarpláss og umlætting eru átrokandi, tí má farast í gongd at útvega neyðturvuligu plássinibeinanvegin. Tað eru nógv eldri fólk i liggja heima sum