Tryggleiki og pláss til øll í ferðsluni

Robert Vilhelmsen
Valevni Javnaðarfloksins - listi C

Øll eru ivaleyst samd um, at tað skal verða trygt og pláss fyri øllum borgarum í ferðsluni - í koyristóli, í barnavogni, á súklu, til gongu, motionistar, ella í einum hvørjum akfari.
Veruleikin er tíverri ein heilt annar. Tað er eitt undur at ikki enn fleiri óhapp henda við ringast hugsandi fylgjum. Sambært hagtøl frá Ráðnum fyri ferðslutrygd er títtleikin á óhappum við álvarsligum fylgjum, umleið tvífalt so stórur í mun til fólkatalið í hinum norðurlondini og nógvar ferðir størri enn í Svø-ríki. Hesin veruleiki eigur at takast í størsta álv-ara í sambandi við skip-an av ferðslutrygdini í kommununi.
Í Havnini eru fleiri dømi um høvuðsvegir við nógvari og tungari ferðslu har ferðslutrygd-in er út av lagi vánalig. Sum dømi kann nevnast Varðagøta, sum bert partvíst hevur gongu-teigar hóast hon er høv-uðsferðsluæðr til tveir av størstu skúlunum í kommununi, umframt barnagarð og vøggu-stovu. Umframt, at tað vanta gonguteigar, er Varðagøta sera vanda-mikil við fleiri vegamót, ringt ella onki útsýni og onki sum avmarkar ferð-ina á hesum støðum.
Neyðugt verður at seta ferðslutrygdina í hásæti, fyribyrgja, gera pláss fyri øllum og at gera hetta í tøttum samstarvi við m.a. Ráðið fyri ferðslutrygd, skúlar og løgregluna.
Við tínum stuðli og atkvøðu fer hetta at verða eitt av mínum fremstu málum at fremja í Tórs-havnar kommunu.
Tryggleiki og lívsvirði - til allar borgarar!