Sámal í Gong
Valevni á lista H til býráðsvalið
Ellis, røktarpláss og umlætting eru átrokandi, tí má farast í gongd at útvega neyðturvuligu plássinibeinanvegin. Tað eru nógv eldri fólk i liggja heima sum hava akuttan tørv fyri hesum plássum.
Listi H vil seta pinku og ansingargjaldi niður til krónur 300,- pr. barn um mánaðin.
Í Havnar kommunu eru fleiri socialir trupulleikar, har ein patur er ógvuliga sjónligur. Hetta ætli eg at gerða naka alvorligt við.
Tilafturskomnu næmingar í fólkaskúlanum skulu fáa hjálp, ongantíð ov skjótt. Eykatímar til tey veiktlesandi máa fá-ast í rættlag. Eykajáttan til eykatímar vil eg arbeiða fyri so tað nøktar tørvin.
Grundstykkjatørvurin í Kollafyrði kann loysast beinanvegin, hetta verður gjørt í samráð við Kollfirðingar, so at tørvurin verður nøktaður.
Musikkskúlin skal stuðlast munandi, tí hesin hevur stóran týdning fyri ungdómin.
Listi H vil virka fyri at trætan millum Tórs-havnar býráð og Starvsmannafelagið skal fáa eina skjóta og virðiliga loysn.
Fleiri bátapláss skulu útvegast í Havn, Kollafirði og Nólsoy, somuleiðis bátabrúgvar, ver-andi bátabrúgvar skulu kannast og umvælast.
Grundstykkjatørvurin í Havn kann loysast beinanvegin.
EG HAVI LOYSNINA - so allar umsóknir fáa eitt játtandi svar innan 4 mánaðar.