Viðmerking til greinina Havnin heldur útjaðarunum uppi!

Svenning Borg
Vágur
á lista B

Í Sosialinum 28okt. hevur Elin Lindenskov grein,sum hon kallar;Havnin heldur útjagarunum uppi.
Fari fyrst at spyrja Elin, hvørjum heldur Havnin útjaðaran uppi við?
Kundi verið áhugavert,at fingið at vita frá Elin, hvussu stóran part av tí føroyska útflutningsvirðinum íð Havnin stendur fyri.
Sum øllum kunnugt,so er vælferðin treytað av tí útflutningi sum okur hava, okur liva ikki longi av,at umsita hvønn annan.
At virðisøkingin verður skapt í Havn,má vera ein joke, hvørjum skal Havnin virðisøkja av?
Hvørjum betalir Havnin útjaðaranum stuðul frá? Hevur Tórshavnar býráð ein grunn, sum eitur stuðul til útjaðaran og hvør betalir inn í henda grunn?
Nei, uttan útjaðaran var ongin Havn, so einkult er tað.
Havnin livur fyrst og fremst av almennari umsiting, útjaðarin verður umsitin í Havn og eigur hettar at verða broytt, og sum eitt av valevnunum til kommunuvalið í Vági, í størsta útjaðaranum í Føroyum, Suðuroy, er eitt av málunum, at Suðuroyggin verður umsitin í Suðuroy, havi ongantíð meint tað vera rætt,at Suðringar skulu flyta til Havnar fyri at kunna umsita Suðringar í Suðuroy.
Vóni at Suðringar kunnu finna saman til eina felags umsiting av oynni,tað hevði givið nógvar stórar stjóralønir, fulltrúalønir, løgfrøðingarlønir og skrivstovulønir, fyri ikki at tala um okursleiguna av hølum, sum tað almenna betalir í Havn, men sum kundi verið nógv bíligari her suðuri.
Vil heita á Vágbingar um at hugsa seg væl um,nú býráðsval verður,um at velja fólk inn í býráðið, sum vilja virka og skapa nakað, lat okur sleppa av við klandur og sjálvsøkni og saman við hinum kommununum í oynni, at lyfta Suðuroynna upp á tað støðið, sum hon natúrliga eigur at vera á!
Gott val.