Týsdagin eru tað liðin 60 ár, síðani Martin Thomsen fór til at arbeiðis á prentsmiðjuni hjá Gamla Bókahandli í Havn.
Hann var 14 ára gamal, tá ið hann fór úr Gøtu og til Havnar at læra, og hóast tað var eitt sindur tilvildarligt, at hann skuldi gerast prentari, so treivst hann so væl í hesum yrki, at hann helt fram alt lívið ? sum prentari á somu prentsmiðju.
? Eg haldi, at eg var heppin við læruplássi, tí hetta hevur verið eitt sera gott arbeiðspláss, sigur 74 ára gamli Martin Thomsen.
Síðani 1995 hevur hann verið einsamallur til arbeiðis á Prentsmiðju H.N. Jacobsens Bókahandli, og tað verður tann róligi prentarin úr Gøtu, sum hevur búð meginpartin av lívinum í Havn, ið fer at sløkkja og stongja á prentsmiðjuni.
Umvælingar skulu gerast í bókhandlinum, og Martin Thomsen roknar við, at um ársskiftið verður prentsmiðjan latin aftur.
Tá fer hann heim, og hann ætlar sær ikki at finna annað arbeiðið.
Krógvaðu seg fyri týskum bumbum
Tað var seint í krígnum, at Martin Thomsen fann sær lærupláss.
? Tá í tíðini var tað vanligt, at 14 ára gamlir dreingir fóru til skips, men tað var kríggj, og tá sluppu vit ikki avstað. Tí ráddi tað um at finna eitt lærupláss á landi, greiðir Martin Thomsen frá.
Hann sá eina lýsing frá Gamla Bókahandli í Havn, royndi eydnuna og fekk læruplássið har.
? Vit vóru tríggir dreingir úr Gøtu, sum fóru um somu tíð til Havnar at læra til prentara.Esmar Jacobsen og Meinard Túvulið fóru eisini í prentaralæru, og seinni kom eisini ein prentsmiðja til Gøtu.
Tíðin var ein onnur enn hon, sum vit hava í dag, tá ið Martin Thomsen fór at læra í Havn. Kriggið var ikki liðugt, og tað kom fyri, at teir noyddust at fara av prentsmiðjuni í skundi.
? Vit høvdu eitt bumbuskýlið uttanfyri prentsmiðjuna, og eg upplivdi tvær ferðir, at vit máttu rýma av prentsmiðjuni og fara í bumbuskýlið. Tað var vorðið friðarligari tá, men tað kom framvegis fyri, at tað var luftalarmur, sigur Martin Thomsen.
Størsta uppgávan frá landslæknanum
Lærutíðin til prentara var fýra ár, men um talan var um ungar mans, so kundi hon ásetast til fimm ár, og tað gingu fimm ár, áðrenn Martin Thomsen fór niður at taka sveinaprógv. Hann skuldi bara á skeið, men meldaði seg til sveinaroyndina og stóð royndina.
Hann arbeiddi niðri í 9 mánaðir, men kom so heimaftur og fór aftur í bókahandilin at arbeiða. Teir settu og prentaðu mest tíðarrit og bøkur. Bløðini vórðu prentað á øðrum prentsmiðjum í Havn.
? Fyrstu tíðina plagdi eg at seta Kristiligt Ungmannablað. Vit prentaðu eisini Kirkjutíðindi, Ítróttartíðindi, skúlabøkur og annað. Eisini fleiri av bókunum hjá Jákup Dahl vóru prentaðar her, sigur Martin Thomsen.
Størsta verkið, sum hann hevur verið í holt við, var doktararitgerðin hjá landslæknanum, sum var fleiri hundrað síður til støddar. Tað var í fimtiárunum.
Alt verður gjørt við blýggj
At koma inn á prentsmiðjuna hjá Gamla Bókahandli, er sum at stíga nógv ár aftur í tíðina. Útgerðin á prentsmiðjuni er av tí gamla slagnum. Maskinurnar hjá Heidelberger eru eini 50 ára gamlar, og alt verður framvegis sett við blýggi. Her eru ongar teldur ella onnur nútímans útgerð, sum verður brúkt prentarayrkinum nú á døgunum.
Martin vísir, hvussu teksturin, ið skal prentast á brævbjálvar, brævpappír ella annað, verður gjørdur. Hann leggur kvikliga blíggjbókstavirnar í rætta rað og greiðir frá, at tá hann tók hastigheitsprøvan á skúlanum, skuldi hann klára at leggja 50 reglur upp á 90 minuttir. Tað kláraði hann væl, og hann gjørdist ikki seinni at seta árini aftaná.
? Menninir, sum settu við blýggj allan dagin og hvønn dag, gjørdust rættiliga skjótir, sigur hann.
Einsamallur eftir
Tá ið Martin Thomsen fór í læru í Gamla Bókahandli, vóru fleiri prentarar til arbeiðis, og tað hava tað verið tey flestu árini síðani. Menn, sum Erling Isholm, Stig Rasmussen, Villy Juul, Oskar Hermansson, Knút Thorsvig og Svenning av Lofti hava arbeitt á prentsmiðjuni, men seinastu 9 árini hevur Martin Thomsen verið einsamallur.
? Eg havi so ongan at klandrast við longur, sigur hann skemtandi.
? Tað var stuttligt at arbeiða her, tá ið tað vóru fleiri mans, og tú vart ungur og raskur. Tað var lív í, og vit høvdu tað gott saman. Hesi seinnu árini havi eg tó trivist væl við at verið einsamallur her. Eg passi meg sjálvan og havi nóg mikið at gera, sigur Martin Thomsen.
Og restina av hesum árinum heldur hann fram við at prenta ymiskar smærri lutir fyri fólk, umsiting og virki. Brævbjálvar, serviettar, brævpappír og annað verður við góðum hegni rent ígjøgnum svørtu Heidelberger-maskinurnar.
Men tíðin er við at fara frá gomlu útgerðini, og tá ið hetta árið er av, er eisini eitt tíðarskeið á Prentsmiðju H.N. Jacobsens Bókahandli farið í søguna.










