havi eg lisið tað, ið Eyðun á Borg skrivar, og haldi eg hann vera heldur víðgongdan við hvørt. Hinvegin haldi eg eisini, at hann er skemtiligur og beinrakin. Hvat so um hann kanska tekur rívan til við hvørt [...] orsøk til, at tað stendst málstríð av einum føroyskum atlassi. Tað er tá tann eini parturin er vaksin upp við donskum atlassi, og heldur tað tískil vera tað mest natúrliga, og eru broytingar til føroyskt [...] hvørt, ella ofta, tað gjørdu reyðsokkarnir eisini, og tað eydnaðist teimum heilt væl at seta gongd á kvinnurørsluna til frama fyri líkarætt. Onkuntíð er neyðugt við hvøssum meiningum og orðum. Eyðun og
soleiðis út, men aftan fyri liggur nógv fyrireiking. Tað er bert, tá tú ert tryggur við tína framførslu og veitst, hvat tú skalt, at tú kanst fara av sporinum við hvørt og improvisera, sigur Robert. - Eg [...] mælt verður frá at eta grind, so eti eg grind, tá eg havi møguleika til tað. Hvat heldur tú um løgmann? - Hava vit nakran løgmann? Hvat dámar tær junk-food? - Eg leggi einki í pizza og slíkan mat. Men mær [...] sum undirhaldari. Og hóast hann hevur undihildið føroyingum í meira enn hálva øld, hevur hann ongar ætlanir um at gevast við tí fyribils – og hann er longu bókaður til tiltøk eitt ár fram. Tóku stig fult
brúkti hann ikki, og bankin hevur fingið peningin. Maðurin hevur tosað við bankan, sum hevur sagt, at maðurin hevur ábyrgdina og má sjálvur gjalda peningin aftur. Við tað at hann hevur goldið inn tað, sum skuldi [...] eisini á netinum, at fyritøkan, sum vendi sær til hansara, var til. Eisini ringdi hann, og ein kvinna svaraði. Verkætlanin gekk út uppá, at nøkur fólk skuldu koma til Føroya at gera lýsingar fyri Blackberry [...] og senda til eina fyritøku í Englandi. Peningurin skuldi brúkast til flogferð og gistingarhús í Føroyum. - Tá átti onkur klokka hjá mær havt ringt, tí hví kundu tey ikki sjálv senda peningin til teirra?
saman við Bergný Marvinsdóttir og hevur fýra børn. Hevur lisið geografi á lærda háskúlanum í Íslandi. Er formaður fyri flokkin Vinstri hreyfingin - grænt framboð, og hevur verið limur í Altinginum síðani [...] Amerika, sum the land of opportunities. The American Dream var næstan vorðin til The Icelandic Dream. Í Íslandi sá alt út til at bera til. Lítla landið hevði næstan gjørt eina herferð kring heimin, har vinnulívsmenn [...] ár. Tað hevur verið trupult. Men tíbetur kunnu vit staðfesta, at tað ikki hevur gingist okkum so illa, sum fyrstu forsøgnirnar vildu vera við, sigur Steingrímur J. Sigfússon. Sambært honum hevur búskaparstøða
ein neyðugur partur av menningini. Hon hevur eisini havt stuðul í skúlanum øll árini, og hevur tað gingið væl. Hon hevur kent seg sum ein partur av flokkinum, og hevur luttikið í sosialum tiltøkum saman við [...] sum hava brek bæði innan menningatarnaði og sálarliga sjúk. Eg havi eina ommudóttir, sum hevur brek. Hon hevur fingið ergoterapi-viðgerð einaferð um vikuna í nógv ár umframt fysiuterapi og ríðing, og hon [...] øll? Nú er ongin neyðug ergoterapi – hvat verður tað næsta? Tað kann ikki vera meiningin, at hesin samfelags-bólkurin eisini skal berjast fyri sín rætt – rættin til eitt gott lív. Samfelagið, sum sigur
viðgerðastovu í Havn, vit hava eisini koyrt út til tey børn, har tað hevur verið neyðugt. Eg stongdi ergoterapiuna mikdagin í farnu viku, tí eg hvørki menniskaliga ella fíggjarliga, kundi reka hana longur, orsaka [...] Er tað dugnaligari starvsfólk? betri útgerð? fleiri viðgerðatímar til tað einkulta barnið? Betur útbúgving av ergoterapeutum, ella hvat er tað sum ger tað betri? Er hald í útsagninum? Fyri tveimum árum [...] ovtolandi langur. Tí eru foreldur komin til okkara til kanningar við børninum, foreldrini koma tí skúlar og stovnar hava gjørt vart við, at barnið ikki mennist ella trívist sum vanligt. Eg havi eisini gjørt
arbeiða fyri bankarnar. Hvat heldur tú um alt krepputosið í miðlunum? Tað er fullkomiliga farið av sporinum, tí nógvastaðni er tað ikki so illa statt, sum sagt verður í miðlunum. Hvat hevur verið besta partabrævið [...] hvørki persónligum ella tjóðskaparligum. Hvat heldur tú um føroyskan politikk? Mær dámar hann ikki væl, tí ongin avrikar nakað. Har er bara snakk og ov nógvir arbeiðsbólkar, sum skriva álit til almenningin um [...] Hvat rokast tú við um dagarnar? Geri roknskap, mvg-uppgerð og nýggja matarskrá til reseptiónir fyri 2011 fyri fyritøku mína, MJ Catering. Passi annars allar kundarnar við smyrjibreyði, køldum borðum og
vørurnar koma haðani. Eitt annað er tann sansaliga upplivingin av tí fjarskotna. - Tú legði kanska merki til tað, tá ið tú kom inn. Men her er ein serstakur angi av tí eysturlendska, og tónleikurin úr hátalarunum [...] Hálsi: Mikumorgunin møtti Gunvá sum vanligt til arbeiðis klokkan 9 hjá The Pier á Smyrilsvegi 7. Hon visti frá degnum fyri, at nýggj vøra var komin langvegis til landið, og skuldi nú setast á hillarnar úti [...] appelera nevniliga til sansirnar hjá fólki, sigur Gunvá Svartá Wennerstrøm, sum upprunaliga er ættað úr Hvalvík. The Pier er partur av eini handilsketu sum fevnir um handlar í fleiri londum, til dømis USA, Ísland
fái ikki komið til aðra niðurstøðu, tá eg hoyri og lesi tað, Rolf Guttesen sigur um at gera føroyskt atlas. Orðið farofobi hevur onkuntíð runnið fram fyri meg, tá eg havi hoyrt og lisið hann. Rolf tykist [...] sitrón? Ella circus heldur enn sirkus? Ivist stórliga í, um nakar málfrøðingur vil leggja navn til tann ruðuleika, ið við vissu tekur seg upp, um nakað so fyrilitaleyst hendir. Og so aftur til Rolf Guttesen [...] Guttesen tykist vera tíðarvilstur, tí hann hevur ikki fatað, hvør nýmenning er farin fram í føroyskum frálærutilfari seinastu mongu árini, og hvussu væl hon hevur eydnast. Nevndi eisini, at hann sigur ósatt
automatiskt førir til skøkjulevnað. Skøkulevnaður hevur altíð verið kring allan heim, og kemur helst eisini altíð at vera tað. At skipa verður fyri Striptease kring Føroyum er bara at frøast um, um tú spyr meg [...] henni sleppur tú ikki eingong at nerta við. Tú sleppur also bert at hyggja eftir kvinnuni, ímeðan hon strippar. So tað er also ein langur vegur eftir har, Jenis. Altso ein nakin kvinna, sum tú hyggur at og [...] ein nakin kvinna, sum tú sleppur í song við. Annað lógligt og hitt ólógligt. Hvat er stuttligari, skal eg ikki siga nakað um, í hesu grein ..! Frælsi at liva ..! Vit vita øll, hvat Jenis av Rana heldur