Ísland. Fyri stívliga tveimum árum síðani hevði lítla brøðratjóð okkara næstan yvirtikið leiklutin hjá Amerika, sum the land of opportunities. The American Dream var næstan vorðin til The Icelandic Dream. Í Íslandi sá alt út til at bera til.
Lítla landið hevði næstan gjørt eina herferð kring heimin, har vinnulívsmenn og fyritøkur gjørdu íløgur og uppkeyp so tað rungaði eftir í. Soleiðis sá tað út tíðliga á vári í 2008. Um heystið sama ár var veruleikin ein annar.
Búskaparbløðran brast og bresturin var hvøllur. Íslendska samfelagið kollveltist og tað sama gjørdist gerandisdagurin hjá íslendinginum.
Eru komin á slóðina
Í dag, stívliga tvey ár seinni, skriva vit 2011 og sambært íslendska fíggjarmálaráðharranum, Steingrímur J. Sigfússon, er Ísland aftur á rættari kós.
- Tað er greitt, at tað gongur rætta vegin, nú vit hava stríðst við henda trupulleikan í tvey ár. Tað hevur verið trupult. Men tíbetur kunnu vit staðfesta, at tað ikki hevur gingist okkum so illa, sum fyrstu forsøgnirnar vildu vera við, sigur Steingrímur J. Sigfússon.
Sambært honum hevur búskaparstøða landsins ment meira, enn tey tordu at vóna av fyrstan tíð. Samlaða skuldin gjørdist heldur ikki so stór, sum tey stúrdu fyri.
- Eisini gjørdist tað bíligari at endurreisa bankakervið, tí tað eydnaðist at fíggja ein part av nýggju bankunum, uttan at staturin skuldi spýta pengar í. Ja, tað eru fleiri ting, sum peika rætta vegin, men vit stríðast framvegis við stórar trupulleikar í Íslandi í dag, ger Steingrímur J. Sigfússon greitt.
Tørva javnvág og støðufesti
Fleiri av avbjóðingunum eru beinleiðis tengdar at kreppuni, sum tók seg upp fyri tveimum árum síðani. Sambært íslendska fíggjarmálaráðharranum verða fleiri av fíggjarstovnunum í landinum endurreistir júst nú. Eisini skulu samráðingar um lønir á arbeiðsmarknaðinum fáast upp á pláss.
- Tað er umráðandi hjá okkum at loysa hetta rætt, soleiðis at vit varðveita frið og javnvág á arbeiðsmarknaðinum. Javnvágur og ikki minst støðufesti er ein av fortreytunum fyri, at vit kunnu endurreisa Ísland, sigur Steingrímur J. Sigfússon.
Nýggj og betri avtala
Ein onnur ógvuliga stór avbjóðing hjá íslendsku politikkarunum, hevur verið Icesave-avtalan. Avtalan, sum skal greiða, hvussu Ísland rindar Hollandi og Onglandi pengarnar aftur, sum tey mistu orsaka av Icesave-bankanum. Tilsamans snýr tað seg um smáar 30 milliardir krónur.
Upprunaavtalan, sum gjørd varð, kom til fólkaatkvøðu í Íslandi, har 93 prosent av fólkinum feldu uppskotinum. Nú er ein nýggj avtala gjørd, men Steingrímur J. Sigfússon dugir ikki at siga, um henda avtalan eisini verður løgd fyri fólki.
- Nú, mugu vit síggja, hvat kemur at henda har. Henda nýggja avtalan, sum vit hava fingið upp á pláss, hevur ein samráðingarbólkur gjørt. Ein bólkur, sum allir politisku flokkarnir vóru við at seta. Eisini andstøðan hevði sítt umboð við í hesum bólkinum. Tí vóna vit, at tað verður breiðari undirtøka fyri hesi loysnini. Hetta er eisini ein betri loysn fyri Ísland. Og tað er eisini greitt, at vit mugu finna eina skilagóða loysn í hesum málinum, sum er ein forðing fyri menningini av okkara samfelag, sigur Steingrímur J. Sigfússon, sum vísir á, at Ísland til dømis ikki sleppur framat altjóða fíggjarmarknaðinum orsaka av hesum.
- Men so skjótt vit hava loyst Icesave, so fara út at altjóðamarknaðinum og endurfíggja útlendsku lán okkara. Tað er púra vanligt, at gera soleiðis, men við støðuni, vit eru í, letur tað seg ikki gera hjá okkum.
Hevur verið tungt
Steingrímur J. Sigfússon ásannar, at tað hevur verið ein tungur róður, Ísland hevur verið í. Hann ger eisini greitt, at tey enn ikki eru komin á mál, men at hann sær land í eygsjón.
- Fólkið hevur stríðst við kreppuna í tvey ár. Og tá vit framvegis ikki heilt neyvt og við vissu kunnu siga, hvønn veg tað ber, fær tað ikki verið lætt. Men so skjótt vit fáa fleiri og greiðari tekin um, at vit eru við at reisa okkum og traðka úr kreppuni, so verður tað betri. Tað er broytt til tað betra longu nú, men fleiri familjur stríðast framvegis við stórar fíggjarligar trupulleikar av lánum, har kanska eitt ella bæði foreldrini hava mist arbeiðið. Tískil er stemningurin sjálvsagt blandaður í løtuni, men eg vóni at tað verður bjartari tess longur vit koma inn í 2011. Tað gekk rætta vegin í 2010, tá gjørdist alt eitt vet lættari og eg vóni, at tað eisini verður galdandi í ár, greiðir Steingrímur J. Sigfússon frá, og heldur áfram.
- Vit hava fingið eina sera trupla fíggjarætlan í gjøgnum fyri 2011. Og eg vil siga, at tað versta er farið afturum bak. Tað sær bjart út aftur og vit fara at fáa búskaparligan vøkstur. Í so máta ber til at siga, at búskaparstøðan er vend á høvdið, tí heldur enn at trekkja seg saman, breiðir búskapurin seg út. Tíverri ikki heilt so nógv, sum vit høvdu ynskt, men undir øllum umstøðum er talan um vøkstur og tað er ein umráðandi vend, sum er komin í, sigur Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri í Íslandi.
--
FAKTA
Steingrímur Jóhan Sigfússon er føddur 4. august í 1955. Hann heldur saman við Bergný Marvinsdóttir og hevur fýra børn. Hevur lisið geografi á lærda háskúlanum í Íslandi. Er formaður fyri flokkin Vinstri hreyfingin - grænt framboð, og hevur verið limur í Altinginum síðani 1983. Gav í 2006 út bókina Við öll – Íslenskt velferðarsamfélag á tímamótum, har hann framlegði síni politisku sjónarmið. Hevur síðani 2009 verið fíggjarmálaráðharri.
---
Mynd: Jens Kristian Vang










