Á Hálsi: Mikumorgunin møtti Gunvá sum vanligt til arbeiðis klokkan 9 hjá The Pier á Smyrilsvegi 7.
Hon visti frá degnum fyri, at nýggj vøra var komin langvegis til landið, og skuldi nú setast á hillarnar úti í handlinum.
- Ja, vanliga er tað meiri ruddiligt í handlinum enn akkurát í dag. Í dag er tað næstan bumbað, tí tann nýggja vøran er komin og stendur her inni beint nú, sigur Gunvá við einum brosi.
Oyggjablaðið fekk orð á hana henda dagin, meðan hon var í ferð við at pakka hesa nýggjastu vøruna út - vøra, ið júst var komin allan tann langa vegin úr India.
- Hetta er sera vøkur og serstøk ting. Eg haldi eisini, at tey har yviri duga sera væl at seta litirnar saman, bæði tá talan er rammur, eskjur og øll hini tingini.
Júst hetta við tí eysturlendska, er eisini tað sum setir ein serligan dám á handilin: Eitt er, at vørurnar koma haðani. Eitt annað er tann sansaliga upplivingin av tí fjarskotna.
- Tú legði kanska merki til tað, tá ið tú kom inn. Men her er ein serstakur angi av tí eysturlendska, og tónleikurin úr hátalarunum er eisini haðani.
- Tað er nettup tað, sum eisini er eitt annað serstakt við handlinum, at vit appelera nevniliga til sansirnar hjá fólki, sigur Gunvá Svartá Wennerstrøm, sum upprunaliga er ættað úr Hvalvík.
The Pier er partur av eini handilsketu sum fevnir um handlar í fleiri londum, til dømis USA, Ísland og Latvia.
Aftur og aftur
Hesin nýggjasti handilin á Hálsi lat upp 19. november í fjør, og hevur Gunvá arbeitt her frá fyrsta degi.
- Tað eru vinfólk hjá mær, sum hava handilin. Og tá tey bjóðaðu mær arbeiði her, kundi eg ikki annað enn siga ja.
- So tað fyrsta vit gjørdu var faktist at byggja henda handilin upp. Hetta hevur verið ein sera spennandi tíð, vísir hon á.
Eitt sum tey hava lagt stóran dent á er, at The Pier skal líkast burturúr øðrum handlum sum selja gávulutir og líknandi ting sum tey.
- Eg haldi sjálv, at her er sera nógv at fáa. Tað vísir seg nevniliga, at her er so nógv fyri eyga hjá fólki, at tey fáa ikki alt við fyrstu ferð tey eru her, sigur Gunvá. - Tí koma tey aftur og aftur.
Rutina
Nú hevur handilin verið opin í slakar tríggjar mánaðir, og eru starvsfólkini so við og við komin í rutinu við arbeiðinum.
- Men her skulu framvegis setast vørur á hillarnar, sigur Gunvá.
Hon fer beinanvegin til tað arbeiðið hon slepti í áðni, altso áðrenn Oyggjablaðið kom at órógva - at seta tær nýggjastu indisku vørurnar á handilshillarnar.
- Ja, vit hava nokk at gera.
ABC-punktini
Eitt avgerandi stig fyri at fáa kundarnar at keypa ta ávísu vøruna, er hvussu tær verða settar á hillarnar í handlinum.
Her er talan um tey sonevndu ABC-punktini, har vørurnar verða settar ovarlaga ella niðarlaga á hillini, alt eftir hvat handilsfólkið metir fer at selja best.
Hetta verður gjørt soleiðis, at tað, sum ein roknar við er lætt at sleppa av við, verður koyrt heldur niðarlaga á hillina. Men tað sum ein kanska ikki væntar at so nógv fólk fara at keypa, verður sett í eygnahædd.
- Nógvir handlar koyra rættiliga bevíst eftir hesum prinsippi, men eg haldi ikki at okkara handil er koyrdur so øgiliga høgt eftir hesi skipanini, slær Gunnvá fast. - Fólki dámar væl at vitja okkara handil, sum hevur nakað til øll.
Deiligt umhvørvi
Tá Gunvá byrjaði her í handlinum hjá The Pier, var tað ein roynd handilskvinna sum trein inn um dyrnar á sínum fyrsta arbeiðsdegi.
At arbeiða í handli og sølubúð hevur í mangar mátar sermerkt hennara virkna arbeiðslív. Í yngri døgum arbeiddi hon bæði í FC-búðini hjá Páll Arge í Havn og í Statoil-støðini í Kollfjarðardali.
- Áðrenn eg byrjaði her, arbeiddi eg hjá Thomas Dam á Hálsi, og lærdi faktist til krambakvinnu beint her við síðuna av - hjá BR, greiðir Gunvá frá.
Hetta var ein spennandi lærutíð, sum eisini gekk fyri seg í Danmark. Her skuldi Gunvá og hinir lærlingarnir spæla ein part av tíðini, - tey skuldu jú vita, hvussu tey ymisku tingini í handlinum virkaðu
Ein kann tí siga, at Gunvá hevur ávísar royndir við handilslívinum á Hálsi.
- Eg haldi, at økið heruppi er eitt deiligt umhvørvi, her fólk eisini hava góðar umstøður at seta bilarnar frá sær. Og tað ger tað jú heldur ikki verri, at vit liggja so tætt við Mylnuna og PE, sigur hon brosandi.