Aksel V. Johannesen og Ergoterapi

Tíverri endaði stríðið um sáttmálaviðurskiftini millum Ergoterapeutfelagið og Heilsutrygd, úti í einum sera grovum og harðligum kjakið. Sum ánari og rekari av einasti privatu ergoterapiuni, kenni eg meg noydda at viðmerkja atburðin hjá landsstýrismanninum, bæði í Rás 2 og Eygsjón.

Inntil í farni viku havi eg havt viðgerðastovu í Havn, vit hava eisini koyrt út til tey børn, har tað hevur verið neyðugt. Eg stongdi ergoterapiuna mikdagin í farnu viku, tí eg hvørki menniskaliga ella fíggjarliga, kundi reka hana longur, orsaka manglandi sáttmála. Eg sendi teldupost til heilsumálaráðharran í november 2010, har eg greiddi honum frá, at eg ikki kundi ella vildi meira, eg fekk ongantíð svar, hóast eg seinni í desember hitti hann, og rykti eftir svarið. Tí avgjørdi eg at stongja ergoterapistovuna.
Heilsumálaráðharrin Aksel V. Johannesen, segði í farnu viku í Útvarp Føroya og Rás 2, at hann kann skipa eitt nógv betri og bíligari ergoterapi tilboð enn tað privata.
Kundi hugsað mær neyvari greining av, hvussu hettar tilboðið skal verða betur. Er tað dugnaligari starvsfólk? betri útgerð? fleiri viðgerðatímar til tað einkulta barnið? Betur útbúgving av ergoterapeutum, ella hvat er tað sum ger tað betri? Er hald í útsagninum?
Fyri tveimum árum síðani, tá Rósa Samulesen varðaði av málinum, blivu vit spurd um, um tað kundi verið hugsandi, at vit høvdu viðgeraðstovur aðrastaðni í landinum, soleiðis at tilboðið var meira breitt, hettar segði eg ja til, men hoyrdi ongantíð nakað aftur um tað málið.
Sum ánari og leiðari av ergoterapistovuni hjá Ergo, skal eg heilsa Akseli, at hann skal leita leingi og djúpt eftir at finna betri og meira dugnaligari ergoterapeutar, enn júst teir sum Ergo hevur havt í starvi.
At hann so tosar um risiko fyri feilmetan av diagnosu, yvirviðgerð og møguliga skeiva viðgerð, er so sera sera langt úti, og taka vit hettar sum eina ógvuliga grova ákæru.
Eisini verða vit umrødd at hava slanguna niðri í Landskassanum, og fyrst og fremst hugsa um profittin.

Tosar móti betri vitandi
Eg segði við Rás 2 at tann fyribils sáttmálin, sum Aksel vil geva ergoteraputfelagnum, hevur nógv størri avmarkingar enn kunngerðin sum var galdandi inntil 31 juli 2010, hesum noktar Aksel.
Aksel svarar aftur, at eg tosaði móti betri vitandi, tá eg segði at SI børnini hava verið fevnd av kunngerðini. Um Aksel hevði lisið kunngerðina, so hevði hann eisini vitað, at so var ikki. SI børnini vóru fevnd, bert tey “sokkallaðu POF børnini” vóru spard burtur, hettar eru tey við teimum lættari motorisku trupulleikum. Á okkara viðgerðastovu, hava vit gjøgnum 10 ár, bert havt umleið 10 børn sum hoyra undir POF. “POF” børnini eru annars sera skjót og lætt at viðgerða, og kunnu fara út úr systeminum innan 3 mánaðir við røttu viðgerðini. So peningaliga er ikki nógv at para har.
Øll hini hava havt umfatandi trupulleikar, sum koyra tey undir tunga bólkin BIS. Kunngerðin kann lesast á amr.fo.

Hóast hesa vegleiðing til kunngerðina, so hevur einki barn við SI trupulleikum fingið játtan frá Almannstovuni í tvey ár, hóast nógvar umsóknir.

Kanningar og ávísingar
Vit verða eisini undir ákæru fyri, at vit ergoterapeutar hjá Ergo, hava gjørt kanningar av børnum við SI trupulleikum, og sjálvi gjørt ávísingar.
Vit hava kanna nógv børn, tí langi bíðilistin hjá SND eftir einari almennari kanning av terapeutum har, er ovtolandi langur. Tí eru foreldur komin til okkara til kanningar við børninum, foreldrini koma tí skúlar og stovnar hava gjørt vart við, at barnið ikki mennist ella trívist sum vanligt. Eg havi eisini gjørt onkrar kanningar fyri SND.
Vit hava hundraðtals skjøl liggjandi, har Almannastovan biður okkum um metingar og vurderingar, av børnunum, so tey kunnu meta um barnið hevur framhaldandi tørv á viðgerð. So hesar kanningar eru umbidnar av tí almenna.
Eg skilji vælsjónarmiði um at veitarin og ávísarin, í summum førum er sama fyritøka. Havast skal tó í huga, at hvørki foreldur, kommunulæknar og málsviðgerðarar á Almanastovuni lat børn óneyðuga leingi til viðgerð. Afurat hesum skal eg viðmerkja, at eingin rokning er send Almannstovuni, uttan at lækni hevur ávíst tørvin.

Alment tilboð fyri 150 kr frá Aksel V. Johannensen
Aksel segði, at tað privata kostar ov nógv, tað privata kostar kr. 475 pr. viðgerðatíma við øllum íroknað .Útreiðslur sum millum annað standa av, at hava eina viðgeraðastovu eru lønir, frítíðarlønir, hølir,eftirlønir, sjúkradagar, skeiðvirksemi, serútgerð, skrivstovuútgerð, reingerð, telefon, el, hiti, bilar ella koyring til tey børn sum ikki kunnu koma á viðgerðastovuna og annað.
Alt hettar sigur Aksel seg kunna gera fyri kr. 150 pr viðgerðatíma. Sigur at tað Almenna ikki hevur hesar útreiðslur, tí sjúkrahúsini og Nærverkið hevur hølur og útgerð sum kunnu brúkast, so hettar kostar einki ?. Hettar roknistykki hevði eg ógvuliga fegin vilja, at sloppi at sæð nærri at.
Oysl av Landskassanum
Eisini legði Aksel føroyskir ergoterapeutar undir, at oysla skattakrónir burtur til óneyðugar venjingar, sum eftir hansara meting var ábyrgdin hjá foreldrinum. Hettar er ein sera álvarsom ákæra móti bæði ergoterpeutum og foreldrum, og sigur ikki so lítið um hanara væntandi innlit og virðing av tí ergoterapeutiska fakinum.