sjógvi. Millum Føroyar og Ísland er avtalan tann sama sum í 1997 við 13% niðurskurði í nøgd. Partarnir samdust um at seta ein arbeiðsbólk at kanna og ráðgeva um eina miðal- og langtíðarætlan fyri fiskiskapin [...] fer niður um lívfrøðiliga lágmarkið upp á 2,5 mill. tons. Verandi avtala um fiskiskapin er grundað á, at veiðutrýstið er 0,15. Verður hildið fast við hetta, skuldi veiðan í 1998 ikki fara upp um 1,2 mill [...] Grundað á tilmæli frá ICES um at minka veiðuna frá 1,5 mió. til 1,2 mió. tons ella 20% samtyktu strandalondini, at heildarveiðan fyri 1998 ikki skal fara upp um 1,3 mió. tons. Hetta er ein niðurskurður
s hevur verið viðgjørd, var tað um reppið, at ministarin útskrivað fólkatingsval, men hetta bleiv av ongum, orsakað av at stjórnarflokkarnir og andstøðan funnu saman um á hvønn hátt núverandi almenna og [...] nevndi m.a. hvat pennaførarin hjá føroyska javnaðarflokkinum í Sosialinum somuleiðis hevði ført fram um sama mál á leiðaraplássi fleiri ferðir. Stokkut vón Hesa seinastu tíðina hevur Sosialurin í leiðaranum [...] umrøtt Nyrup og stjórn hansara og m.a. sagt at: »Nyrup hevur ikki roynst nakar Føroyavinur«, og í sama andadrátti verður roynt at sissa føroyingar við at siga: »Tað vit seta okkara álit á er, at aðrir
mentamálum snyr seg um, hvørvítt Kirkjubømúrurin er friðaður eftir Løgtingslóg nr.19 frá 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, ella ikki. Tá tílíkir spurningar taka seg upp, so sigur sama lóg í § 1. Sp [...] Spurningurin um, hvat íð kemur inn undir hesar ásetanir, og um nærri mark fyri tað friðaða øki verður at avgera av landsstyrinum eftir tilmæli frá tí í § 3 ummæltu nevnd. Nevndin sum her er talan um, er for [...] hevur sagt, at hann fer at kanna um kirkjubømúrurin er eitt fornminni. Hesar ristingar kundu verið spardar, um fornfrøðingarnir ómakaðu sær at spurt hjá undirritaða, um tað verunliga var soleiðis statt
eitt íkast til orðaskiftið. Feskasta dømið um tilvildarligar ætlanir, er kúvending landsstýrismanna í málinum um undirsjóvartunnil um Vestmannasund og málið um Trónda. Heilt óvæntað, fær Tróndur, av sk [...] strandfaraskipum eftir sama leisti sum nú, er munandi dýrari enn ein økt tyrlutænasta. Um ráð er til undirsjóvartunnil skal eg lata standa opið. Tosa vit um nýggjar ferjur er talan um 50 til 100 mill. kr [...] og hesaferð er ikki bert talan um smávegis ábøtur. Nei, tosað verður um undirsjóvartunnlar, ferjulegur og nýggj strandfaraskip. Milliónaíløguætlanir fúka í luftini, sum um oljan longu spríkti upp millum
Nú um dagarnar hoyrdu vit um ein norskan fraktbát, sum gekk burtur í New Foundlandi. Ein maður, sum hevði flotið 20 tímar í sjónum, var ímillum teir, sum bjargaðust. Jú, hendingarnar eru nógvar, sum søgan [...] stórur, sum skaptur verður um alt ímillum himmal og jørð. Guð viti hvussu ættarliðið undan okkum hevur klárað seg ígjøgnum lívið? Nú skal hvør sjómaður sendast á skeið eisini. Mundi hetta ikki kunnað verið [...] eitt eftirlit setast at ansa eftir hvørjum báti, sum loysir frá landi at spyrja, um viðkomandi hevur verið á skeiði? Runt um í landi okkara eru varðarnir reistir, har vit møtast og við virðing minnast teir
býum, tá kappingin var um reinastu bygdina í Føroyum. Vøksturin í mun til í ár hjá IRF er 8% og sama vøkstur hevur støðin í Havn havt. Poul Andrias evur roknað seg fram til, at um vøksturin komandi árini [...] Tað eru ikki so nógv var síðan, vit høvdu hart orðaskifti um, hví tvær brennistøðir skuldu byggjast í Føroyum. Tað varð skýrt vitleyst og prógv um klandur og stríð. Nú hava brennistøðirnar ov mikið at brenna [...] brenna, og veksur nøgdin við somu ferð sum síðan seinasta ár, koma báðar brennistøðirnar í neyð um tvey ár. Tað metir Poul Andrias Joensen, stjóri á brennistøðini í Leirvík. Beint sum brennistøðin á Sa
meiningsleyst, um ikki skal gerast reint hjá teimum gomlu, serliga tá hugsað verður um, hvussu strong krøvini til reingerð eru á røktarheimunum. Mugu sleppa upp - Tosað verður eisini um, at í staðin fyri [...] av teimum skerjingar, ið gjørdar verða, um Heimarøktin ikki fær meira pening. Avvarðandi mugu streingja á - Vit kunnu ikki annað enn vísa teimum avvarðandi á, at um politsiki myndugleikin ikki er sinnaður [...] aftrat æsta ár, siga heimahjálpararnir. - Tosað verður um at spara alla reingerð hjá teimum gomlu burtur, men vit loyva okkum at seta spurnartekin við, um tað er forsvarligt. - Vit mugu minnast til, at tað
Havn, men hava eisini eini hús á Stykkinum. Ætlanin var at selja húsini í Havn, og tað væntaðu tey mundi fara at taka eini tvey ár. Vígdis setti sær fyri, at tá húsini í Havn vórðu seld, og tey fluttu á [...] á deildini altíð vita, hvørjar vørur eru á goymslu, og nær neyðugt er at bíleggja. Tað sparir nógv um, at deildin ongantíð liggur inni við ov nógvum vørum. Goymslan hevur eisini 7000 viðskiftafólk, t.e [...] á skurðdeild, til eitt slíkt umsitingarligt arbeiði sumhetta? - Tað var stórbroyting, men hinvegin, um eg ikki kendi viðurskiftini á skuðdeildum og á sjúkrahúsum sumheild, so hevði eg ikki megnað tað sigur
fegin um, tí tá kunnu øll fáa ein meira friðarligan jólaaftan. Tað er tí eitt ynski millum nógv handilsfólk at hava stongt jólaaftan á hvørjum ári. Áheitan er komin frá Føroya Keypmannafelag um at arbeiða [...] Á sama fundi vóru upplatingartíðirnar á jólum til umrøðu. Afturlatingarlógin varð broytt í 1996 soleiðis, at nú kann vera opið 18.-23. desember til kl. 20 og jólaaftan til kl. 12. Av og á fellur jólaaftan [...] longu hevði tosað við bakarar og handlar í Havn, sum tóku undir við uppskotinum. Semja var á fundinum um at fylgja áheitanini frá Føroya Keypmannafelag treytað av, at allir handlar steingja. Afturfyri ynsktu
Um tríggjar vikur er ætlanin, at nýggja røktarheimið á Sandi skal lata upp. Starvsfólkini eru ikki sett enn, tí neyðugt er at gera sersáttmála veið sjúkrasystrafelagið, av tí at setanarviðurskiftini verða [...] heiminum, men tær, sum frammanundan starvast í Heimarøktini, skulu eisini arbeiða á røktarheiminum. Tað sama við heimahjálparunum í Heimarøktini. Tær skulu eisini arbeiða á røktarheiminum. Røktarheimið á Sandi [...] sifst, at soleiðis er altíð, tá eitt øki fær sítt fyrsta røktarheim, at fólk aftra seg við at søkja um at koma hagar at búgva. Men ikki plagar at ganga long tíð, til fullsett er, og bíðilistin haraftat