Politikarin Sverre Midjord Tað var á ungum aldri, at Sverre fekk við javnaðarrørsluna at gera, um ikki so var, at hann fekk hana í vøggugávu. Men at P. M. Dam var hansara idol, tað var einki at ivast í. Tí tók [...] Midjord Tað var ivaleyst í sínum arbeiði sum postmaður, at Sverre vann sær nógvar góðar vinir millum fólk á Tvøroyri. Hann hevði ella tók sær tíð til at tosa við fólk, til at taka ein kaffimunn inni hjá eini [...] sum politikari. Sjónleikarin Sverre Midjord Tað var í 50?árunum at vit spældu sjónleik hvønn vetur. Hetta vóru ofta stuttir og stuttligir leikir, og tá var leikluturin hjá Sverra aloftast tann mest skemtisami;
ÆGIR, sum eftir miðvíst arbeiði vann kappingina. Tað var við spenningi, at sæð varð fram til hesa kapping, tí aloftast fæst løn fyri arbeiðið, og tað kann tíbetur sigast í hesum førinum. Leiðslan í ÆGIR [...] Sum kunnugt var SUM ?98 í Klaksvík um vikuskiftið. Hetta er afturvendandi kapping, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Klaksvík á hvørjum vári. Tað skal ikki dyljast, at henda grein verður skrivað til [...] at Klaksvíkin er ein fiskivinnubýur, har tað eigur at vera heilt náttúrligt við einum svimjifelag fyri at brynja okkara komandi ættarlið til sjólívið, har tað at duga at svimja og at hava neyðuga treiskni
hálva árið var farið. Hvussu var tað so, tá tú fekst boðini frá týska læknanum? ? Tað var ein stórur lætti. Men eg var eisini keddur um, at eg ikki var farin til ein specialist beinanvegin, og ístaðin hevði [...] ni. Verður kendur aftur á gøtuni Hvussu var tað at skifta frá Lyngby til FCK? ? Tað var ein stór broyting. Eg búði úti í Lyngby meðan eg spældi har, og tað var eingin sum kendi meg aftur, tá eg gekk úti [...] millum fólk. Lyngby er ikki so stórt, men tað var eingin, sum visti hvør eg var. Tað vísti bara hvussu lítil áhugin fyri fótbólti í Lyngby var. Tá eg kom til FCK og tað gekk væl hjá mær, varð eg kendur aftur
nei. ? Og tað vísti seg eisini, at tá ið hann fer á sjógv aftur, hevur hann maskinskaða. ? Og eg segði við tey, at tað nokk skuldi vísa seg, at táið eykaluturin kom, var tað okkurt annað, sum var í vegin [...] gjár var onki klárt. Ein loysn, sum varð kannað, var at taka Smyril úr suðuroyarsiglingini leygardagin og lata hann fara til Skotlands. Men á miðdegi í gjár var onki svar komið frá løgmanni um tað. Ein [...] at Blikur hevur fingið maskinskaða... Tað er ótolandi. Og tað ringasta er, at Skipafelagið átekur sær onga ábyrgd, tí fiskurin er ikki komin umborð á Blik. ? Og tað er ongin trygging, sum letur endurgjald
norðanfyri og vestanfyri, men úrslitið var tað sama. Har var einki at síggja. Av Vaktar- og Bjargingartænastuni verður sagt, at teir tí kundu staðfesta, at tað ikki var skipinum leitast skuldi eftir, men heldur [...] at vit skulu missa so nógv? Vit gerast neyvan klókari, tí tað er eingin sum veit hvat fór fram, hvar ella nær. Tað var hósdagin, at Sjóborg var á veg til lands av fiskiskapi. Men hon vann ongantíð upp land [...] høgtíðin stundar til. Fimm mans í besta aldri eru tiknir burtur og heima sita tey spyrjandi um hvat tað var sum hendi. Men hvørki tey ella vit onnur fáa nakað svar uppá okkara mongu spurningar. Hvat hendi
og tað hava teir framvegis. Trupulleikin seinnu árini hevur verið, at teir hava havt ov fáar spælarar. Teir kundu ivaleyst ynskt sær størri úrval í ár, men tað er ikki so illa statt, sum tað var á Sv [...] at lyfta seg upp um niðurflytingar strikuna, so er tað okkurt, ið bendir á, at toftamenn ætla sær eitt øðrvísi fótbóltsár. Fyrsta styrkisroyndin var, tá vágbingar vitjaðu sunnudagin. B68 vann 3-0. Avrikið [...] sjálvsagdar á einum hvørjum liði, men sum tað hevur verið ilt at fingið eygað á hjá B68 seinastu árini, tykjast vera komnar upp á pláss. Sammett við í fjør, so var meiri enn helmingurin av spælarunum, ið
seinnapartin sunnudagin var møtið í Ebenezer og har høvdu fólk sum vanligt hongt sær yvirklæðinini í gongini. Hetta hevur óiva verið ov freistandi fyri veikar sálir, tí tá møtið var liðugt, var onkur sum fann út [...] kort var stolið úr lummanum. Seinni sunnudagin vórðu tveir persónar tiknir inni í eini kiosk í Havn, við kortinum. Teir verða skuldsettir fyri stuldur. Umleið klokkan tvey seinnapartin sunnudagin var løgreglan [...] Farna vikuskiftið var friðarligt hjá løgregluni. Onkur smá ferðsluóhapp, sum ikki hevði so nógv uppá seg, sigur Súni Vinther, støðleiðari í Havn. Tó so, onkur hevur misskilt munin millum tað sum er títt og
av Ingibjørg Poulsen úr Saltangará við 9,40 m. Hetta er nýtt føroyskt met. Hon átti sjálv tað gamla metið sum var 9,07 m. Randi Kúrberg úr Havn gjørdist nummar tvey í kappingini hjá kvinnum við 7,45 m. Hetta [...] Leygardagin 4. apríl var ársins fyrsta kapping í kúluvarpi fyri bæði kvinnur og menn á Toftum, og hóast rættiliga nógvan og kaldan vind, so vóru úrslitini væl betri enn ein kundi væntað so tíðliga á árinum [...] hjá kvinnunum eru óivað eitt úrslit av tí miðvísu venjing, sum hevur verið allan veturin á keiini inni á Sundi. Hjá monnunum vann Heri Ziska av Strondum við 11,86 m. Hetta er væl styttri enn tá hann setti
ætlanina Inni á Gøtu: ? Bara helvtin av samlaðu víddini á ætlaða barnagarðinum Inni á Gøtu verður til ansingarpláss, hin helvtin fer til umsiting og annað. Tað meta vit at vera oyðsl av plássi. Tað hevði [...] s í kommununi. Trupulleikin er, at kommunan ikki kann gera tær stóru íløgurnar, tað vil siga byggja dagstovnar. Men tað ber til at finna høli og hús og umbyggja tey til endamálið. Loysnir nýtast ikki at [...] støðuni hjá barnafamiljum í Havn. Hóast hann skilur støðuna, sigur hann, at tað er upp til kommununa at loysa spurningin. ? Tað hava vit tikið til eftirtektar og fara framyvir at tosa við kommununa um loysnir
rutur. Men broytist hugburðurin ikki, kann alt gera tað sama. Í hesum føri var tað longu mitt í vikuni ein spurningur, um Blikur fór at sigla. Var talan um ein professionella fyritøku, útvegaði hon [...] slan var professionell. Og í Blue Water í Onglandi, hevði hon ein professionellan og álítandi samstarvsfelaga. Men hetta síðasta árið er tað alt ov ofta komið fyri, at seinkingar eru. Og tað, sum hendi [...] privatar hendur, hava vit onga loysn havt á hesum avgerandi máli fyri føroyskt vinnnulív. Tað er hart at siga tað, men tað má sigast. Framtaksloysnin í Føroyum verður ikki, um vit skulu hava sjey, ella 10