veikastu í samfelagnum, og lít á míni orð, tað eru nógv fátæk fólk í USA. Aðru ferð í Føroyum Hetta er aðru ferð, at Taff er í Føroyum, og honum dámar væl áhoyrararnar í her. - Fólk liva við í tónleikinum [...] sínum tveimum døtrum. Russ Taff verður at hoyra fríggjakvøldið í Kelduni í Skálavík, leygarkvøldið í høllini á Hálsi og sunnukvøldið í KÍ-høllini í Klaksvík. [...] hægri makt, og trúgvin hevur ávirkað mín hugburð og hjálpt mær almikið í tí dagliga. Tí er tað natúrligt, at hetta gerst miðdepilin í mínum tónleiki. Tónleikurin snýr seg í høvuðsheitum um Jesus, sigur Russ
prógvaði so dyggiliga, at hann er førur fyri at ganga í fótasporunum hjá pápanum og stórabeiggjanum Sámali, tá ið hann eftir fáum døgum setti nýtt veiðumet í føroyska flotanum. Altíð ynskt at føra Krúnborg Eiler [...] við Krúnborg í nakrar mánaðar, og tá fekk eg endaliga gjørt av við meg sjálvan, at tað var sjógvurin, ið dróg meg mest, sigur reiðarasonurin, ið gjørdist rokskipari á fyrsta túrinum. Pápi hansara, Eiler [...] sum er sjónliga stoltur av yngsta soninum. Næsti rokskiparin ávegis Í løtuni hevur lítli Eiler frítúr, men hann ætlar sær avstað aftur í næstum, men um tað verður sum skipari ella sum stýrimaður, veit hann
longri í songini, soleiðis at vandin fyri liggisárum og lungnasjúkum veksur. Ógvuliga kensluborið Ein av teimum avvarðandi er Elin Reinert Planck, hvørs pápi er búfólk á Lágargarði. Elin situr eisini í bú [...] Lágargarð, og vit halda so, at tey fáa tað røkt og umsorgan, ið tey hava tørv á, men vit gerast klókari. Pápi mín fær ikki neyðugu røktina, og tað kenst ógvuliga svárt, tí hann hevur verið virkin alt sítt lív, [...] ellisárum, uttan at tað noyðist at verða nakað luksuslív. - Tíverri tykist tað ikki verða tíð til hetta í løtuni, og tey gomlu verða svikin. Eg haldi, at tað er umráðandi at fokus verður sett á hetta øki, tí
skrivað í bløðunum í Føroyum, men gjørdi eina lítla viðmerking í kjakinum í Norðlýsinum, men tað gingu bert nakrir tímar, so bleiv mín viðmerking tikin úr kjakinum, tí seti eg mína lítlu viðmerking í hinu [...] Símun á Høvdanum ????? Fyrst av øllum vil eg ynskja KBI tillukku við bygninginum. Síggið í internet Norðlýsinum, at borgmeistarin Steinbjørn Jacobsen klippur snórin. Er tað ein nýggj siðvenja, at hvørja
einum serstøkum tiltaki á vestanstevnuni í ár er Petur Jacob Haraldsen, sum býr við Kirkjar í Miðvági. Á skránna fyri stevnuna er nevniliga sett ein listaframsýning í Gamla Skúla, og har ætlar hann sær sjálvandi [...] hann nýtir tíðina til. Í veruleikanum er als ikki neyðugt at fara inn á gátt, tí longu uttanfyri sæst, at her inni býr onkur, sum dámar væl at mála og at skapa. Í einum vindeyga í kjallaranum standa fleiri [...] so gott ljós, sigur hann. Vøkur motiv Í einum øðrum stevnublaði greiddu vit frá listamálaranum, Adolf Johannesen í Hósvík, sum segði at tað vóru óteljandi motiv í hesi vøkru bygdini. Petur Jacob hevur
Hvørja bók lesur tú í løtuni? - Eg eri sum oftast í ferð við 2-3 bøkur samstundis. Ein liggur á vesinum, ein á náttborðinum og ein í stovuni. Ein av bókunum er The Five Love Languages of Children eftir [...] tolt ræðuligar pínslur í kinverskum fangatippum. Brádliga lótust allar hurðar upp í fangatippinum, og hann gekk út framvið øllum fangavørðunum, uttan at nakar sá hann. Nú býr hann í Vesturheiminum og greiðir [...] tvær ferðir verið í Føroyum og greitt frá. Lív mítt eftir Golda Meir. Bókin greiðir frá lívi hennara frá vøggu í grøv. Serliga áhugaverdur er lesnaðurin um stovnanina av statinum Ísrael í 1948 og hennara
heitt navn í øllum Danmark. Umframt viðrákið í Nephew hevur sangarin eisini verið limur í vælumtóktu sendirøðini, Drengene fra Angora, sum hevur verið víst á DR. Hvørt fríggjakvøld hava danir í túsundatali [...] veruliga av løttum í Gøtu. Tónleikabólkurin hevur fingið eini sethús i Gøtu at búleikast í hesar dagarnar , teir eru i Føroyum. -Tað er totalt kekkað og sýrut at fáa síni egnu sethús at bugva í. Hetta er enn [...] úr Gøtu, og hann hevur nýtt seinastu dagarnar til at hitta føroyskar familjulimir. -Pápi mín hevur 22 systkinabørn í Føroyum, og eg mangli framvegis at møta 20 teirra, so nú fáa vit at síggja, hvussu nógv
Uppsala í Svøríki í 1966 í týskum og latíni Studentaskúlalærari á svenskum miðnámsskúlum frá 1966-68 Ph.D.-lesandi í Uppsala frá 1968 Studentaskúlalærari í Hoydølum frá 1974 dr.phil. í Keypmannahavn í 1998 [...] er í familju. Í Føroyum er familjan í fremstu røð, greiðir Ulf Timmermann frá. Hann leggur afturat, at júst hesin sentrali familjuleikluturin í føroyskari mentan er eisini at finna í ávísum økjum í Svøríki [...] Timmermann, og í dag, 46 ár eftir hansara fyrstu ferð í Norðuratlantshavi, hevur hann búð í Føroyum í 31 ár og er vorðin ein sonn legenda fyri allar teir túsundtals næmingar, sum hann hevur undirvíst í latíni
menninar, sum hildu til í ymiskum kjallaraíbúðum í Eysturbýnum, síðan, fortelur Árni Gregersen smírandi. Ein Gregersen Árni Gregersen er føddur í Norðagøtu í 1951. Hann er sostatt uppvaksin í teimum trongu 50 [...] Gregersen slagnum í einum lítlum lokal samfelag sum í Gøtu, svarar Árni Gregersen: -Satt at siga havi eg ongantíð fingið viðmerkingar um tað í Gøtu, men eg havi hinvegin fingið skotið okkurt í skógvarnar, tá [...] situr framvegis rimmarfastur í minninum. Líradagur 26. august 1988. Henda dagin fór fyrrverandi stjórin í SVF og sitandi tíðindaleiðarin á TV2 Bornholm, Árni Gregersen, í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu
hovbingar eisini. Pápi hevði siglt við øðrum fram til hendan dag. Hann hevði verið dekkari í seinni helvt av fýratiárunum og fyrst í fimtiárunum, síðan stýrimaður seinni í fimtiárunum og inn í sekstiárini. [...] ligið líka sum í luftini seinastu mánaðarnar. Teir eru sjónliga rørdir at tí sum liggur fyri framman. Hesin træbáturin, 50 tonsarin, sum er bygdur á Frederiksværk í 1948, kom í okkara familju í 1984, og tá [...] verið burtur í fimm ár, deyður og farin. Tað bylgist innan í mær, eg sakni hann líka nógv enn. Hann roykti seg í hel, størsti nikotinelskari eg nakrantíð havi møtt, 50 sigarettir um dagin í 50 ár, tað sleppir