-Ja vit hava bæði fingið ein gyltan møguleika at hyggja eftir brúdleypsmyndum á vegginum, og at kanna, hvørji undirklæði folkini hava i skuffunum. Nei, hatta mást tú also ikki sitera okkum fyri.
Fryntliga og skemtiliga manningin i danska tonleikabolkinum, Nephew, tekur sær veruliga av løttum í Gøtu. Tónleikabólkurin hevur fingið eini sethús i Gøtu at búleikast í hesar dagarnar , teir eru i Føroyum.
-Tað er totalt kekkað og sýrut at fáa síni egnu sethús at bugva í. Hetta er enn klokkuklárt dømi um frálíka gestablídni, vit hava møtt í Føroyum. Hetta landi hevur einki sum helst at gera við Danmark at gera, tí alt er øðrvisi her. Eg skilji væl, at tit hava eina loysingarrørslu sum vil loysa frá Danmark, sigur forsangarin i Nephew, Simon Kvamm á tíðindafundi í Gøtu mikumorgunin.
Vælumtókti sangarin og sjónleikarin kom longu til Føroya seinasta fríggjadag. Simon Kvamm hevur ætt úr Gøtu, og hann hevur nýtt seinastu dagarnar til at hitta føroyskar familjulimir.
-Pápi mín hevur 22 systkinabørn í Føroyum, og eg mangli framvegis at møta 20 teirra, so nú fáa vit at síggja, hvussu nógv eg nái. Vit skulu eisini snúsa eitt sindur til oyggjarnar komandi dagarnar. Millum annað skulu vit vísast runt við tyrlu seinni í dag, greiðir Simon Kvamm frá.
Ikki livibreyð
Tónleikabólkurin Nephew hevur seinasta árið sligið sítt navn so rimmarfast í danska tónleikaheiminum. Fløgan, USA DSB, hevur vunnið eitt ótal av heiðurslønum í vár. Millum annað vann bólkinum heili fimm Danish Music Awards fyrr í ár. Kortini hava limirnir í bólkinum fyri fleiri árum síðan gjørt av, at tónleikurin ikki skal gerast teirra einasta livibreyð.
Allir limirnir í bólkinum hava valt at hava fast arbeiði við síðurnar av tónleikinum. Henda raðfesting hevur millum annað við sær, at fimti limurin í bólkinum ikki er komin til Føroya enn. Orsøkin er, at hann er lækni og hevur vakt fríggjadagin, og tískil kemur hann ikki til Føroya fyrr enn leygardagin.
Hjá sangarum Simon Kvamm hevur seinasta árið verið ein kollvelting. Frá at vera ein anonymur persónur úr Jútlandi er Simon Kvamm blivin eitt heitt navn í øllum Danmark.
Umframt viðrákið í Nephew hevur sangarin eisini verið limur í vælumtóktu sendirøðini, Drengene fra Angora, sum hevur verið víst á DR. Hvørt fríggjakvøld hava danir í túsundatali verið klistraðir at skerminum fyri at síggja Henrik Solgaard, Baune, Henning Primdahl, Bobby Olsen stuttleika sær í kultrøðini, Drengene fra Angora.
Spurdur, hvussu stóra ávirkan "successin" við Drengene fra Angora hevur havt á sølutøluni hjá Nephew, svarar Simon Kvamm:
-Tað er einki dulsmál, at successin við Drengene fra Angora hevur verið við til at lata dyrnar upp hjá fólki fyri Nephew. Eg haldi kortini ikki talan er um nakað spin off, tí heimurin í Angora og heimurin hjá tónleikabólkinum Nephew er fullkomiliga ymiskir. Hinvegin kanst tú siga, at vit sum tónleikabólkur hava verið noyddur at prógva enn meira fyri kritikarum, enn um eg ikki var í Angora. Eg ivist ikki eina løtu í, at fjølmiðlarnir høvdu elskað um teir kundu gjørt enn eina søgu eina vælumtókta sjónleikarin, sum kiksaði um tónleikari.
Twix og Darth Vader
Lýsandi Darth Vader svør og sjokulátakeksin Twix. Henda margháttliga samanblanding er blivi til eitt vørumerki, tá Nephew hevur framført í Danmark seinasta árið. Áhoyrararnir møta vanliga mannsterkir upp við Darth Vader svørum og tveita Twix upp til limirnar á pallinum. Hesi løgni atburður kemur fyrst og fremst av vælumtókta lagnum, En wannabe Darth Vader, sum í løtuni liggur nummar trý á 15 teimum bestu, og fyrr í ár hevur ligið ovast á danska tónleikatindinum.
Spurdur, um teir vænta at síggja Darth Vader svør og Twix á Gøtusandi leygarkvøldið, svarar Simon Kvamm:
-Satt at siga áni eg ikki, hvussu væl føroyingar kenna okkara tónleik. Eg dugi slett ikki at siga, hvussu tað verður á pallinum, tí vit vita ikki um 200 fólk fara at sita og nikka eftir okkara tónleiki ella um 5000 fólk fara rópa og skrála. Hetta er ein rættiliga undarlig kensla, sigur Simon Kvamm.
Skuldi onkur freistast at ogna sær Darth Vader svør og Twix til framførsluna hjá Nephew leygarkvøldið er møguleiki fyri tí. Høvuðsfyrireikarin á G!, Jón Tyril, sigur, at tað verður møguligt bæði at keypa Darth Vader svør og Twix í básum á G! Festivalinum.
Mynd:
-Satt at siga áni eg ikki, hvussu væl føroyingar kenna okkara tónleik. Eg dugi slett ikki at siga, hvussu tað verður á pallinum, tí vit vita ikki um 200 fólk fara at sita og nikka eftir okkara tónleiki ella um 5000 fólk fara rópa og skrála. Hetta er ein rættiliga undarlig kensla, sigur Simon Kvamm, sum her er avmyndaður við restini av manningini í Nephew á sandinum í Gøtu.
Mynd: Bárður