Tillukku við bygninginum

Símun á Høvdanum

?????
Fyrst av øllum vil eg ynskja KBI tillukku við bygninginum. Síggið í internet Norðlýsinum, at borgmeistarin Steinbjørn Jacobsen klippur snórin. Er tað ein nýggj siðvenja, at hvørja ferð ein nýggjur bygningurin verður opnaður, so skal borgmeistarin klippa snór. Vit hava keypt fýra bygningar og lata ein byggja, men tá kom ongin borgmeistari og klipti snór, men sjávandi er tað munur á monnum.
Ætlaði ikki at skrivað í bløðunum í Føroyum, men gjørdi eina lítla viðmerking í kjakinum í Norðlýsinum, men tað gingu bert nakrir tímar, so bleiv mín viðmerking tikin úr kjakinum, tí seti eg mína lítlu viðmerking í hinu bløðini. Kanska hon verður upptikin, men løgið tykist tað, at borgmeistarin er byrjaður at klippa snórar fyri ymiskt útvald feløg.