endamál at endurbøta náttúru, har tørvur er á tí. Ráðstevnan er ein partur av verkætlanunum um at endurbøta hagapartin Stóriryggur og skriðuna oman fyri Syðradal á Kalsoynni. Hesar verkætlanirnar fóru av [...] umframt at viðkomandi almennir stovnar og málaráð luttaka, og hon bjóðar til eina fjølbroytta skrá. Á skránni eru framløgur um endurbøting í Føroyum, um royndir úr Íslandi og um týdningin av endurbøting [...] framløgur frá Bjørn Kalsø, bónda og Lendisbata-bónda, og Íðunn Hauksdóttir frá íslendska stovninum Land og Skógur, sum hevur tikist við náttúruendurbøting í meira enn eina øld. Endað verður við pallborðskjaki
fór at hava negativar avleiðingar fyri okkara vinnu og samfelag. Og nógv bendir á, at nú er sjón fyri søgn. Meðan fólk á landi hava fingið søguliga stórar lønarhækkingar – serliga tey við frammanundan [...] Tí, henda skattaumskipanin hjá samgonguni er – sum so ómetaliga nógv í samfelagi okkara – bygd á herðarnar á sjófólki okkara og so eisini teimum, sum arbeiða uttanlands. Fiskimannafrádrátturin, samdøgur [...] hon í botn. Tað hevur akkurát hingið saman við familju, húsum osfr – inntil nú! Nú ein skattarokning á fleiri 10túsundtals krónur árliga er í væntu við lógarbroytingini hjá sitandi samgongu. Hvør hevur ráð
vóru á útróðri henda dagin, ikki vóru komnir til lands aftur, tá kvøldið og náttin komu, og hetta var ein ring nátt á Sandi. Tað var ikki fyrr enn móti morgni, at útróðrarmenninir náddu upp land, og tá [...] gávuna. Ein av manningini á Føringi var abbi borgarstjóran, og hin gamli fortaldi Hera Sverrasyni, at tá ringast stóð til á havinum hesa náttina, settu teir seg upp á stokkin á bátinum við rygginum móti [...] tollur og borðskeyti av Føringi í varðveitslu á Sandi, og á sólurinum á Ljósafløtti er minnissteinur, har til ber at lesa alla søguna um útróðrardagin á vári í 1940.
helviti, ein sorgarleikur, sum Russland hevur ført til okkara land, skrivar Volodymyr Artyukh, sum er leiðari fyri hernaðarfyrisitingina í Sumy, á Telegram. Talan var um ein bygning í níggju hæddum, sum varð [...] Ukraina hava sagt seg ikki fara eftir sivilum í álopum á øki hjá hvørjum øðrum. Tó eru túsundtals fólk deyð síðani februar 2022, tá Russland herjaði á Ukraina. Tey flestu av teimum dripnu eru ukrainarar.
stuðlar ynskinum hjá Venesuela at gerast partur av Briks, og hann segði, at Venesuela er eitt land, tú kanst hava álit á.
slóðaðu fyri og fluttu okkara samfelag fram á leið. Áðrenn, vit fara víðari, fari eg heita á tykkum um at reisast og minnast hesar báðar í tøgn. - Hyggi eg aftur á tað farna árið, so er nógv at gleðast um [...] lækkandi seinastu árini. Bara upp á tvey ár er talið av føddum lækkað við yvir 100 børnum. Einki bendir á, at talið batnar í ár. Barnafamiljurnar eru sperdar og hava tørv á størri frælsi – størri frælsi yvir [...] Saman skulu vit framhaldandi vísa á, hví ung skulu velja Føroyar. Saman skulu vit framhaldandi vísa á, hví familjan skal velja Føroyar. Saman skulu vit framhaldandi vísa á, hví vinnulívið skal velja Føroyar
lærarastovuni í Hoydølum at bera hesi ørindi fram fyri stjóranum á orðabókadeildini hjá hesum danska forlagnum. Fekk forritið við sær á diskettum Stjórin segði, at hetta var vanligt forlagsvirksemi [...] at eg fór at støkka inn á gólvið hjá honum, og hann segði, at eg var vælkomin. Tá skrivaði hann sáttmálar við okkum um enskar og týskar orðabøkur og legði forritini inn á diskettur. Hesar fekk [...] orðabøkur við 60.000 orðum á fremmandamálum sum latíni, grikskum og hebraiskum datt tískil niðurfyri, so tað framvegis er torført hjá okkum at lesa halgu skriftir okkara á upprunamálunum. Føroysku
hann er á veg á fund við íslendska forsetan, men hann steðgar á at bera kreppuboð: »Mitt í ringu krígsstøðuni í Ukraina og í Miðeystri mugu vit minnast til, at vit hava brúkt 70 ár uppá at byggja [...] samstarv í Arktis, bæði um fisk og annað tilfeingi, sum byggir á altjóðarætt og rættindi. Vit leggja stóran dent á ikki at blaka alt tað á gólvið. Vit mugu finna ein máta, har vit ikki útihýsa Russlandi [...] og vandan fyri diplomatiskum samanbroti. Alt politiskt samband við Russland í Arktis er steðgað, síðani Russland legði á Ukraina í 2022, og ógvuslig búskaparlig revsitiltøk eru í staðin miðvís ímóti
– og eisini sjófólki í rættiliga stóran mun. - Hetta hevur Fiskimannafelagið víst á í fleiri ár. Jan Højgaard vísir á, at sum formaður í Fiskimannafelagnum, hevur hann í fleiri ár - og ikki minst tað seinasta [...] Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, á heimasíðu felagsins. - Í hesum døgum verður landsins fíggjarlóg fyri 2025 fyrireikað til tingsins viðgerð. Eisini hjá sjófólkum er fíggjarstøðan [...] fíggjarstøðan til viðgerðar - alt árið! Skulu sjófólk fáa fleiri krónur fyri kilo, og Føroya land harvið fleiri pengar, so má hugsast av nýggjum. Jan Højgaard sigur, at tað fáast ikki fleiri krónur fyri kilo,
haldast longri á arbeiðsmarknaðinum, at tey ikki fáa fólkapensjón og samhaldsfasta, sum tey hava goldið til, fyrr enn nøkur ár seinni, og at tryggingarfeløg sleppa at liggja á pengunum, sum [...] gerast upp á nøkur heilt fá ár – og 10 ár fyrr enn ætlað. Sambært galdandi lóg er lagt upp til, at pensjónsaldurin verður 70 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1982. Hetta ætlar landsstýrið at broyta [...] Og viðhvørt halda teir í so lítið um veljaran. Hósdagin í farnu viku kom eitt tíðindaskriv frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, sum hevur sent til hoyring uppskot um, hvussu pensjónsaldurin