Høgni Hoydal skundar sær víðari, hann er á veg á fund við íslendska forsetan, men hann steðgar á at bera kreppuboð:
»Mitt í ringu krígsstøðuni í Ukraina og í Miðeystri mugu vit minnast til, at vit hava brúkt 70 ár uppá at byggja upp altjóða, regluligt samstarv í Arktis, bæði um fisk og annað tilfeingi, sum byggir á altjóðarætt og rættindi. Vit leggja stóran dent á ikki at blaka alt tað á gólvið. Vit mugu finna ein máta, har vit ikki útihýsa Russlandi heilt, sigur hann álvarsliga við meg mitt í meldrinum í Hørpu, glitrandi tónleikaborgini við sjóvarmálan í Reykjavík.
Fleiri enn 2.000 politikarar, sendifólk, vísindafólk og herleiðarar úr arktisku tjóðunum umframt Kina, Bretlandi og øðrum londum við vóru næstseinasta vikuskiftið til Arctic Circle Assembly, sum er árlig ráðstevna í Reykjavík.
Her gjørdist greitt, at hernaðargerð og djúp óvissa um ætlanirnar hjá Russlandi eru við til at spilla politiska umhvørvið um alt Arktis. Bráðfeingis umrøður um veðurlagið og trivnaðin í arktisku samfeløgunum vóru greitt í skugganum av tosi um leiklutin hjá NATO í Arktis, russisk net-álop og vandan fyri diplomatiskum samanbroti.
Alt politiskt samband við Russland í Arktis er steðgað, síðani Russland legði á Ukraina í 2022, og ógvuslig búskaparlig revsitiltøk eru í staðin miðvís ímóti arktiska gullkálvinum hjá Russlandi: Útvinning av olju, gassi og øðrum tilfeingi.
Í ørkymlan hevur Moskva leitað sær nýggj samstørv við Kina, India og onnur lond í Suðri, og óttin fyri einum endaligum falli í samstarvinum við Vesturheimin breiðir seg í Arktis; í USA, Kanada og í Norðurlondum.
Tvístøðan tykist nærum óloysilig: Menningin í Arktis gongur skjótt. Ísurin hvørvur. Frysta lendið bráðnar og øll vilja hava atgongd til ríkidømið. Tað er bráðneyðugt við felags átøkum fyri at fyribyrgja ósemjum, oljuvanlukkum og koma veðurlagnum, fólki, plantum og djórum til góðar. Alt krevur samstarv við Russland, men útlitini eru søguliga vánalig.
Íslendski forsætisráðharrin, Bjarni Benediktsson, kallaði í síni viljasterku setanarrøðu avbjóðingina frá Putins Russlandi »kanska ta størstu í mínum ættarliði.«
– Tað kom í hæddina við ógvusliga álopsstríðnum hjá Russlandi móti okkara vinum í Ukraina. Latið okkum síggja veruleikan: Russland fer helst ikki at broyta kós í nærmastu framtíð, segði hann fyri fullsettu konserthøllini.
##med2##
Grønland á palli
Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, tosaði um nýggju trygdarpolitisku strategiina hjá Grønlandi, sum lýsir av ótta fyri, at lívsneyðuga veitingin hjá Grønlandi verður avbrotin av hernaðarligum átøkum í Norðuratlantshavi.
Pipaluk Lynge, formaður í uttanlandsnevndini í Inatsisartut, grønlendska landstinginum, segði mær frá sínum órógvi:
“Sjálvandi eri eg óróligur. Vit upplivdu undir seinna heimsbardaga, hvussu Danmark varð avskorið frá okkum, tá tit vóru hersett av týskarum, og vit eru bangin fyri, at tað fer at endurtaka seg hjá russum. Har er heilivágur og alt annað, sum vit eru bundin av úr Evropa og Danmark. Vit vita eisini, hvat russar eru førir fyri longu nú. Um vit verða útsett fyri einum net-álop, kann alt frá streymi til sjúkrahúsið slókna, sigur hon.
##med3##
Fer Russland at melda seg úr?
Eitt lítið lið av donskum sendifólkum høvdu úr at gera í Reykjavík, harímillum við tí fyri eyga, at Føroyar, Grønland og Danmark yvirtaka formanssessin í Arktiska Ráðnum í mai 2025.
Stjórnirnar í Arktis og arktisku fólkasløgini hava í skjótt 30 ár gjørt Arktiska Ráðið til avgerandi pall fyri altjóða samráðingum í Arktis, men nú stríðist ráðið fyri at yvirliva.
Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, frystu tær sjey vesturarktisku stjórnirnar alt samstarv við Russland í Arktiska Ráðnum, og politiskir fundir við Russland eru framvegis ikki hildnir.
Finnland og Svøríki eru nú NATO-limir, so Russland stendur fyri einum sameindum NATO-fronti í Arktiska Ráðnum.
Moskva hevur fleiri ferðir hótt við at taka seg úr ráðnum, men tá eg spyrji Rebeccu Pincus, leiðara á Polarstovninum í Washington D.C., vísir hon beinanvegin hugskotinum aftur:
– Russland fer framhaldandi at hótta við at draga seg úr. Retorikkurin heldur fram, sigur hon.
– Men eg meti tað bert vera ein part av teirra lægra ágangi, sum skal tryggja, at hini arktisku londini støðugt eru úr javnvág. Vit vita, at støðufesti og normalitetur í Arktis er av egnum búskaparligum áhuga hjá Russlandi, sigur hon.
Tað er ein klassisk greining: Russland kann ikki vera fyri uttan útflutning av olju, gassi og steinsløgum úr Arktis, og fiskiveiðan har norðuri, sum vit eisini kenna í Føroyum, er millum tey ríkastu á klótuni. Skipanin í Moskva hevur eisini risastórar ætlanir um farmaferðslu norðan fyri Russland, og allar hesar inntøkukeldur fara at hokna, um ósemja sleppur at ráða í Arktis.
##med4##
Ríkið fremst
Noreg hevur seinastu tvey árini dúgliga hildið Arktiska Ráðnum saman, men tungar ávaringar vóru í Reykjavík um, at neyðugt er við meira, um Ráðið skal eisini yvirliva til hinumegin formansskapin í danska kongsríkinum.
Ávaringin ljóðaði m.a. frá Rolf Rødven, leiðara fyri AMAP, Arktiska eftirlits- og metingarætlanini, sum er ein av teimum átta vísindaligu arbeiðsbólkunum, sum mynda sjálvan kjarnan í Arktiska Ráðnum.
Í 20 ár hava granskararnir handan AMAP kollvelt kunnleikan hjá altjóða samfelagnum um veðurlagsbroytingar í Arktis. Men uttan virkna atgongd til vísindalig dáta úr Russlandi og samstarv við granskingarhøpi í Russlandi, missa vísindafólk førleikan at veita gagnliga vegleiðing til arktisku stjórnirnar, veðurlagspanelið hjá ST og aðrar brúkarar, stendur at lesa í ávaringini.
– Hvørki Arktiska Ráðið ella arbeiðsbólkarnir hava nakran guddómligan tilverurætt, segði Rødven í Reykjavík.
– Tað er soleiðis hjá øllum stovnum: um tú livir av at selja epli, men ikki hevur nøkur epli at selja, so fara keypararnir aðrastaðni, segði hann.
##med5##
Ógreitt arbeiðsbýti
Semja er millum Havnina, Nuuk og Keypmannahavn um, at Grønland skal hava ein leiðandi leiklut undir formanstíðini í Arktiska Ráðnum, men ógreitt er, hvussu leikluturin skal setast saman. Og longu í januar skal Arktiska Ráðið seta navn á samráðingarleiðaran í kongaríkinum, so tíðin er stutt.
Tað er eisini ógreitt, um danski Tobias Elling Rehfeld, sum varð settur sum arktiskur sendiharri í september 2023, framhaldandi fer at røkja starvið, ella um ein nýggjur við grønlendskum røtum verður settur, sum Nuuk hevur biðið um. Rehfeldt luttók á ráðstevnuni í Reykjavík, men gjørdi einki hóvasták úr heitinum.