Í kvøld veit AFP-tíðindastovan at siga, at Venesuela fer at lata 225 fólk leys, sum vórðu handtikin og fongslað, tá forsetaval var í landinum í summar.
Ófriður tók seg upp, tá forsetin í landinum, sosialisturin Nicolás Maduro, útnevndi seg sjálvan sum vinnara av umstrídda forsetavalinum.
Andstøðan í landinum vildi vera við, at tað var teirra valevni, sum vann forsetavalið. Í ófriðinum lótu í minsta lagi 27 fólk lív, 200 vórðu løstað, og 2400 fólk vórðu handtikin.
Venesuela við sitandi forseta, sum nú fær seks ár aftrat í forsetaembætinum, er ein sameindur hjá Russlandi.
Undir sonevnda Briks-fundinum, sum varð hildin í russiska býnum, Kazan um dagarnar, hitti russiski forsetin, Vladimir Putin, forsetan í Venesuela, Nicolás Maduro.
Briks-samstarvið er millum tey fimm londini, Russland, Kina, Brasilia, India og Suðurafrika.
Russiski forsetin segði, at hann stuðlar ynskinum hjá Venesuela at gerast partur av Briks, og hann segði, at Venesuela er eitt land, tú kanst hava álit á.