Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, á heimasíðu felagsins.
- Í hesum døgum verður landsins fíggjarlóg fyri 2025 fyrireikað til tingsins viðgerð. Eisini hjá sjófólkum er fíggjarstøðan til viðgerðar - alt árið! Skulu sjófólk fáa fleiri krónur fyri kilo, og Føroya land harvið fleiri pengar, so má hugsast av nýggjum.
Jan Højgaard sigur, at tað fáast ikki fleiri krónur fyri kilo, um vit tvíhalda um núverandi avmarkingar hjá flotanum. Í løtuni eru nevniliga avmarkingar, sum áseta, at skipini skulu landa til føroysk virkir.
- Eftirsum prísurin sum meginregla er hægri uttanlands, so er reelt talan um, at tað er ásett í lóg, at føroysk fiskiskip ikki skulu landa, har tey fáa hægsta prís!
Hann heldur, at um skipini fáa loyvi at landa, har besti prísurin fæst, antin tað so er í Føroyum ella uttanlands, so gagnar tað sperda landskassanum – og eisini sjófólki í rættiliga stóran mun.
- Hetta hevur Fiskimannafelagið víst á í fleiri ár.
Jan Højgaard vísir á, at sum formaður í Fiskimannafelagnum, hevur hann í fleiri ár - og ikki minst tað seinasta árið - tosað við fleiri av teimum fólkavaldu um landingar, har besti prísur fæst.
- Tað hava verið fleiri løgtingslimir, sum hava ivast, um teir skulu lata føroysku skipini landa aðrastaðni enn í Føroyum, hóast prísurin kann vera væl hægri har.
Og formaðurin heldur, at vón er fyri framman
- Tað sær út til at hava hepnast at tosa við løgtingslimir. Nú hava fleiri politikarar staðfest, at tað er ein fyrimunur fyri føroyska búskapin, um skipini kunnu landa, har besti prísurin fæst.
Tískil er ein vón fyri framman fyri okkara sjófólk, heldur Jan Højgaard.
- Tí vænti eg sum formaður í Fiskimannafelagnum, at tað frameftir verður møguligt hjá skipunum at fáa varandi loyvi til at landa, har tey fáa mest burturúr.
Hann sigur, at hetta fer at hava við sær, at føroyski búskapurin fær eitt boost, umframt at sjófólk eisini fáa meira burturúr.
- Og hvat er meir sjálvsagt enn tað, heldur Jan Højgaard fyri.