filmur og blitzterningar blivu keypt, áðrenn man fór við Pride til Havnar, tí nú ráddi um at fáa myndir av bilinum hjá Maggi, um so var, at vit møttu honum í havnargøtum. Komin aftur til Klaksvíkar var bein [...] okkurt við bilar at gera, og soleiðis er eisini her í Miðlahúsinum. Bilar og aftur bilar hevur verið hansara allanvegin í gjøgnum. Her í Miðlahúsinum hevur hann skrivað síðu upp og síðu niður um bilar, og [...] Miðlahúsinum gjørt nógvar tillagingar, so at fólk hava verið noydd at laga seg til broyttu umstøðurnar. Maggi tók hesar broytingar sum eina avbjóðing og er nú vorðin bilummælari og sølumaður av blaðlýsingum
Seinastu tíðina er farið fram eitt orðskifti um nyttuna av heilsukanning av bróstum, eisini kallað mammografi screening. Hetta er ein røntgenkanning av bróstum hjá øllum kvinnum í einum ávísum aldri við atliti [...] harmonisering av fortreytunum fyri mammografi er eisini gjørd, har mett verður um minstu krøv fyri at screeningin skal geva meining: Screening av kvinnum í aldrinum 60 ? 69 ár hvønn 18. Mánaða Tvær myndir a 1,5 [...] 5 mGy 70% av kvinnunum luttaka 30% minking av deyðiligheit í bróstkrabba Eisini hevur WHO sett upp ávísar fortreytir fyri, at heilsukanningar av hesum slagi skulu geva meining og kunnu góðtakast etiskt
Dagfinn Olsen Jóansøkunevndin er sett saman av umboðum fyri ymisk feløg, sum t. d. Skótarnar, Kappróðrarfelagið, VB, Jómsvíkingar og Svimjifelagið. Áhugaverd skrá Nógv áhugavert er á skránni, heldur Mannbjørn [...] hevur nógv at siga fyri feløgini í bygdini, at tey fáa nakað av peningi inn. Her er bert stevna annaðhvørt ár, so feløgini mugu fáa eitt sindur av peningi í kassan at arbeiða við, so ungdómsarbeiðið kann halda [...] Mannbjørn, og nevnir eittnú skrúðgonguna, ið er sett saman av ymsum yrkis- og áhugabólkum. Sokallaðu ?Fólkalívsmyndirnar?, har fólk eru latin í sum neytakonur og ymiskt annað frá gamlari tíð, verða við
í Havn heldur ikki vil vita av Paul Watson og hansara fólkum. Sama er við Havnar Bio. - Sea Shepherd-fólk vóru uttanfyri her í matstovuni Marco Polo og tóku myndir av húsinum. Tey spurdu, um tey kundu koma [...] matstovuna at taka myndir og halda fund. Men vit søgdu nei. Tað sigur Nordin Manai, sum eigur og rekur matstovuna, Marco Polo. Í tíðindasending í gjár hevði Rás2 eina uppfylging av málinum, har víst varð [...] annars frá, at leygarkvøldið fóru tey at verða á Hotel Tórshavn - á Hvonn - men hetta verður av ongum, siga tey av Hvonn. Síðani spurdu tey seg fyri í Miðlahúsinum, men Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri
venjarastarvinum hjá VB hósdagin, og hóskvøldið fundaðust leiðsla og leikarar í VB-húsinum, og endin varð, at Marek Vierzbicki í fyrstu atløgu skal standa við ábyrgdini av besta VB-liðnum. Á gamlar gøtur [...] fótliðinum at dragast við. Heldur ikki Robert Cieslewicz hevur vant hesa vikuna. Hann fekk skað, tá VB tapti fyri B68, men tað verður í øllum førum vónað, at tað fer at bera til hjá honum at spæla hósdagin [...] eru Tórður Holm, Jón Pauli Olsen og Birgir Jørgensen nú allir tøkir aftur, eftir at teir høvdu gjørt av ikki at spæla undir fyrrverandi venjaranum. Ivaleyst verða teir onkursvegna við í hópinum sunnudagin
Annar partur av frásøgnini hjá Dinnufíu snúði seg um Acorn, og varð søgan lýst í síni heild. Vit endurgivið nakað av tí, sum longu hevur verið skrivað. Afturat hesum er tann týðandi parturin, sum Dinnafía [...] sum vit hava fingið frá øðrum, sum varða av hesi vanlukku. Úrslitið gjørdist ein heilt einastandandi frásøgn, sum hevur verið ómetaliga væl umtókt ikki minst av teimum avvarðandi. Nógv hava fyrstu ferð [...] eftir, sum ikki pláss var fyri í fyrru greinini. Millum hetta vóru eisini viðkomandi myndir, sum so koma við hesa ferð. Av ítøkiligum nýggjum upplýsingum kann nevnast, at samb. sjófrágreiðingini var tað
greiddi hugtakandi frá um altartalvuna, bátin og byggingina av kirkjuni. Og sum altíð endaði hann frásøgn sína við at syngja fyrsta ørindi av “Nú leiti eg til tína náði”. Síðani greiddi Edward Fuglø frá [...] gjørt í Norðatlantiska Húsinum í Odense, Svanadrotningin. Men Ellen kom eisini við einum ynski um, at Edward gjørdi ein veggjamálning afturat í grannalagnum til Norðatlantiska Húsinum í Odense – hesaferð [...] Orð og myndir: Dávur Winther. Ellen Drost, mentanarleiðari í Odense kommunu heitti á mentanardeildina hjá Klaksvíkar kommunu um til bar at síggja Christianskirkjuna. Hetta var í sambandi við, at danska
Sunnudagin 12. januar, hava hjúnini Maria og Jógvan Krosslá í Vági gullbrúdleyp. Vælkomst verður í VB húsinum, leygardagin 11.januar frá kl.16.00 til 22.00. Tey sum vilja heilsa uppá gullbrúðarparið, biðjast [...] desember høvdu Ragnar og Elsa í Holusteini krúndiamantbrúdleyp, dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum leygardagin 7. desember frá 16 – 20- Øll eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúdleyp 16. desember [...] Filadelfia í Gøtu. Øll eru hjartaliga vælkomin Diamantbrúdleyp Tann 5. desember hava Anna og Marni av Kák diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin í missiónshúsinum Libanon í Sørvági leygardagin 7. desember
kl. 15 giftast í Vágs kirkju, Gunvá Hovgaard og Heðin Magnussen. Brúdleyp fyri innboðin verður í VB-húsinum kl. 19. Brúdleyp Leygardagin 9. juli giftast Jona í Garðinum og Poul Norðoy. Vígslan verður í Betesda [...] kirkju kl. 12.00. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 15.00 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági. Opið hús verður í Missiónshúsinum Libanon kl. 19.30, øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp 9. juli kl [...] Nielsen, Tórshavn. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 14. Veitsla verður fyri innboðin í B36 húsinum kl. 19. Brúdleyp Leygardagin 9. juli giftast Paulina Petersen, Tórshavn, og Bárður við Skipá, Hoyvík
kl. 15 giftast í Vágs kirkju Fríði Danberg, Vágur og Joan Djurhuus, Hvalvík. Veitslan verður í VB-húsinum kl 19. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf 505853 (Fríði [...] Mánadagin 14. sept. hava Kristina og Petur Mortensen 67 og 70 ára føðingardag. Dagurin verður hildin í húsinum hjá Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9. leygardagin 12. sept. Føðingardagurin er frá kl. [...] 316530 ella 516530 áðrenn mánadagin 7. sept. 70 ára føðingardagur Mikudagin 16. sept. fyllir Svenning av Lofti sjeyti ár. Føðingardagurin verður hildin í Ebenezer hetta sama kvøldið. Byrjað verður kl. 18