Nú er greitt, at matstovan Marco Polo í Havn heldur ikki vil vita av Paul Watson og hansara fólkum. Sama er við Havnar Bio.
- Sea Shepherd-fólk vóru uttanfyri her í matstovuni Marco Polo og tóku myndir av húsinum. Tey spurdu, um tey kundu koma inn í matstovuna at taka myndir og halda fund. Men vit søgdu nei.
Tað sigur Nordin Manai, sum eigur og rekur matstovuna, Marco Polo.
Í tíðindasending í gjár hevði Rás2 eina uppfylging av málinum, har víst varð á, hvussu nógva staðni Paul Watson og hansara fólk hava fingið stólin fyri hurðina í Havnini um dagarnar.
Alt bendir á, at tað eftir øllum at døma verður ómetaliga trupult hjá Paul Watson og hansara fólkum í Sea Shepherd at finna nakað høli í Havnini.
Ætlanin hjá felagsskapinum er nevniliga at halda fyrilestur og sína fram onkran film, sum so skal brúkast í sendingini Whale Wars á Discovery Channel, men tiltikna føroyska gestablýdni er ikki júst tað, Paul Watson upplivir í royndunum at finna eini høli, ið eru hóskilig til endamálið.
Paul Watson boðaði annars frá, at leygarkvøldið fóru tey at verða á Hotel Tórshavn - á Hvonn - men hetta verður av ongum, siga tey av Hvonn.
Síðani spurdu tey seg fyri í Miðlahúsinum, men Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, gjørdi teimum greitt, at tey ikki sluppu inn í Miðlahúsið við sínum virksemi.
Av Hotel Hafnia eru boðini, at tey enn ikki eru sloppin at siga nei. Tað vil siga, at Sea Shepherd ikki hevur spurt seg fyri har enn. Men spyrja tey, fáa tey eisini eitt greitt nei har, sigur Oddbjørg Højgaard, leiðari á Hotel Hafnia.
Eisini Tórshavnar Kommuna fer at siga nei, um Sea Shepherd ætlar sær at brúka onkran av teirra bygningum at halda fyrilestur í. Tað sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen.
Úr Norðurlandahúsinum eru boðini frá Niels Halm, stjóra, tey somu. Har hava umboð fyri Sea Shepherd spurt seg fyri, men heldur ikki har ynskja tey at gera pláss fyri Watson og hansara fólkum.
Og uppi í Kringvarpinum sigur Annika Mittún Jacobsen, stjóri, at tey ikki hava hoyrt nakað frá Sea Shepherd. Uttan at svara beinleiðis upp á spurningin, um tey fara at húsa Sea Shepherd, sigur Annika Mittún Jacobsen, at hon ikki metir teirra høli vera egnaði til slíkt virksemi, og at tað annars ikki er vanligt, at tey leiga hølini út til líkt og ólíkt.
Sostatt ber til at staðfesta, at tað verður ein ómetaliga trupul uppgáva hjá Paul Watson og Sea Shepherd at fáa eini hóskandi høli til vega í Havnini, at halda fyrilestur í.