Orð og myndir: Dávur Winther.
Ellen Drost, mentanarleiðari í Odense kommunu heitti á mentanardeildina hjá Klaksvíkar kommunu um til bar at síggja Christianskirkjuna. Hetta var í sambandi við, at danska stýrið fyri barna- og mentanarleiðarar hevði sín aðalfund í Føroyum.
Alex Sólstein greiddi hugtakandi frá um altartalvuna, bátin og byggingina av kirkjuni. Og sum altíð endaði hann frásøgn sína við at syngja fyrsta ørindi av “Nú leiti eg til tína náði”.
Síðani greiddi Edward Fuglø frá listaverki sínum í kirkjukjallaranum, Jesus úr Nasaret. Við var eisini Helga Hjørvar, fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum. Hon hevur sett upp listaframsýningina við listaverkum eftir Ruth Smith.
Aftaná takkaði Ellen Drost fyri hugtakandi frágreiðingina hjá Edwardi. Hon takkaði eisini fyri frálíka veggjamálningin, sum Edward hevur gjørt í Norðatlantiska Húsinum í Odense, Svanadrotningin.
Men Ellen kom eisini við einum ynski um, at Edward gjørdi ein veggjamálning afturat í grannalagnum til Norðatlantiska Húsinum í Odense – hesaferð á ein útvegg á eitt av stóru húsunum har.
So Edward er væl lýddur í vinarbýnum Odense og hevur kanska fingið eina størri uppgávu afturat til býin.