aftur við at taka fyrivarni í nettup sama øki. Uppá ein hátt kann ein siga, at vit eru í defensinum, tó at vit kortini við hesum fyrireika okkum til ein møguligan framtíðar samanbrest (te. sakarmál) Tað [...] føroyskt øki. Tað danir hava gjørt er ein sokallað ?reservatión?, tvs. at vit gera vart við, at vit kunnu gera eitt krav galdandi uppá økið talan er um, tá málið seinni kanska verður sent til Haagdómstólin. Tá [...] Journal so hevur Bretland gálvað eftir Danmark og Føroyum í hesum málinum, ið snýr seg um rættin til ein stóran bita av undirgrundini nærhendis oljukelduni Suilven, sum BP fann fyri einum ári síðani. Í summar
teir kundu fara úr Vestmanna við báðum stigunum, eftir ein tættan, harðan og spennandi oddadyst fyri eygunum á fleiri enn 500 áskoðarum. Tað var ein hondbóltsdystur, sum tænir spælinum sjálvum, og sum bara [...] vinna á VÍF sunnudagin, so mundu tað neyvan verða øll tey somu, sum trúðu uppá møguleikan. Og tað var kanska ikki so løgið. H71 royndi fleiri ferðir í fjør at fáa bilbukt við VÍF, men tað nyttaði einki, og
sendingar eru góðar og úrvalið breitt, finnast tey alíkavæl at okkum. Kanska kemst tað av, at skrivandi pressan metir okkum verða ein kappingarneyta, og tí fer hon illa við okkum, heldur Preben Elkjær. Men [...] fótbólti, og tað er nakað, sum teir gera nógv við. ? Vit senda hvørt fríggjakvøld og hvønn sunnudag ein dyst úr Superliguni beinleiðis. Tað gevur átta dystir um mánaðin, og tá tú hugsar um, at tað kostar [...] løtuni hava eitt undirskot, sigur Preben Elkjær við Ítróttarsosialin. Tipsblaðið, sum hevur verið ein av mest kritisku donsku fjølmiðlunum, tá tað snýr seg um TVS, skrivaði fríggjadagin um vanlukkulig
hann eisini við eini heilsan til føroyingar, kanska serliga føroyskar myndugleikar, frá Grønlandsfly, har hann minti á, at grønlendska flogfelagið hevur ein tann størsta tyrluflota í Norðuratlantshavi, [...] Grønland liggur í mun til Amerika og Europa. Millum annað hevur grønlendska landsstýrið samtykt at seta ein grønlendskan umboðsmann í kanadiskan høvuðsstaðnum Ottawa, segði Jonathan Motzfeldt á tíðindafundi [...] annin, velur hann sjálvur sínar landsstýrismenn. Men hóast hann hevur valt nakrar landsstýrismenn ein dag, er ikki vist, at teir framvegis eru tað dagin eftir. Tí um Landstingið sýtir fyri at góðtaka teir
nýggjan leiklut. Frá at hava verið einasta sjónvarpstilboð til føroyingar, skal SvF nú finna ein nýggjan leiklut sum ein av mongu sjónvarpsrásunum, føroyingar brúka. Málið hjá SvF fer framyvir at verða, at tað [...] orðaskifti um øll avgerandi samfelagsviðurskifti, skal venda sær til nógva avmarkaðar áhugabólkar eins væl og til ein størri hyggjaraskara, og tað skal geva hyggjaranum gott innlit í og uppliving av føroyskari [...] undirhald, breiðar og smalar sendingar, føroyskt og útlendskt tilfar, og tilfar úr býi og bygd. Lívið og virksermi á bygd eigur at verða viðgjørt í sama álvara, sum tá talan er um høvuðsstaðin og onnur størri
vóru ov sein á sjóvarfallinum. Hon heldur, at útlitini eru betri fyri at fáa ein útlendskan venjara, heldur enn at fáa ein føroyskan. Skulu vit hava føroyskan venjara, skal hann flyta suður. Og tað vísir [...] heilt niðurfyri. Fótbóltskappingin blívur longri og longri, og strævnari og strævnari og í eini bygd sum í Vági eru tað somu drongir og menn, sum eru uppií báðu. Tí verða teir noyddir at velja, og í [...] uppaftur í fjør. Tíverri hevur ikki gingið so væl. Tær hava tapt tríggjar dystir og bara vunnið ein. Tað tykist ikki, sum um tær eru nóg væl fyri at spæla í fyrstu deild. Vónirnar eru avgjørt at blíva
seg um, at ein eins og sálarliga sjúki og psykopatiski Postal sníkir seg runt í ymsum umhvørvum og skjýtur løgreglumenn og øll onnur, ið koma fyri. Eisini gomul, kvinnur og børn. Rakar ein ein sivilan, fær [...] goyma seg aftan eitt húsahorn ella aftanfyri ein bil, men ilt er at síggja, nær ein er goymdur og nær ein kann skjóta. Eitt sjúkt spæl Postal er sum spæl ein miðal uppliving, hvørs einasta nýggja er tann [...] veruleikanæra ljóðsíðu. Tey neyðardýr ein skjýtur, ringja seg saman leingi og bløða sum óðir tarvar. Tey vena seg og rópa um hjálp, so tað næstan er ótolandi. Tað einasta ein kann gera, er at geva teimum eitt
tá áseyður varð innfluttur úr Føroyum, sigur Kristjana Motzfeldt. So gingu nøkur ár. Og í 1915 varð ein landbúnaðarstøð sett á stovn í Qaqortoq (Julianehåb). Tá varð tað mesta av tí føroyska seyðinum skiftur [...] meira enn umleið 50.000 áseyðir. Men enn er skipanin kortini bert umleið 20.000, sigur hon. Tað ber kanska til at fáa skipanina upp um tey 50.000. Men tað kemur nógv ann uppá, hvussu nógv lendi kann dyrkast
Tað fyrsta, ið rann mær til hugs er ein heldur løgin skaldsøga. Hon víkur í øllum føri rættuliga nógv frá tí eg væntaði, uttan tó at verða vónbrotin. Man hevur kanska í alt ov stóran mun lyndi til at seta [...] duga at avgerða um, hvør er meiri útvaldur enn ein annar. Fyri hesar zionistar er Jesus harumframt jú ikki annað enn, sum skaldsøgan eisini peikar á, ein fuppmakari og lygivætti fyri ortodoksar jødar. [...] yrkjaragávur tá verða nýttar til fullnar. Kanska er tað tí mær altíð betur hevur dámt at lesa yrkingar og arbeiða við yrkingum. Fyri at koma aftur til skaldsøguna. Ein av boðskapinum kemur fram í síðsta kapittlinum
heima í stovuni og hyggja at. Hann skal sjálvur vera við í sendingunum. Sjónvarpið skal senda meiri av bygd, tað skal senda fleiri føroyskar sendingar og fleiri sendingar til børn og ung. Sjónvarpið skal hava [...] fram Tað, at sjónvarpið ikki hevur havt eitt greitt mál at halda seg til, hevur gjørt, at kósin kanska ikki hevur verið so miðvís, sigur Johan Petersen, formaður í sjónvarpsnevndini. Leiðslan hevur [...] skulu vera til børn og ung. Hyggjarin skal í størri mun taka lut í sendingum. Sendast skal meiri av bygd. Sjónvarpið skal upplýsa, verða mentanarboðberi, undirhalda og verða á varðhaldi, borað og avdúka