ralur, so kemst hetta av, at um so er at samlaða íløgan t.d. er kr. 24 mió., so merkir hetta, at kr. 4,8 mió. av hesum eru mvg, sum goldið er til landskassan, t.v.s. fyri at Lassi eisini skal skilja hetta [...] skapinum, og um so er at ein leggur allar krediteringar saman, og trekkir allar debiteringar frá omanfyri standandi roknskapi, so er úrslitið kr. 0. Hetta merkir, at »Tórsvøllur« er útreiðsluneutralur [...] landskassanum uppá kr. 2 mia. Tað nyttar ikki at fara út í æsir við hesum, tí Lassi neyvan skilir hetta, men hvat, tá ið tað í hansara verð er tað sama »at leasa«, sum »at keypa«, so kann ein ikki vænta annað.
oljuvinnu er upplagt, at Suðuroyggin er best egnað sum útgerðar-, goymslu- og arbeiðsøki. Her er stytsta leið og flestu fortreytir, sum aðrir tó royna at bróta niður. Suðuroyingar vóru í ferð við at uppbyggja [...] føroyinginum at útvega sær ein bíligan møguleika at ferðast uttanlands. Longu nú sæst, at Skipafelagið er ikki ført fyri at røkja rutuna. Skal liviligt vera í Suðuroynni, eigur samferðslunetið at útbyggjast: [...] Úrslitið er, at kommunan er ein tann mest skuldabundna í Føroyum. Kommunuloysnin kundi tykjast ein loysn, men røkkur als ikki. Landið noyðist at koma upp í leikin onkursvegna. Tosað verður um, at kreppan
Løgreglan ger nú nærri kanningar fyri at finna fram til, hvat veruliga er farið fram og kanna um nóg góð prógv eru til at fútin kann meta at grundarlag er undir at reisa ákæru. Hereftir eru hesir møguleikar: [...] mannin sekan við at siga, at ein kona var deyð av løstum hon fekk, tá ein maður framdi harðskap ímóti henni. Eg ringdi til útvarpið og gjørdi vart við hetta og helt at tað hevði sømt seg, at teir rættaðu feilin [...] rætturin, sum skal taka støðu til, um maðurin er sekur. Soleiðis sum málið nú liggur fyri vita vit og eiga vit bert at vita, at løgreglan heldur seg hava grund til at skuldseta mannin og rætturin meinar tað
við, at eg fekk tríggjar minuttir at framføra míni sjónarmið á valfundi í Læraraskúlanum. - Aftaná frætti eg, at floksleiðslan var bangin fyri at eg fór at fáa ov stóra undirtøku, og at tað fór at skugga [...] arbeiði. - Hinvegin, so er tað eisini keðiligt,ikki at sleppa at mynda framtíðarsamfelagið. - Tað er kortini torført at gevast, tí tá ein hevur fingið politisku ?bacilluna³ er torført at sleppa av við hana [...] torført tað er at seta sær fyri og halda eina politiska kós. - Eg eri sannførdur um, at tað ber til at flyta samfelagið. Um eg nú fari at gevast í politikki,so havi eg fingið eina barlast, sum er góð at hava
kirkjugólv hon skuldi tvørturum, fyri at sleppa at syngja. Hon legði hart út við tveimum so vælkendum løgum sum ?Down by the Riverside? og ?Nobody Knows the Trouble I´ve Seen?. Síðan bjóðaði hon Tórshavn [...] men hon hevði sálina við, og dugdi sera væl at spæla upp á sínar streingir. Dirvi Kórið var eitt havt um beinið, kundi ein bersøgin áhoyrari funnið upp á sagt, men her kann viðmerkjast, at tað er sera [...] salurin enn einaferð fullur. Eftir at Magni Christiansen hevði fingið fjøldina í gospelhýr, tók amerikanska gospelsangarinnan Etta Cameron yvir. Hon gjørdi øll bilsin við at koma rokandi mitt gjøgnum salin
Høvuðsskoðsmálið til teirra er, at tað swingaði. Tey hava skilliga vant nógv, tí bæði byrjan og endi á øllum løgum sótu væl, men tað skal sanniliga eisini nógv venjing til at fáa tað at swinga, sum tað gjørdi [...] alt rúmið, og tónleikararnir hava tætt samband við áhoyraran. Ein trio er eftir mínum tykki er tann ideella jazzmanningin, og hon kemur har av álvara til sín rætt. Føroyskir slagarar Men bróðurparturin [...] inni í lítlu dansistovuni. Stovan hóskaði væl til sovorðnan café jazz, og tað var stundum, tú gloymdi, at tú vart í Norðurlandahúsinum og ikki í onkrum jazzklubba. Hesa kensluna saknar man eitt sindur sum
kostnaður væl hægri. Tað sum kanska er enn meira hugsunnarvert er metingin, sum Claus Dringer annars hevur um skipið. Hann heldur, at tá skipið er umvælt, fer tað valla at verða á sama støði, sum Tjaldrið [...] tekniska útgerðin ikki er álítandi, tí hon er gomul og slitin. Niðurstøðan hjá honum er, at skipið verður ófullfíggjað, sum vaktar- og bjargingarskip. Sambært Sjónvarpi Føroyar endar Claus Dringer sína frágreiðing [...] hesum: » Endelig bemærkes, at der er et vigtigt udestående spørgsmål omkring skibets dødvæg efter ombygningen. Der foreligger mulighed for, at skibet vil få en så lav dødvægt, at det vil virke indskrænkende
so væl. Jens Valdemarsson vil ikki vátta, at leiðslan í Reykjavík hevur trupuleikar við at fáa stjóran í Ísbú í Føroyum at samarbeiða. Tað er soleiðis, at fyri at hava eit felag skrásett í Føroyum, skal [...] nokk, sum er. Fyrr hava verið nevndar 400.000 krónur. Men sum skilst á Jens Valdemarssyni, er hetta talið kanska heldur ivasamt. Jens Valdemarsson sigur, at tað framvegis er ætlan teirra at koma til Føroya [...] Svøríkis, og er hetta ein partur av trupuleikanum, skilir Sosialurin. Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, sigur, at tað tekur tíð at koma til botns í hesum málinum. Hann hevur ikki hug at upplýsa
sambandi er at rokna frá tí, at fiskifar fer til fiskiskap til tað er komið í ta havn uttanlands, har veiðan verður avreidd. Kunngerðin, sum er dagfest 16. oktober, kemur í gildi fimm dagar eftir, at hon er [...] Fiskiveiðueftirlitinum frá í seinasta lagi ein tíma eftir at byrjað er at sigla til útlendska marknaðin. Avreiðir fiskifar beinleiðis uttanlands, og avreitt er meir enn 25% av nøgdnini, verður nýtta fiskidagatalið [...] tollvaldinum skjalprógva, at fiskurin hevur verið alment útboðin í Føroyum annaðhvørt á gólvuppboðssølu ella á almennari telefonuppboðssølu, soleiðis at keypari hevur møguleika til at keypa partar av veiðini
fólkaatkvøðan bindandi fyri bygdarráðið? ? Nei, hon er fyri at vita, hvat kollfirðingar halda um hetta. Er nøkur meining í at hava fólkaatkvøðu, sum ikki er bindandi, og sum kollfirðingar kunnu frykta fyri [...] loysast. Og Leivur Hansen sigur, at hann er til reiðar at taka kollfirðingar í sín stóra favn. ? Vit í Havnini hava onki ímóti at leggja saman við kollfirðingum, tí tað er bara ein fyrimunur fyri okkara [...] málið. Samstundis er ætlanin at hava borgarafund í Kollafjørði heilt skjótt, har høvi verður at spyrja um øll ivamál í sambandi við eina møguliga samanlegging. Og ætlanin er síðani at hava fólkaatkvøðu