Hansara myndir og samanberingar eru ofta ramligar og upprunaligar. Aftrat tí koma humor og sjálvspei, sum gera, at analar tilsipingar og skatologisk hugasambond ikki fara í rangastrupan ? og viðhvørt enntá [...] málsligum og formligum nýleika at kveikja nýuppliving. Stílurin tykist at umboða eina kynstruga samanseting av ? øðrumegin ? nýyrðum og sjáldsomum orðavali og ? hinumegin ? hevdbundnum gerandismáli, og hansara [...] klubbagestur við skrambul og gang: Buksuskrevið er vátt sæst, og innarumegin á lærinum. Hann stendur yvirhallur, maðurin. Eitt eygnablunk. So fettir hann sær á og sigur brátt og høpisleyst: Ich bin ein Berliner
jólaaftan. Tó ætla Rannvá og familjan at gera sum vit, og pakka upp jólaaftan. Plast og ongan greyt Vanligt er at hava jólatræ, men tey eru úr plasti. Veruligu jólatrøini eru ov dýr og heldur ikki vøkur, tá [...] opið alla vikuna, og m.a. er dansur á skránni. Ár 2000 Tíðarmunur er millum Nunavut og Føroyar. Í Nunavut eru tey eini 6 tímar aftanfyri okkum í Føroyum. So Rannvá fer inn í ár 2000 nakað væl eftir, at [...] desember og stendur allan desember, sigur Rannvá. Jóladøgurðin er kalkun. Men rísgreyt fær Rannvá ikki á jólum, tí hóast vanligt rís er at fáa, so er vónleyst at fáa hendur á greytrísi. Jólakort og ljósperur
Smirnov og aðrir ákærdir, dømdir og í flestu førum skotnir. Í tí næsta stóra sakarmálinum vóru høvuðsmenninirnir millum teir ákærdu Pjatakov, Sokolnikov, Serebriakov og Radek. Í tí triðja og gitnasta [...] dømir um, at einstaklingar ? ofta humanistar og skald - talaðu at órætti. Emile Zola og Anatole France talaðu at, tá ið Dreyfus varð órættvíst dømdur og revsaður, og franskir myndugleikar royndu at verja henda [...] Aðrir vórðu hóttir við, at løgreglan legði hendur á konu og børn, um teir ikki vístu lýdni. Um Bukharin er at siga, at hann veruliga skuldsetti seg sjálvan og læt lív í teirri trúgv, at henda gerð tænti
høvuðsstuðul hjá tí nýggju rørsluni. Kongur og drotning livdu í marglæti og yvirflóð. Samstundis vórðu fólk tvingað at lata ognir, klæðir og pengar frá sær og liva í mestu armóð. Tey, sum mutaðu ímóti ella [...] omanlopið er tað, sum síggja vit Jan Bockelsons eftirmenn - í meira og minni ørligum útgávum og meira og minni paranoidum hamum - rísa og sessast í hásætið. Teirra leikpallur er ikki longur avmarkaður til [...] sær bæði spennandi og hugvekjandi. Umframt tað peikar hon langt út um seg sjálva og sína tíð. Hon er, kundi ein kanska sagt, ein av mongum søguligum arketýpum, sum eyðkenna hesi 2000 árini, ið liðin eru
hava við fiskiskap og veiðu yvirhøvur at gera og har eru hagtøl um kvotur og annað, sum er áhugaverdur lesnaður. Kortini er tað eingin ivi um, at besti eginleikin við Skipalistanum 2000 er sjálvur skipalistin [...] bátunum, boritornunum, ferjunum og vaktarskipunum eru í litum, so inniheldur Skipalistin 2000 eisini annað, sum ger hann næstan vónleysan at vera fyriuttan hjá einum og hvørjum, sum hevur eitt sindur av [...] millum hugskot og gerðir. ? Tað tekur tíð at fara undir slíkt tí tað er so ótrúliga nógv um at fara. Fyrst skal avgerast hvat skal við í bókina, og síðani skulu upplýsingarnar savnast inn, og tað er eitt
ni skipar felagið á hvørjum sumri fyri stevnuni "Hendur og Hugflog". Í summar hevur felagið eisini tikið lut á Føroyakvøldunum í Sjónleikarhúsinum, og Heima á Garði í Hoyvík hevur ymiskt heimavirki verið [...] handaligt, ið selja á básunum. Tað kann vera alt millum himmal og jørð, bundnar, heklaðar og vovnar vørur, lutir út viði, horni, silvri og øðrum, umframt mangt, mangt annað. Eisini verður ein kaffistova [...] verður upp leygardagin og jólasølan heldur fram sunnudagin. Leygardagin seinnapartin koma ungar gentur at syngja, og sunnudagin vitjar jólamaðurin. - Nógv fólk plaga at vitja jólasøluna og fitt verður keypt
kommunurnar hava lagt fyri ár 2000 - áleið 200 mill. kr. verður góðekndur, og at kommunurnar saman við landsstýrinum frá byrjan av ár 2000 fara undir at leggja ein íløgukarm fyri 2001 og árini fram í trá við ynskini [...] løgmaður og fíggjarmálaráðharrin viðmerkingar í ávíkavist sjónvarpinum og útvarpinum og varð greitt soleiðis frá, at kommunurnar ikki høvdu megnað at finna fram til eitt býti av íløgunum, og vildi landsstýrið [...] vóru umboð fyri Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag móttikin av løgmanni, sum eisini er landsstýrismaður í kommunumálum og fíggjarmálaráðharranum, og fingu hesi at vita, at landsstýrið vildi
áhugaverdu dystirnar. Canal+ bjóðar tveir dystir út, og annar er við oddaliðinum. Hin er við einum øðrum liði, og tað var tað, sum SvF keypti í fjør, og tað var orsøkin til, at teir fingu fótbóltin so »bíliga« [...] ynski um at raðfesta ítróttin høgt, men at tað kostar at framleiða ella keypa og tí verður mann noyddur at velja viðhvørt. Og tí er her talan um eitt programpolitiskt val hjá SvF um ikki at senda úr bestu [...] fyri 99/2000, men prísurin var alt ov høgur til at vit vildu taka av. Í fjør kostaði tað okkum 330 túsund krónur, men í ár kostaði tað 550 túsund krónur um vit ætlaðu at senda Premier League og »Highlights«
vísa medis-inmannin og økislæknan til arbeiðis, vísa hvussu læknaurtirnar verða heystaðar og gjørdar til urtamedisin og lurta eftir hvat fólkið og læknarnir halda um fyrimunir og vansar hjá verkætlanini [...] spáa í kokabløðum og kalla sál aftur í likam, sum hon er farin úr. Send spurningar og viðmerkingar tínar til comet@ inet.uni2.dk, og tú fært svar beinleiðis úr Bolivia. Mitt í heimssøguni og kortini uttanfyri [...] vísindaligu og eftirkannaðu heilivág- og skurðviðgerðum sínum. Heilivágur er í dag ídnaðarframleiðsla, og virknaðurin eigur at vera eftirkannaður og prógvaður. Kortini er eingin sannleiki uttan tillagingar. Nógvir
sama ár, og nógvir fundir vórðu hildnir um alt landið um at fáa heimahjálp setta á stovn. Vit bíðaðu so eftir, at okkurt fór at henda, men tíðin gekk og einki hendi. - Várið eftir fóru eg og tvær aðrar [...] persónliga og menniskjansliga, stuðulin og tryggleikin, sum vit løgdu so stóran dent á, er burturi í dag. So lítil tíð er sett av til hvønn einstakan, at viðkomandi verður skundaður undir og humsaður við [...] í lag, soleiðis at skúlin verður settur á stovn 1. jan. ár 2000. Tað fer at skapa trygd og lívsvirði hjá fólki, sum í dag hava tørv á hjálp og stuðli frá góðari heimahjálp. - Nú leggja tey so stóran dent