framtíðini eitt nýtt andlit at síggja, tí 36 ára gamli presturin, Patrick De Neergaard, er nú vígdur og til reiðar at fara í holt við starvið sum prestur í Vági frá 21. september. Undir gudstænastu sunnudagin [...] er føddur í Irak og í størstan mun uppvaksin á Arabisku Emiratunum. Kristna familja hansara flutti til Danmarkar, tá Patrick De Neergaard var 14 ára gamal, og í dag er hann danskur statsborgari. Móðir nýggja [...] sum bert ger útlitini betri fyri eini góðari framtíð í Føroyum, sigur Patrick De Neergaard, tá vit fingu orðið á hann mánamorgunin eftir vígsluna í kirkjuni sunnudagin. 36 ára gamli presturin hevur lokið
Norðurlandahúsinum í 5 ár, var at hjálpa til við at halda hýrinum á føroyingum uppi, soleiðis at teir fingu treysti aftur, styrkja sjálvsálitið mentunarliga, og vera við til at vísa, at hóast tað gekk illa b [...] mentunarpolitikkinum. Húsið eigur at hava rætt og skyldu til at taka egin stig, men hvussu tey verða móttikin veldst um evnini til at lurta og taka til sín tað, sum onnur koma fram við, sigur Jan Kløvstad [...] og vísa okkum og umheiminum, at hóast tað stóð illa til fíggjarliga, áttu vit nakað, sum ikki kann gerast upp í krónum og oyrum. - Tá ið eg kom til Føroya á heysti í 1989 búðu 47.828 fólk í Føroyum, tað
Vit fingu orðið á Levi Nybo, málverja hjá H71, eftir dystin. Hann helt, at H71 misti møguleikan fyri stigi í endanum. - Teir føra at kalla allan dystin, men í fleiri umførum megna vit at koma uppá javnleik [...] javnleik. Men júst sum í dystinum ímóti Neistanum síðsta vikuskiftið, so missa vit alt á gólvið til síðst. Eg haldi, at verjan stendur væl stóran part av dystinum, men síðstu 10 minuttirnar megna vit ikki
við arbeiðssteðgin. Viðgerast hósdagin Tá ið vit fingu orðið á Sunnleif Højgaard hósmorgunin, segði hann, at Føroya Postfelag enn ikki hevði broytt støðu til arbeiðssteðgin, og tí framhaldandi stuðlaði tiltakinum
- Vit fingu eitt stig afturat í dag í royndunum at stabilisera liðið í Formuladeildini. Vit høvdu veru ovurfegnir fyri tey trý stigini, men í dag vóru vit ikki dugnaligir nokk til at skjóta bóltin síðsta [...] málsetningurin er akkurát tann sami. Við hesum sipar hann helst til, at málið hjá sandoyingum er at yvirliva í deildini, og hetta sær als ikki út til at vera ómøguligt.
Vilhelmsen úr Sandavági. Við hesa samkomuna vórðu starvsfólkini boðin til ein drekkamunn. Borðreitt varð við lagkøkum, og hesi seks fólkini fingu kurvar við blómum og eina smúkku frá virkinum. < Hóast Annelena [...] hetta arbeiðið. Hetta er eitt gott arbeiðspláss, og sera fitt arbeiðsfólk, sigur hon. Annelena er enn til arbeiðis á Fiskavirking í Miðvági, men ætlar sær kortini ikki at arbeiða so leingi aftrat. Heiðrað [...] fast við arbeiðið, hóast børnini vóru smá og eingin barnagarður var at lata børnini í, meðan hon var til arbeiðis. - Men hetta gekk eisini, sigur hon. Gevast Nú árini eru vorðin so mong, er Annelena so smátt
Jacobsen skuldi taka støðu til, um hon skuldi lata seg stilla upp aftur á kommunuvalinum, sum nú stundar til. Hon varð vald í bygdaráðið í Sørvágs kommunu í 2016. Tveir listar vóru til valið og listin, har hon [...] meira av tilvild, at eg kom aftur á listan til kommunuvalið í 2016. Eg var uppstillað til kommunuvalið í 2012, men kom ikki inn. Síðan var eg á javnaðarlistanum til løgtingsvalið í 2015, har eg fekk 64 atkvøður [...] vantaðu valevni. - Sjálvandi gjørdist eg ovfarin og fegin, tá eg gjørdist fyrst vald á listanum og fekk høvi at gerast borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Men, í dag er hon avgjørd um, at hetta verður hennara einasta
hava stóran áhuga fyri hestum. Nú var so eitt høvi at læra meiri um hetta vakra og spennandi djórið. Iris leitaði í einum horni, men í morgun bar ikki so væl til. - Eg hevði ætlað mær at finna eina ávísa bók [...] neytum og hestum. Har plagar hon at hjálpa til við røktini av hestunum, m.a. við striglingini og at reinsa básarnar. Nú kemur ein av floksfelagunum Iris til hjálpar. Hon hevur funnið ta hestabókina, sum [...] eingin undirvísing beint tá. Hesar báðar lesihugaðu kollfjarðargenturnar ynsktu tó at brúka tíðina til okkurt skilagott virksemi ístaðin. Hví ikki leita sær oman í vælútgjørda bókasavnið á skúlanum? Sum
einføld forkláring til tær mongu mistu milliónirnar. - Tað er ikki bara ein orsøk til, at tað gekk galið, men størsta orsøkin er sjálvandi skrallið í 2008, tí tá hendi tað, at vit fingu ikki nóg nógvar lýsingar [...] hevur leingi staðið illa til hjá Dimmalætting, og tískil kom tað ikki sum eitt sjokk fyri Árna Gregersen, at Dimma ikki fór at koma útaftur. - Eg havi vitað, at tað stóð illa til, og tí bleiv eg sum so ikki [...] lýsingar til bløðini og íløgan í Vinnuvitan og Vikublaðið fór fyri bakka, greiðir Árni Gregersen frá. At so nógvar milliónir eru farnar fyri skeytið er ikki nakað, sum ávirkar hann stórvegis. - Altso eg
fór til Grønlands at rógva út. Hetta gjørdi hann trý tey fyrstu árini av sínum arbeiðslívi. Fyri unglingin úr Gásadali, var grønlandsútróðurin lívsins skúli, sum vit plaga at taka til. Teir fóru til Grønlands [...] verið í Grønlandi og prísurin, teir fingu fyri fiskin, var heldur ikki nakað av reypa av. Hóast fólkatalið í Gásadali er fáment, er onkur familja við børnum flutt til bygdina seinnu árini, og sjálvur er [...] mun, har lítið fólkagrundarlag er frammanundan. Hann vísir á, at tað kemur ein øgilig rúgva at fólki til Gásadals í summarhálvuni. Spurdur, hvat Múlafossur segði honum, tá hann var ungur og vaks upp í Gásadali