Hjá formanninum í postfelagnum kom tað eisini dátt við, at forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar íútvarpinum mikudagin breyt avtaluna, sum tey 25 fakfeløgini høvdu í sambandi við arbeiðssteðgin.
Viðgerast hósdagin
Tá ið vit fingu orðið á Sunnleif Højgaard hósmorgunin, segði hann, at Føroya Postfelag enn ikki hevði broytt støðu til arbeiðssteðgin, og tí framhaldandi stuðlaði tiltakinum.
- Umstøðurnar eru tó broyttar, og vit fara at viðgerða málið seinni í dag. Vit mettu, at øll feløgini vóru samd um, at vit vóru saman um hetta, sigur Sunnleif Højgaard.
Nú umstøðurnar eru broyttar, av tí at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar breyt avtaluna, er neyðugt hjá nevndini í Føroya Postfelag at viðgerða málið av nýggjum, og tað var so gjørt á fundi hósdagin eftir evstamark hjá blaðnum.










