- Málsetningurin er tann sami

B71 spældi í gjár javnleik á heimavølli ímóti VB/Sumba, og venjarin, Eli Hentze, var sum heild glaður um tað eina stigið.

- Vit fingu eitt stig afturat í dag í royndunum at stabilisera liðið í Formuladeildini. Vit høvdu veru ovurfegnir fyri tey trý stigini, men í dag vóru vit ikki dugnaligir nokk til at skjóta bóltin síðsta vegin inn í málið, segði hann við Útvarpið eftir dystin.

Eli leggur afturat, at tað hevði verið gott við einum sigri, so teir kundu komið fram við onkrum av hinum liðunum.

- Vit høvdu ógvuliga fegnir vilja vunnið dystin í dag, so vit kundu yvirhála fleiri av liðunum, sum liggja mitt á stigatalvuni. Við hesum høvdu vit komið upp á fimta plássið, men hetta eydnaðist so ikki í dag, staðfesti hann.

Tá hann bleiv spurdur um málið hjá sandoyingum tað, ið eftir er av kappingini, var Eli púra greiður.

- Nú er ein triðingur eftir av kappingini, og málsetningurin er akkurát tann sami. Við hesum sipar hann helst til, at málið hjá sandoyingum er at yvirliva í deildini, og hetta sær als ikki út til at vera ómøguligt.