tað hevði staðið á jøvnum 4-4, tá ið slakir tíggju minuttir vóru leiktir, fór Kyndil frá H71, sum ongantíð kom upp á javnt aftur. Seinastu dystirnar hevur Høgni Klein ikki verið at sæð á Kyndlaliðnum, men [...] hálvleiki. Ein tann størsti munurin á liðunum báðum í dystinum sunnudagin var óivað breiddin á liðnum. Kyndil hevur kanska landsins størstu breidd, og teir kunnu skifta nógv út á liðnum, uttan at liðið gerst [...] H71 hevur leingi verið ónda marran hjá Kyndli, men nú hava teir grønu úr Havn vunnið á hoyvíkingum tvær ferðir á rað í landskappingini, so nú halda tey flestu Kyndla-viðhaldsfólkini, at H71-kompleksið
Eg minnist, at tað var krapi og kalt úti, tá eg koyrdi niðan, men eg minnist ikki hvussu eg kom heim. Saloma fór ikki heim til foreldrini, men koyrdi beint heim. - So byrjaðu tey at ringja, at vita hvar [...] ikki uppliva tað aftur. - Hetta hevur haft positiva ávirkan á mítt lív. Eg haldi, at eg virðismeti lívið meira. Eg føli, at eg steðgi meira á, og at lívið fer ikki bara framvið mær. Eg hugsi um, hvussu [...] til nøkur ting, sum eg ikki gjørdi áðrenn. Til dømis geri eg onkur ting saman við Zakaris, sum eg kanska ikki hevði gjørt, um eg ikki hevði upplivað hetta. Áðrenn hon bleiv sjúk, arbeiddi Saloma á skrivstovu
tvey, detta spakuliga niður á tekjurnar, vegin, sandin og øll tey vitjandi í bygdini. Bygdin er á tremur við fólki. Glað fólk í øllum aldri eru at síggja. Tað er fríggjadagur á G! Mitt uppi í bygdini standa [...] n. Har standa teldur lið um lið. Mitt á gólvinum stendur ein kombinerað fax- og kopimaskina. Á veggunum er stórt sæð onki prýði uttan tær mongu G! plakatirnar. Á tí eina vegginum hanga nakrar viðvendar [...] so friðarligt er á skrivstovuni henda fríggjadagin. Flest øll hava úr at gera við uppgávum, og fríløturnar ið eru, verða brúktar til at njóta tann nógva og fjølbroytta tónleikin. Mitt á gólvinum liggja
eisini, hvussu Jóhan bjóðaði á gátt heima á Skipanesi, har hann setti seg niður á stólin og spældi krevjandi klassisk harmonikustykki fyri mær. Hetta var imponerandi, og tú skilti á lagnum, at hann legði nógvi [...] ov tíðliga her av foldum). Tá eg slapp upp í part, vóru tað Jóhan á harmonikuni, Torleif Hansen á bassinum og gøtumaðurin Atli Gregersen á trummum. Teir manglaðu guitarleikara, og eg – nakað væl yngri enn [...] Føroyar mong vikuskifti á tamb og spældu dansitónleik. Svóvu á Sandi, hjá Elisi, sála, eitt vikuskifti, tá dansur var har. Spældu til nýggjárshald í Vági. Vóru fastir fúsir hóskvøld á dansistaðnum Kvøldlot
allastaðni í landinum, tá ein leysur hundur verður tikin. Tá tíkir ganga á illum... Andrass vísir eisini á, at tá tíkir ganga á illum, er tað serliga ringt. Tá royna tey, sum eiga tíkina kanska at halda [...] fáa fatur á. - Tá er tað so ikki tey, ið eiga tíkina, sum hava feilin, men hundaeigarar, sum loyva hundunum leysar út, sigur Andrass, sum veit at siga um nøkur fólk, sum áttu eina tík, ið gekk á illum. - [...] - Tá kom ein hundur har, og hann gjørdi so nógvar ónáðir, at fólkini tóku hann inn og koyrdi hann inn á WC -ið í kjallaranum, og so ringdu tey eftir mær. Tá eg so kom, og vit fóru inn eftir hundinum, ja
hevur súkklað kapp í fleiri ár, og eisini umboðað Føroyar, tá hon á føroyska landaveglandsliðnum vann sær góð úrslit á Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017. Fjallasúkklufelagið og SST skipa fyri trimum FM kappingum [...] sum sagt regnað av grimd undan kappingini, og tað hevði við sær, at tað var rættiliga vátt á rutuni. Tað vóru nøkur strekkir, har lendi var rættiliga grótut, og hetta darvaði teir luttakarar, sum ikki høvdu [...] ar hava. Eisini bøurin var hálur at koyra á, og av somu orsøk fór eisini onkur súkklari um koll har. Runu upp um bæði oyru og hesir líktust tí kanska fólki á veg til føstulávuntsveitslu. Men lagið var
Meyer var føddur á Tvøroyri 7. mars 1929. Sum smádrongur misti hann pápan ið sló út vestanfyri Mykines. 14 ára gamal fór hann til skips. Sjólívið dámdi honum væl, og 10 ár seinni fór hann á skiparaskúla. [...] hann var í 20 ár fram til 1984. Kaj var við, tá teir byrjaðu bilstøðina Bil á Tvøroyri, og mong okkara minnast at hann koyrdi lastbil har í fleiri ár eisini. Børnini eru trý: Herfríð, ið býr í Froðba, Vilhelm [...] hon upp starv sítt í Tórsgøtu og fór á offisersskúla Frelsunarhersins í London. Síðani bar leiðin til Íslands, har hon byrjaði at arbeiða í samkomu Frelsunarhersins á Ísafirði. Hon var saman við Immu og
átti at verðið lýst leyst av nýggjum, tí tað er so stórur munur á føroysku og donsku lýsingini. Annlis Bjarkhamar er ikki samd! ?Munurin á donsku og føroysku lýsingini hevur ongan týdning fyri sjálva m [...] eg ikki, at tað var ein trupulleiki. Tað var heldur ikki á nakran hátt til fyrimuns fyri annan av umsøkjarunum. Somuleiðis vísir umboðsmaðurin á, at onki notat er skrivað frá einari samrøðu, sum er í málinum [...] sagt í málinum um landsfornfrøðingin. Tað málið endaði við, at Løgmaður kom uppí málið og at enda koyrdi hann Annlis Bjarkhamar úr starvinum sum landsstýriskvinnu í mentamálum. Eftir at magistarafelagið
tosa við tá teir í seinna hálvleiki fullkomiliga mistu takið á Neistanum, og Tjaldur fingu fyri fyrstu ferð nakrantíð stig, tá teir vunnu dystin á KÍF fyri kortum. Men veruleikin er, at tað er stórur munur [...] mikukvøldið. Ikki tí, teir fyrstu tríati minuttirnir vóru farnir aftur um uttan at stórvegis munur var á. Og á vegis í fyrra hálvleiki var Tjaldur enntá frammanfyri, um tað so bara var við tí eina málinum. við [...] steðginum. Nøkur teirra hugsaðu uttan iva um dystin sunnudagin, men leikararnir vístu frá fyrsta brísli í seinna hálvleiki, at áskoðarar teirra als einki høvdu at vera bangin fyri. Við Bjarna Wardum á odda,
røðu, har onkur í familjuni ringdi á fastnetstelefonina í húsunum klokkan 13.40 - ella einar 10 minuttir eftir, at Tom Hagen var farin av arbeiðsplássinum og koyrdi heim. Í telefonsamrøðuni skal onkur [...] Hagen royndi í minsta lagi átta ferðir at ringja á telefonina hjá konu síni henda dagin, men har kom ongantíð nakað svar. Hann hevur eisini fortalt fólki á arbeiðsplássinum og onkrum í familjuni, at hann [...] Hagen ringdi til løgregluna og boðaði frá, at konan var horvin. Eitt korter seinni hitti hann nøkur løgreglufólk á einari bensinstøð í umhvørvinum. Samrøðurnar, sum Tom Hagen hevði við løgreglufólkini her