Heitir á Løgtings umboðsmann um at kanna Anfinn Kallsberg

Annlis Bjarkhamar vil nú hava Løgtingsins Umboðsmann at kanna Løgmann, tí hon vil hava at vita um hann bar seg rætt at í málinum um landsfornfrøðingin

Annlis-málið

Tað er ikki vist, at seinasta orðið er sagt í málinum um landsfornfrøðingin.
Tað málið endaði við, at Løgmaður kom uppí málið og at enda koyrdi hann
Annlis Bjarkhamar úr starvinum sum landsstýriskvinnu í mentamálum.
Eftir at magistarafelagið legði málið fyri Løgtingsins Umboðsmann, er umboðsmaðurin komin til ta niðurstøðu, at Annlis Bjarkhamar breyt ikki setanarpolitikkin hjá landinum, tó ávís mistøk vórðu gjørd í Mentamálaráðnum.
Men samstundis ger umboðsmaðurin greitt, at hann hevur bara viðgjørt málið um, sjálva starvssetanina og tey viðurskifti, sum hava við at gera, eitt nú almenna setanarpolitikkin.
Sostatt hevur umboðsmaðurin ikki viðgjørt leiklut løgmans, sum hevur eftirlitið við landsstýrisfólkunum.
Hetta er Annlis Bjarkhamar ikki nøgd við.
Tí hevur hon nú heitt á Løgtingsins umboðsmann um eisini at kanna leiklutin hjá løgmanni í hesum máli.
? Eg sakni, at umboðsmaðurin tekur støðu til eftirspælið, tá ið Løgmaður og Løgmansskrivstovan fara inn í málið, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon metir, at Løgmaður og Løgmansskrivstovan gjørdi stór mistøk, sum Umboðsmaðurin ikki vil taka støðu til í hesum umfari.
Tí hevur Annlis Bjarkhamr nú heitt á Umboðsmanninum áheitan um at kanna eisini henda partin av málinum, tí hon metir, at hetta hevur stóran týdning fyri eftirtíðina.

Ógvuliga fegin
Annars er Annlis Bjarkhamar ógvuliga fegin um, at Løgtingsins umboðsmaður er komin til tað niðurstøðu, at hon sjálv ikki hevur gjørt nakað ólógligt.
? Eg havi ikki brotið nakra lóg, hvørki lógina um ábyrgd landsstýrismanna ella fyrisitingarlógina.
Løgtingsins Umboðsmaður er komin framá nøkur viðurskifti, sum áttu at verið gjørd øðrvísi, men, tað, sum eg gjørdi, vóru ikki ólóglig.
Men Løgtingsins Umboðsmaður sigur eisini, at hóast Annlis Bjarkhamar ikki hevur gjørt nakað ólógligt, so er hennara framferðarháttur óvanligur.
Tað, hann sipar til, er, at landsstýriskvinnan sjálv hevði setanarsamrøður við teir báðar, sum vórðu innstillaðir til starvið sum landsfornfrøðingur.
?Avgerðin hjá Løgtingsins Umboðsmanni vísir eisini, at hóast ein landsstýrismaður ikki fylgir eini setanarnevnd, kann talan hava verið um eina sakliga avgerð.
Annars hevur Løgtingsins umboðsmaður eisini nakrar atfinningar ímóti Mentamálaráðnum og tær hevur tú væl ábyrgdina av, sum ovasti leiðari fyri mentamálaráðið?
? Tað er sjálvandi rætt, sigur Annlis Bjarkhamar, men tær atfinningar, umboðsmaðurin hevði, vóru júst orsøkirnar til, at eg fór uppí málið sjálv.
Eitt nú metti umboðsmaðurin, at starvið átti at verðið lýst leyst av nýggjum, tí tað er so stórur munur á føroysku og donsku lýsingini.
Annlis Bjarkhamar er ikki samd!
?Munurin á donsku og føroysku lýsingini hevur ongan týdning fyri sjálva málsviðgerðina og tí metti eg ikki, at tað var ein trupulleiki. Tað var heldur ikki á nakran hátt til fyrimuns fyri annan av umsøkjarunum.
Somuleiðis vísir umboðsmaðurin á, at onki notat er skrivað frá einari samrøðu, sum er í málinum og tað átalar hann.
?Hetta var júst ein orsøk til, at eg fór uppí máli, tí eg helt, at grundarlagið hjá setanarnevndini var ikki haldgott. Eg fór eisini upp í málið, tí ymisk persónlig viðurskifti um annan umsøkjarin vórðu drigin fram, sum eg vildi hava greiði á.

Mugu broyta mannagongdir
Annalis Bjarkhamar sigur, at hetta málið vísur, at tað er brúk fyri at broyta mannagongdir og at fáa greiðari mannagongdir.
Tað vónar hon, at úrslitið av hesum málinum verður. Hon vónar eisini, at Umboðsmaðurin tekur áheitan hennara upp um at viðgeða leiklutin hjá løgmanni, tí eisini tað kann vera við til at varpa ljós á ymisk viðurskifti, sum eiga at vera rættað.
? Tað, at eg verðið sett frá er ein politisk avgerð og tað hevur lítlan týdning. Tað, sum hevur týdning er at fáa greiðar mannagongdir. Eitt nú hevur tað týdning at fáa greiði á, um Løgmaður uttan víðari kann leggja seg út í eitt mál, sum er í viðgerð. Løgmaður hevur eftirlit, men hann kann ikki samstundis gera seg til ein part í sjálvari málsviðgerðini. Skal Løgmaður leggja seg út í ena beinleiðis málsviðgerð, er hetta at taka grundarlagið undan lógini um ábyrgd landsstýrismanna.
? Alt hetta haldi eg, hevur alstóran týdning fyri eftirtíðina og tí mugu vit hava tey lýst, so at umsitingin veit, havt hon hevur at halda seg til, sigur Annlis Bjarkhamar.

Forða fyri illguna um politiska starvssetan
Løgmaður hevur áður víst á at tað skal ikki kunna sáast minsti ivi um, at ein starvssetan er politisk.
Og tað heldur hann, at illgruni kann sáast um, tá ið landsstýrismaðurin sjálvur tekur lut í setanarsamrøðunum.
Løgtingsins Umboðsmaður heldur tað vera ivasamt, um tað vil vera í samsvar við lógina, um tað verður ásett í setanarpolitikkinum, at landsstýrismaðurin ikki kann luttaka í setanarsamrøðum.
Men hann heldur, at tað kundu verið góðar orsøkir til eina slíka reglu, t.d. fyri at forða fyri, at illgruni kann taka seg upp um, at politisk heldur enn saklig atlit hava verið avgerandi í setanarmálum.
Men umboðsmaðurin sigur, at tað er í øllum førum ein politisk avgerð, um ein slík avmarking eigur at verða gjørd ella ikki og hann fer tí ikki at gera nakað tilmæli hesum viðvíkjandi.
Annlis Bjarkhamar tekur hetta ikki sum eina óbeinleiðis illgruna frá umboðsmanninumum, at starvssetanin var politisk.
? Eg uppfataði ikki sínar samrøður sum setanarsamrøður. Eg hevði eina samrøðu við teir báðar innstillaður umsøkjararnar fyri at fáa greiði á nøkrum viðurskiftum, sum vóru ógreið, sigur hon.