í einum fótbóltsdysti. - Hetta er heilt óvanligt, og tað má vera ein heilt serstøk kvinna, sum kann gera slíkt. Tá tað er fyrstu ferð, at ein knæskel fer av lagi, ber tað ikki til at fáa hana upp á pláss [...] Hinvegin kann knæliðurin gerast leysur, tá hetta hendir fleiri ferðir, og tá kann ein slík hending eisini kennast minni pínufull. Umframt at spæla fótbólt, arbeiðir Jane O'Toole eisini fulla tíð sum tannlækni [...] Hendingin, sum eisini sæst á filmsbroti, sigst at vera farin um allan fótbóltsheimin. Liðfelagarnir hjá Jane O'Toole á liðnum St. Mirren skiltu slett ikki, at hon bara kundi sláa knæskelina upp á pláss
væntast kann, at tað trýst, sum hevur verið á okkara marknað seinastu dagarnar partvís eisini er á útlendska marknaðinum, tí flest øll, sum kunnu vera, vilja verða heima á jólum ? eisini teir, sum fiska [...] tí fiskurin kann ikki liggja til eftir jólahøgtíðina. Millum jól og nýggjárs eru bara tveir arbeiðsdagar, og teir fella so seint ívikuni, at eingin virkisleiðari vil »goyma« fiskin, sum kemur uppá land [...] gongst ikki so væl. Soleiðis er tað bara. Hinvegin eiga virkisleiðslurnar og tey, sum starvast á virkjunum kring landi, rós fyri, at tey vilja taka eitt stórt tak fyri at fáa allan fiskin, sum skipini koma
meg, at eg kann gera tað, sum eg brenni fyri og dugi best. Eg geri hetta ikki fyri at koma fram, men um eg kann klára meg væl sum tónleikara, so havi eg eisini betur møguleika at gera tað, sum eg tími best [...] nú - so Lizzie hevur fingist við tónleik í nógv ár. - Pápi mín og abbi mín eru tónleikarar, so eg havi fingið tónleikin í blóðið. Eg havi altíð sungið, og tá eg flutti til Danmarkar, flutti eg á ein tón [...] Eitt sindur. Føroyar eru ikki so stórar, og eg hevði sera stórar planir. So eg hugsaði, at eg mátti bara leypa út í tað og flyta til Danmarkar. Lizzie hevur í sínum arbeiði sum bartendari á karaoke-barrini
ikki, at allar tær føroysku vørulýsingarnar eru so vánaligar, sum fólk ofta vilja vera við. Tær eru bara skeivt plaseraðar - á leið á sama hátt, sum um ein mjólkapakki knappliga royndi at stjala myndina [...] fyritøkur hava hugsað, at markanaðarføring er bara nakað, sum kostar. Tá tær nú hava klárað seg uttan so leingi, hví skal tað so knappliga vera neyðugt nú? Eftirhondini sum fyritøkur kortini hava kent seg noyddar [...] tú skalt royna at raka ein so smalan málbólk, kanst tú loyva tær at tveita sjálvt tey løgnasta hugskotini á borðið. Kynstrið er at velja tað besta burturúr og so - ja so má tað bara bresta ella bera. At
eigur at vera eins nátúrligt sum tað er at tryggja tær bilin ella húsini. Tað sigur Mortan Poulsen, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar, sum frá í dag og árið út bjóðar øllum brønum undir 18 ár, sum tekna [...] Poulsen sigur, at tað bara eru millum 10 og 15% av fólkinum, sum hava vanlukkutrygging, og tað halda tey á Tryggingarfelagnum Føroyar ikki vera serliga heppið. Nú hevur verið so nógv tosað um tær kollektivu [...] Mentamálaráðið, sum hevur ábrygdina av teimum. Hetta kjakið leggja vit okkum ikki út í, men eg vil bara vísa á, at tær kollektivu tryggingarnar bert eru minimumstryggingar, og tær eru bara gladandi á ávísum
er sosial vera. Vit hava meiningar um mangt og hvat og tað triðja hjá okkara medmenniskjum. Men sum kanningin hjá Barrett ger greitt, so er lættast at leggja til merkis tað, ið vit meta sum skeivt. Legg [...] slatra í smáum bólkum, fáa vit luft, og tað var so tað. Skaðin er ikki so stórur, um slaturevnið ikki verður blakað í ein serligan bólk: “...henni havi eg bara ringt at bera...” ella “...hatta slagið...”. [...] slatur er ikki bara slatur; hann kann bólkast í ymisk sløg. Greitt er tó, at tað als ikki er vist, um menniskjan klárar at stýra, úr hvørjum sjónarhorni hon sigur søguna víðari. Lívfrøðin er ein gella! Kanadiski
Teistin kann ikki nýtast til annað enn, at vera seldur sum gamalt jarn. Ja, við Teistanum spardi ein seg so dyggiligani eftir reyv. Vinnulívið í Sandoynni hevur ikki somu kappingarmøguleikar, sum vinnulívið [...] heldur vesnað. Ongantíð hevur verið so nógvur lokalpolitikkur í Løgtinginum sum nú, so eg dugi ikki at síggja nakað jaligt við nýggju valskipanini. Tann 5. des. 2007 var ein søguligur dagur fyri Sandoynna, [...] vinir sum tað sær út. Tí má oyggjafólki og vit onnur, sum hava røtur í oynni, stríðast fyri, at okkara elskaða oyggj skal hava lívið laga. Politiskt kegl má leggjast til viks, so at arbeiðast kann fyri
. Og tað er ikki bara eld, ið fólk kunnu ringja inn um. - Tað kann vera alt møguligt. Ein typt kloakk, ein brotnan rút, salta fyri hálku. Alt hetta fer gjøgnum okkum, og vit greiða so boðini víðari ella [...] Christiansen. Aftrat sær hevur hann ein innsatsleiðara sum fer út til ymsu uppgávurnar, og sum er stand-by 24 tímar um døgnið. - Tað kann so nógv henda um náttina, tá tað ikki er so lætt at fáa fatur á einum h [...] royndir sum brandmaður, so hetta at sita einsamallur jólaaaftan er als ikki nakað nýtt. - Nei, eg hálvavegna gleði meg at koma niðan her og einki annað hava at hugsa um, enn at taka telefonina. So hugni
víkingunum við sínum stóra og síða skeggi. Ein sjarmerandi og livandi kempa. Ein persónur, sum tú við nærri bekentskapi, fór at halda av og vera góður við. Ein persónur, sum hansara hitarúmsfelagar fara at sakna [...] er tað bara vanligt hitastovuprát, men altíð verður endað í sátt og semju, sum var tað ein stór og góð familja her sat. Tað er sum um hitin kølir sinnið, heldur enn tað øvugta so løgið tað kann ljóða. [...] aðrar góðar menn, og sum altíð fingu ein siðiligan enda, so krystalklárar fyri einum. Gudmundur hevði sínar meiningar og kundi vera avgjørdur. Hann hevði altíð eina stutta viðmerking, sum hann bar virðiliga
slík virus. - Tað kann vera skipaður kriminalitetur. Sum við tí nýggjasta, har ið teir kunnu stjala pengar av kontonum hjá fólki. Eg haldi tó, at nógv er bara fyri at gera fortreð. Tað kann kanska kallast [...] tað kann gerast nógv blást upp, so skulu fólk ikki ræðast virus meira enn neyðugt. - Um fólk nýta vit og skil og ikki opna teldupostar, sum síggja illgrunasamir út, er mestsum eingin kjansur, at ein virus [...] Í síðstu viku kom fram, at ein teldupostur kann stjala loynitølini til internetbankan hjá fólki, um tey opna viðhefta fílin. Sosialurin hevur ringt til Føroya Banka, og teir siga seg ikki hava hoyrt frá