Heiðrikkur heldur skansanum

- Eg møtti í morgun klokkan 8 og skal sita á vakt til í morginárini klokkan 8, sigur Heiðrikkur Christiansen, sum hevur verið brandmaður í 25 ár. Havnarborgarar eru ongantíð heilt hjálparleysir. Tað syrgir Tórshavnar Sløkkilið fyri.

- Um jólini er bert ein brandmaður á vakt her uppi á Brandstøðini. Vit hava vakt í 24 tímar í senn, og her kunnu borgarar í Tórshavnar kommunu altíð ringja, um okkurt er áfatt, sigur Heiðrikkur Christiansen.

Og tað er ikki bara eld, ið fólk kunnu ringja inn um.

- Tað kann vera alt møguligt. Ein typt kloakk, ein brotnan rút, salta fyri hálku. Alt hetta fer gjøgnum okkum, og vit greiða so boðini víðari ella syrgja fyri, at bøtt verður um, sigur Heiðrikkkur Christiansen.

Hann hevu sera drúgvar royndir sum brandmaður, so hetta at sita einsamallur jólaaaftan er als ikki nakað nýtt.

- Nei, eg hálvavegna gleði meg at koma niðan her og einki annað hava at hugsa um, enn at taka telefonina. So hugni eg mær við at lurta eftir útvarpi, hyggja í sjónvarp og fylgja við á portalinum, sigur Heiðrikkur Christiansen.

Tað er heldur ikki so, at hann situr svangur jólaaftan.

- Nei, eg fái jólaaftansdøgurðan bornan niðan, og tá so familjan er liðug við sítt har heima, koma tey niðan her at vitja meg, sigur Heiðrikkur Christiansen.

Aftrat sær hevur hann ein innsatsleiðara sum fer út til ymsu uppgávurnar, og sum er stand-by 24 tímar um døgnið.

- Tað kann so nógv henda um náttina, tá tað ikki er so lætt at fáa fatur á einum hondverkara, og tá eg ikki kann fara frá, hava eg hann, sum ein forlongdan arm, sigur Heiðrikkur Christiansen.