Nógvi fiskurin trýstir prísin


 

FISKIVINNA

Vilmund Jacobsen


Seinastu dagarnar hava vit hoyrt, at prísirnir á ráfiski eru munandi lækkaðir. Hetta hevur sína náttúrligu orsøk, skilst á teimum, sum starvast í vinnuni. Príslækkingin hevur einki við marknaðarprísin uttanlands at gera, men stendst av, at útboðið av fiski á føroyska marknaðinum hevur verið so stórt seinastu dagarnar.

Fiskurin kann ikki liggja

At stórt útboð trýstir prísin, er tað vit uppliva, tá ið marknaðarkreftirnar ráða. Og hetta er ikki nakað serstakt fyri vikuna undan jólum. Veðrið hevur verið gott seinastu tíðina, og nógvur fiskur hevur verið at fingið. Haraftrat kemur, at jólini fella soleiðis, at alt má arbeiðast undan í hesi vikuni, tí fiskurin kann ikki liggja til eftir jólahøgtíðina.

Millum jól og nýggjárs eru bara tveir arbeiðsdagar, og teir fella so seint ívikuni, at eingin virkisleiðari vil »goyma« fiskin, sum kemur uppá land hesa vikuna, til teir báðar dagarnar; tá verður hann alt ov gamal.

Onkur vinnur ? onkur tapir

Sjálvandi er tað spell, at teir fiskimenn, sum væntaðu at gera ein góðan túr undan jólum, ikki fáa tann prís, teir kanska høvdu roknað við. Men soleiðis er tað nú einaferð, tá ið marknaðarkreftirnar ráða. Ert tú heppin, gongst væl. Ert tú minni heppin, gongst ikki so væl. Soleiðis er tað bara.

Hinvegin eiga virkisleiðslurnar og tey, sum starvast á virkjunum kring landi, rós fyri, at tey vilja taka eitt stórt tak fyri at fáa allan fiskin, sum skipini koma við, til høldar.

Gekst heilt illa, kundi hent, at skip og manning noyddust av landinum við fiskinum.

Men væntast kann, at tað trýst, sum hevur verið á okkara marknað seinastu dagarnar partvís eisini er á útlendska marknaðinum, tí flest øll, sum kunnu vera, vilja verða heima á jólum ? eisini teir, sum fiska.