Meginfelag Føroyskra Studenta er felagið hjá lesandi í Føroyum og føroyskum lesandi í útlondum. Felagið varð stovnað í 1962 og hevur tí nógv ár á baki. Mikudagin 22. juli helt MFS árliga aðalfundin, har [...] har nýtt ráð og nýggjur forseti vórðu vald. - Nógv virksemi hevur verið seinasta árið. Í heyst í fjør var MFS vertur fyri norðurlendsku lestrarráðstevnuni NOM (Nordisk Ordförande Møte), har umboð fyri [...] og Bologna-tilgongdin. MFS vísir í tíðindaskrivi á, at felagið eisini var vertur fyri ráðstevnuni NAIS (North Atlantic Islands’ Student cooperation) fyri lestrarfeløgini í útnorði. - Árið hevur eisini verið
Í hesum døgum venur Hallur Hansson við B36 her heima í Føroyum, meðan tað er koronasteðgur í donskum fótbólti. Stjórin í danska felagnum hjá føroyska landsliðsspælarinum, Kristian Nielsen, heldur fyri [...] fyri at danskur fótbóltur er til reiðar at fara í gongd aftur. Kristian Nielsen sigur í einum tíðindaskrivi, at AC Horsens nú er til reiðar at spæla dystir. AC Horsens hevur ikki spælt síðani felagið við Halli [...] vann 1-0 á FCK í Parkini. Sermerkt við dystinum var, at ongin áskoðari var til dystin uttan venjarin hjá FCK, Ståle Solbakken. Hann hevði bann og slapp ikki at sita á bonkinum. Stjórin í AC Horsens leggur
byrjaði í uttanríkistænastuni í 2005. Árini 2007-2016 var hon í starvi hjá Norðurlandaráðnum. Síðani 2016 hevur Halla verið aftur í starvi í Uttanríkistænastuni, har hon m.a. hevur verið umboð Føroya í Nor [...] Petur Petersen hevur verið sendimaður í Reykjavík síðani 2015. Teir fara aftur í starv í Uttanríkistænastuni heima í Føroyum, tá nýggju sendikvinnurnar taka við. [...] Kate Sanderson er tilnevnd sum sendikvinna í London, og Halla Nolsøe Poulsen sum sendikvinna í Reykjavík. Tað boðar uttanríkis- og mentamálaráðið frá í dag. Kate Sanderson er 59 ára gomul, útbúgvin Master
Í gjár fóru bjargingartænasturnar í Noregi og í Bretlandi at leita eftir einum seglbáti, við einum føroyingi umborð, sum skuldi vera á veg til Føroyar. MRCC sigur, at báturin fór úr Haugesund mikudagin [...] verið komin til Hetlands fríggjadagin, áðrenn hann setti kós ímóti Føroyum. Men einki hevur verið at frætt frá bátinum, sum er skrásettur í Danmark og tí varð familjan bangin og boðaði myndugleikunum frá [...] eitt veitingarskip frá einum oljupalli til hann og bjargaði honum, og nú eru tey á veg til Hetlands í øllum góðum.
eisini er úr Føroyum. Tey eiga tvey børn. Anne Mette Greve Klementsen, ið hevur verið sóknarprestur í Fuglafirði seinastu níggju árini, byrjar umleið 1. juni í starvi sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar [...] eystara prestagjaldi. – Í tíðarskeiðinum til Gerhard Jónsson Mikkelsen kemur, fer Øssur Kjølbro at avloysa sum prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur. Í Fuglafjarðar prestagjaldi [...] bønhús eru í prestagjaldinum: Bønhúsið á Hellunum og Bønhúsið í Funningsfirði. Afturat kirkjunum og bønhúsunum eru onnur tænastustøð, t. e. stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli. Prestagarðurin í Fuglafirði
næturnar. Lýst verður í útvarpinum, áðrenn arbeiðið byrjar. Við undirsjóvartunlunum eru tað nú í alt 19 tunlar í Føroyum. Av hesum eru 9 útgjørdir við ljósi, 8 eldri tunlar hava neyðljós, og í 7 tunlum hoyrist [...] Í næstu viku verður farið undir arbeiðið í Kollfjarðartunlinum at seta upp útgerð, sum skal fáa útvarpið at hoyrast betur í tunlinum. Afturat hesum verða perurnar í tunlinum skiftar út við orkusparandi [...] útvarpinum í Kollfjarðartunlinum í eina tíð, og ljósið í tunlinum hevur heldur ikki verið nøktandi. Nú kunnu bilførarar gleða seg til ikki at fáa avbrotið útvarpið, tá koyrt verður ígjøgnum tunnilin, tí í næstu
eru fyri rasismu í Danmark og í heiminum yvirhøvur, men endamálið er eisini at fáa donsku politikararnar at taka eina støðu til evnið. Í dag var eisini skipað fyri mótmælistiltaki í Føroyum. Nógv fólk høvdu [...] Fleiri enn 15.000 fólk savnaðust í dag á gøtunum í danska høvuðsstaðnum fyri at mótmæla rasismu og krevja broyting. Risastóra tiltakið byrjaði eins og í síðstu viku uttan fyri amerikansku sendistovuna [...] Black Lives Matter í Danmark, sum hevur skipað fyri mótmælistiltakinum. Hetta er bara eitt tiltak av fleiri í øllum heiminum, tí seinastu dagarnar hava fleiri hundraðtúsund fólk luttikið í mótmælisgongum kring
skoraði í fimm minuttir trý mál við beinleiðis fríspørkum, áðrenn hann lítla løtu seinni sneiddi seg leysan í vinstru og sendi bóltin í málið. HB miðverjin Heðin Hansen varð vístur av vølli í fyrra hálvleiki [...] HB vann í góðveðrinum seinnapartin 5-0 á útivølli ímóti AB. Øll málini vórðu skorað fyrstu 21 minuttirnar. Tað er í sær sjálvum heilt óvanligt, at útilið í fremstu deildini er frammanfyri við fimm málum [...] Justinussen átti í øllum HB málunum. Aftur og aftur hevur Adrian Justinussen víst, hvussu vandamikið tað er, tá ið hann roynir seg við fríspørkum ímóti mótstøðumálinum. Tað, sum Adrian vísti í dag, er ongantíð
hon hevði hægsta miðaltali á gymnasiala miðnámi í Føroyum í ár. Í Vikuskiftis Sosialinum er longri samrøða við Idu á Reynatúgvu. Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her [...] eg, beint áðrenn eg fekk prógvið í hondina, fekk at vita, at eg hevði besta prógvið á hugbreytini. Men eg fekk als ikki stundir til at reagera, tí eg var á veg at taka í hondina á rektarinum. Tveir minuttir [...] minuttir seinni stóð eg aftur í køini, og tann kenslan av gleði og nøgdsemi, sum fylti meg tá, er torfør at lýsa. Eg føldi veruliga, at alt arbeiði, sum eg hevði lagt í hesi trý árini hevði ført til okkurt
landsstýrismaður, og tí fer hann í næstum at seta eina kunngerð í gildi um at linka krøvini til at fáa koyrikort til buss. Hann sigur í viðmerkingum til hetta, at í løtuni eru ov fáir útbúnir bussførarar [...] krav er um hálkukoyring á koyribreyt í Danmark, umframt frálæra í koyrireglum og reglum um hvílitíðir, og undirvísing í at fara við ferðafólki. Eitt, sum hetta ber í sær, er, at tey, sum hava koyrikort [...] bussførarar til at koyra við ferðafólki í Føroyum, serliga um summarið. Men hóast nógv bendir á, at lítil busskoyring verður við ferðafólki í summar, er væntandi at tørvurin á fleiri bussførarum tekur seg uppaftur