–Eg gjørdist bæði bilsin og ovfarin, tá eg, beint áðrenn eg fekk prógvið í hondina, fekk at vita, at eg hevði besta prógvið á hugbreytini. Men eg fekk als ikki stundir til at reagera, tí eg var á veg at taka í hondina á rektarinum. Tveir minuttir seinni stóð eg aftur í køini, og tann kenslan av gleði og nøgdsemi, sum fylti meg tá, er torfør at lýsa. Eg føldi veruliga, at alt arbeiði, sum eg hevði lagt í hesi trý árini hevði ført til okkurt, sigur 19 ára gamla Ida á Reynatúgvu av Sandi, sum júst hevur lokið prógv á miðnámi.
Seinni sama dag fekk Ida at vita, at hon ikki bert hevði besta prógvið á hugbreytini við sínum væla studentsprógvi við 12,4 í miðal, men hon hevði eisini hægsta miðaltalið á Glasi.
– Eg visti, at skoðsmálini hjá mær vóru nøkundlunda høg, tí vit høvdu eisini fingið karakterir um várið, men eg visti als ikki, at eg eisini hevði besta prógvið á skúlanum, fyrr enn eftir at prógvhandanin var av, sigur Ida á Reynatúgvu, sum seinni fekk at vita, at hon hevði hægsta miðaltali á gymnasiala miðnámi í Føroyum í ár.
Í Vikuskiftis Sosialinum er longri samrøða við Idu á Reynatúgvu. Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her