Fleiri enn 15.000 fólk savnaðust í dag á gøtunum í danska høvuðsstaðnum fyri at mótmæla rasismu og krevja broyting. Risastóra tiltakið byrjaði eins og í síðstu viku uttan fyri amerikansku sendistovuna á Eysturbrúgv, og síðani varð gingið inn í miðbýin fyri so at enda uttan fyri Christiansborg, har politikararnir sita.
’Black Lives Matter’, ’Silence is violence’ og ’Enough is enough’ stóð at lesa á teimum nógvu skeltunum, sum mótmælisfólk høvdu tikið við sær, meðan onnur skelti vóru bæði alternativ, original og humoristisk.
Tiltakið endaði við, at populeri sangarin Wafande fór á pallin saman við Kaka, og teir sungu nakrar sangir, sum skaptu tann góða stemningin.
Tað er rørslan Black Lives Matter í Danmark, sum hevur skipað fyri mótmælistiltakinum. Hetta er bara eitt tiltak av fleiri í øllum heiminum, tí seinastu dagarnar hava fleiri hundraðtúsund fólk luttikið í mótmælisgongum kring allan heimin.
Fyrireikararnir vilja við tiltakinum vísa sín stuðul til øll tey, ið eru fyri rasismu í Danmark og í heiminum yvirhøvur, men endamálið er eisini at fáa donsku politikararnar at taka eina støðu til evnið.
Í dag var eisini skipað fyri mótmælistiltaki í Føroyum. Nógv fólk høvdu leitað sær oman í miðbýin, har tónleikur og røður vóru á skránni. Les eisini: Nógv fólk til mótmælisgongu í Havn