Mangla bussførarar at koyra ferðafólk í Føroyum

– Tí skal tað vera lættari at fáa koyrikort

 

Nú skal tað vera lættari at fáa koyrikort til buss. Tað ætlar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og tí fer hann í næstum at seta eina kunngerð í gildi um at linka krøvini til at fáa koyrikort til buss.

Hann sigur í viðmerkingum til hetta, at í løtuni eru ov fáir útbúnir bussførarar til at koyra við ferðafólki í Føroyum, serliga um summarið.

Men hóast nógv bendir á, at lítil busskoyring verður við ferðafólki í summar, er væntandi at tørvurin á fleiri bussførarum tekur seg uppaftur næsta summar.

Tí hava Akstovan og koyrilærarar samskift um eina loysn, men hetta er ein loysn har hugsast skal um føroysk viðurskifti og um ferðslutrygdina – og tað skal vera ein loysn, sum er skjót at seta í verk.

Tí er neyðugt, at kunngerðin um koyrikort verður broytt, har eitt minstamark verður settt fyri, hvussu nógva undirvísing, tey, sum søkja um koyrikort, skulu hava, umframt at krav er um hálkukoyring á koyribreyt í Danmark, umframt frálæra í koyrireglum og reglum um hvílitíðir, og undirvísing í at fara við ferðafólki.

Eitt, sum hetta ber í sær, er, at tey, sum hava koyrikort til bil, skulu kunna fáa koyrikort til at koyra ferðafólkabuss, uttan at kunna skjalprógva, har tey hava koyrt stóran persónbil, ella lastbil áðrenn.