Jógvan Fríðriksson, bispur, váttar, at Gerhard Jónsson Mikkelsen er innstillaður at vera prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Bispur sendir innstillingina víðari til landsstýrismannin við kirkjumálum, Jenis av Rana, og hann er tann, ið útnevnir sóknarprestin til kallið, sambært lóggávuni.
Gerhard Jónsson Mikkelsen er í løtuni prestur í Karlslunde Strandkirke, sum er sunnanfyri Keypmannahavn. Har hevur hann verið prestur seinastu seks árini. Gerhard Jónsson Mikkelsen er uppvaksin á Toftum, men flutti sum ungur til Danmark við familjuni. Hann er giftur við Silviu á Bergi Mikkelsen, sum eisini er úr Føroyum. Tey eiga tvey børn.
Anne Mette Greve Klementsen, ið hevur verið sóknarprestur í Fuglafirði seinastu níggju árini, byrjar umleið 1. juni í starvi sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.
– Í tíðarskeiðinum til Gerhard Jónsson Mikkelsen kemur, fer Øssur Kjølbro at avloysa sum prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.
Í Fuglafjarðar prestagjaldi eru tríggjar kirkjusóknir: Elduvíkar kirkja, Leirvíkar kirkja og Fuglafjarðar kirkja. Tvey bønhús eru í prestagjaldinum: Bønhúsið á Hellunum og Bønhúsið í Funningsfirði. Afturat kirkjunum og bønhúsunum eru onnur tænastustøð, t. e. stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.
Prestagarðurin í Fuglafirði verður dagførdur og valla tøkur sum bústaður fyrr enn 1. mai 2021. Sóknarpresturin og biskupur gera eina avtalu um bústaðin í skiftistíðini.